Yvir um ferð

Bókaprát
01.11.2024
Sprotin

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið “Oyðilendi” kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.

Vit spurdu Svannu: Hvat býr undir tínum nýggja, rættiliga slóðbrótandi savni?

Flytingar. Skifti. Lívfrøðiligar, hormonellar broytingar. Tíðarskeið, vit kvinnur skulu í gjøgnum í okkara lívi, um vit vilja tað ella ei. Mánasjúkan kemur. Og fer. Ein gáva, ein meinbogi. Hesar lívfrøðiligu broytingar, sum gentur og kvinnur fara ígjøgnum, kunnu vera ógvisligar og slítandi, men vit hoyra ikki nógv um, hvussu tað kann ávirka sál og sinn.

Hetta savnið spretti burtur úr tonkum um ferðir í kvinnulívinum – serliga seinnapartin av lívinum – hvat hendir við kvinnukroppinum, tá ið mánasjúkan byrjar at hvørva, tá ið østrogenið minkar, og tá ið kroppurin ikki longur kann gera børn? Hvussu merkist tann broytingin lívfrøðiliga? Sálarfrøðiliga? Hvat hendir við samleikanum? Og hvussu fatar umheimurin og samfelagið eina kvinnu, sum ikki longur er barnfør? Kanska er tað mest av øllum ein lætti. Ein gleði. Og so kortini ein saknur…

Kvinnukroppurin hevur altíð verið kjakevni. Uttanífrá. Ofta ein stríðsvøllur. Hann verður skoðaður, lýstur, mettur. Í mun til útsjónd, í mun til virki. Hvussu kann tað kennast, tá ið onnur hava ræði á tínum kroppi og halda, at tey vita betur, hvat ið er rætt. Tá ið savnið kom nakað á leið, fór tað eisini at viðgera ymisk viðurskifti, sum snúgva seg um sjálvsræðisrætt, kvinnusamleikar og um ikki altíð at kenna seg aftur í einari samfelagsligari søgu, har kvinnur eru lítið sjónligar.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...