Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Auður Ava Ólafsdóttir |
| Bólkar: | Skaldsøgur |
| Upprunaland: | Ísland |
| Uppsetan: | Sára Mikkelsen |
| Týðari: | Turið Sigurðardóttir |
| ISBN: | 978-99972-1-543-7 |
| Útgávudagur: | 18. apr. 2024 |
| Síður: | Array |
Eden
Lýsing
Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger at at broyta eitt lendi, har einki veksur, til eina Edenslund. Fólk í bygdini har í nánd fáa knappliga áhuga fyri málvísindum. Høvuðspersónurin fær upp í hendurnar handritið til eitt yrkingasavn eftir ein fyrrverandi næming sín. Yrkingarnar eru um kærleikan hjá einum ungum manni til eina eldri kvinnu.
Málvísindakvinnan veit, at ein ørgrynna av fámentum málum á jørðini, harímillum íslendskt, eru í vanda. Hon sær, hvussu mentanarmargfeldi víkir fyri einstáttan, hvussu mentanarligur monokulturur, einmentan, vinnur fram. Eins og fólk steðga á við sjáldsamar plantur og steinar í haganum, steðgar hon á og missir seg burtur í einstøkum orðum, sum hon lesur ella hoyrir, og hugsar um tey – leingi.
Hon hugsar um flogferðir sínar á ráðstevnur um hótt fáment mál og laðar skjólgarð og plantar meir enn túsund trø ymsastaðnifrá í sína gaddajørð.
Auður Ava Ólafsdóttir hevur fingið Íslendsku bókmentavirðislønina, Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðs og Médicis-virðislønina í Fraklandi.
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Auður Ava Ólafsdóttir |
| Bólkar | Skaldsøgur |
| Upprunaland | Ísland |
| Uppsetan | Sára Mikkelsen |
| Týðari | Turið Sigurðardóttir |
| ISBN | 978-99972-1-543-7 |
| Útgávudagur | 18. apr. 2024 |
| Síður | Array |