Øksin
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Ljóðbók, Pappírsbók
Høvundar: Mihail Sadoveanu
Bólkar: Skaldsøgur
Upprunaland: Romania
Kápusnið: Sonja Kjølbro
Týðari: Finnbogi Ísakson
ISBN: 978-99918-71-87-5
Útgávudagur: 15. jan. 2012
Síður: 182

Øksin

188,00 DKK

Book club price

150,40 DKK Ikki limur? Melda til!
Tøk sum ljóðbók.
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Høvuðspersónurin er Vitoria Lipan, kona ein seyðamann, sum býr í moldavisku bygdini Măgura Tarcăului.

Hon plagar ikki at taka tað so tungt, um maðurin, Nechifor, ikki altíð er so skjótur aftur, tá ið hann er burtur í ørindum. Stundum fær hann sær kenning saman við øðrum monnum, og hon kann vara í nakrar dagar. Onkuntíð hevur hon havt hann illtonktan fyri at vitja eitt konufólk niðri í dalinum, men hann kemur altíð aftur til hennara. Til hennara og brekkurnar og seyðin.
So er ikki hesa ferð. Hann kemur ikki afturíaftur, og hon kennir á sær, at maðurin er deyður á ferð síni at keypa sær eitt seyðafylgi í býnum Dorna. Prestur roynir at ugga hana, men øll tey tekin og alt tað, sum tey í øldir hava lært seg at sansa, heldur hon vera meira álítandi enn alt tað, ið prestar hava lisið sær til.
Hon ger síðan ferð at leita eftir manninum. Leiðin er long og stríggin, men umsíðir kemur hon fram á slóðina, hann hevur lagt eftir seg, og hon rekir seg fram á gátuna.
Hon finnur líkið av manninum og setur sær fyri at finna útav, hvør ið hevur framt illgerðina. 
ØKSIN er rumensk brotsskaldsøga, skrivað í 1930. Finnbogi Ísakson týddi og las hana í Útvarpinum. Henda miðvísa og sterka Victoria Lipan hevur fingið sítt serliga sæti í rumenskum bókmentum.
Upplýsingar um bók
Vøruslag Ljóðbók, Pappírsbók
Høvundar Mihail Sadoveanu
Bólkar Skaldsøgur
Upprunaland Romania
Kápusnið Sonja Kjølbro
Týðari Finnbogi Ísakson
ISBN 978-99918-71-87-5
Útgávudagur 15. jan. 2012
Síður 182
Lýsing

Høvuðspersónurin er Vitoria Lipan, kona ein seyðamann, sum býr í moldavisku bygdini Măgura Tarcăului.

Hon plagar ikki at taka tað so tungt, um maðurin, Nechifor, ikki altíð er so skjótur aftur, tá ið hann er burtur í ørindum. Stundum fær hann sær kenning saman við øðrum monnum, og hon kann vara í nakrar dagar. Onkuntíð hevur hon havt hann illtonktan fyri at vitja eitt konufólk niðri í dalinum, men hann kemur altíð aftur til hennara. Til hennara og brekkurnar og seyðin.
So er ikki hesa ferð. Hann kemur ikki afturíaftur, og hon kennir á sær, at maðurin er deyður á ferð síni at keypa sær eitt seyðafylgi í býnum Dorna. Prestur roynir at ugga hana, men øll tey tekin og alt tað, sum tey í øldir hava lært seg at sansa, heldur hon vera meira álítandi enn alt tað, ið prestar hava lisið sær til.
Hon ger síðan ferð at leita eftir manninum. Leiðin er long og stríggin, men umsíðir kemur hon fram á slóðina, hann hevur lagt eftir seg, og hon rekir seg fram á gátuna.
Hon finnur líkið av manninum og setur sær fyri at finna útav, hvør ið hevur framt illgerðina. 
ØKSIN er rumensk brotsskaldsøga, skrivað í 1930. Finnbogi Ísakson týddi og las hana í Útvarpinum. Henda miðvísa og sterka Victoria Lipan hevur fingið sítt serliga sæti í rumenskum bókmentum.

Mihail Sadoveanu

Finnbogi Ísakson