Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Per Petterson |
| Bólkar: | Skaldsøgur |
| Upprunaland: | Noreg |
| Kápusnið: | Sonja Kjølbro |
| Uppsetan: | Sonja Kjølbro |
| Týðari: | Jákup í Skemmuni |
| ISBN: | 978-99972-1-244-3 |
| Útgávudagur: | 30. apr. 2018 |
| Síður: | Array |
Til Sibiria
Lýsing
Í TIL SIBIRIA lítur eitt konufólk aftur á síni barnaár í 30- og 40-árunum í lítlum útróðrarplássi í Norðurjútlandi. Pápanum gongst illa, og hennara inniliga trúgvandi móðir søkir sær troyst í at yrkja sálmar.
Eina ferð um mánaðin spennir abbin rossini fyri vognin og ekur inn í býin at drekka seg av vitinum.
Tey frætta um spanska borgarakríggið, og
ein fagran dag standa týskarar í bygdini, og úr útvarpstólinum koma boðini frá Stauning um at halda seg í skinninum. Í kulissunum virka brennivínshítin Biegler barónur, stórsmuglarin Ernst Bremer og landasvíkjarin Gestapo Jørgensen.
Sambandið millum frásøgufólkið og stórabeiggjan Jesper, sum einki ræðist og fer miðvíst upp í mótstøðurørsluna, er hjartatátturin í bókini.
Lagnur teirra eru onkursvegna samanflættaðar: Jesper droymir um Marokko, hon um Sibiria. Sama hvar hon fer, er hann framvegis týdningarmesta menniskja í lívi hennara.
TIL SIBIRIA er hjartanemandi frásøgnin um lívið hjá móður Per Petterson.
---
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Per Petterson |
| Bólkar | Skaldsøgur |
| Upprunaland | Noreg |
| Kápusnið | Sonja Kjølbro |
| Uppsetan | Sonja Kjølbro |
| Týðari | Jákup í Skemmuni |
| ISBN | 978-99972-1-244-3 |
| Útgávudagur | 30. apr. 2018 |
| Síður | Array |