Wachet auf
Tann árligi bókadagurin setir aftur í ár spurningin: Hví koma ongar skaldsøgur út í Føroyum? Hvørt skal siga: tað koma ongar skaldsøgur út í Føroyum. Er hetta so, ella er hetta einfjákutur pástandur? Hetta koma vit aftur til.
Jólini eru í hondum, vit syngja og spæla teir stóru klassikararnar, ið vórðu skaptir inni á Meginlandinum: Wachet auf ruft uns die Stimme, jólakantatur og
messur. Og ímeðan kultururin vellir fram við Superstjørnum, Kirsuberjagørðum og útgávukonsertum, drippar malurtin samstundis niður í heysin á okkum og
forpestar “veðurlagið”: gølur og hovs(a)loysnir, verður tað verkfall ella verður tað ikki? Er samband við útoyggjarnar ella er tað einki? Hvussu eru 800 mill.
krónur í landshúsarhaldinum vorðnar til luft, hvar fór tann uppspardi peningurin hjá landinum? Og hvar eru pengarnir, sum komu inn fyri søluna av
“arvasilvurinum? Og so fer Eik banki um koll. Hesin gullrandaði og skottryggi føroyski mastodonturin, sum øll litu á. Man freistast til at spyrja, um moralski
tummastokkurin hjá teimum, ið stíla fyri í landinum, er av gummi.
Meðan panikkurin um Eik banka er upp á tað hægsta, fara fólk at taka pengar út í stórum. Eftir fáum døgum er ein heil milliard tikin út úr Eik við køldum blóði
og flutt aðrar staðir.
Konan stendur inni í bankanum, tá ið hennara nummar lýsir á talvuni. Út skal tað. Hvørt oyra skal út hiðani. Hjartað slær sum ein sleggja í bringuni, hon
skrykkir eina blankett úr blokkinum og skrivar: Alt skal út. – Alt? Ja, heila lortið! Eisini barnakonturnar og tað hjá abba, hygg, her er fullmaktin og passið.
Úti í gongini trokast fólk, nú tann stóra fullautomatiska glashurðin er farin í baklás. Gamlar konur í vøttum og menn við sløktum eygum. Her hava tey staðið,
síðan tey fingu sína sparibók í Føroya Sparikassa eina ferð í fimmtiárunum.
Tað var so fjálgt inni í gamla Føroya Sparikassa. Mahogni og Mikinesmálningar. Svinnir menn innan fyri diskin og damur í sunnudagskjóla. Hátíðarligt.
Skrivstovufólkini sótu við stórum myrkum kontrabókum og taldu saman, og teir grønu ljóskuplarnir sendu eitt støvut ljós út í tað stóra hølið. Eitt milt bros
til skúlagentuna, sum kom við føðingardagspengunum.
Eg skal seta tvær krónur inn á bókina.
Tvey silvurmerki verða klistrað inn í bókina – eitt fyri hvørja krónu. So trygt.Sparikassin er tað tryggasta av øllum, sigur babba, og børn skulu alast upp til
at spara saman, tí so hava tey nakað at standa ímóti við, tá ið tey fylla fjúrtan. Sentralvarmi og messinghandtøk – alt her inni er ímyndin av dygd og
morali.
Í síni nýggjastu bók sigur danski rithøvundurin Suzanne Brøgger: ” Jeg har set den gamle verden forsvinde. . . “.Og tann lítla gentan við sparibókini sigur tað
sama í dag. Hon hevur eisini sað tann gamla heimin hvørva og . . . hví koma so ongar skaldsøgur út í Føroyum?
Norrøna fer siglandi úteftir við átta hundrað fólkum umborð. Tey eru á veg til Onglands, og ferðin hevur eittans endamál: keypa. Keypa jólagávur. Tann gamli
heimurinER horvin, materialisman leingi livi, vit eru globaliserað. Stórar peninganøgdir verða á henda hátt fluttar av landinum nú upp undir jól, fólk leggja
nógv fyri, og visakortini tømast alt ov skjótt. Pikka og pakk úr eysturlondum, australskar ullvørur, afrikanskir møblar, men eisini gull, gimsteinar og
elektronikkur. Heysið mesan og stórsegl!
Men heima í Føroyum savna eldhugað fólk pening inn. Ikki bara til tey fátæku úti í heimi, men til jólahjálp til teirra í okkara kæra heimlandi, sum ikki megna
at keypa jólagávur, jólatræ og jólaklæðir. Og á býartorgunum syngja smábørn, klokkur ringja, og handilsvinnan spennur seg út. Uppi á Húsareyni ganga SEV-menn
og leita eftir staði at seta tíggju stórar vindmyllur upp. Ein løðistøðskal síðani byggjast til ta grønu orkuna, tí tá ið alt kemur til alt, er grøn orka
okkara einasta vón her á klótuni. Øll vita tað. Øll ynskja tað. Jamen, hvat er tað tá, sum forðar okkum í at seta hetta í verk? Tað eru vit sjálv. Tað er
grammleikin, sum vil hava meira – vøkstur – bara ein ella annan ódefineraðan vøkstur á jarðarknøttinum, so hann kann mala skjótari og skjótari – uttan høpi og
uttan fyrilit til komandi ættarlið. Hvussu ofta skulu vit siga tað: jørð okkara hevur ongan plan B. Jørðin er unik, og vit hava onga aðra staðir at fara.
Hví koma so ongar skaldsøgur út í Føroyum? spurdu tey undan jólum. Spurningurin er leiðandi og í grundini høpisleysur, tí í hundrað ár eru hundrað
skaldsøgur komnar út í Føroyum. Í miðal verður tað ein um árið. Hvat land her námindis kann reypa sær av tí sama? Í hundrað ár hava okkara skrivandi
fólk stríðst við skaldsøguskriving – í síni frítíð. Ein Heðin Brú, ein William Heinesen, ein Martin Joensen, Richard B. Thomsen, Jens Pauli Heinesen, Regin í
Líð, ein Jørgen Frants – á deyðastrá. Onkur lærdur ljósasløkkjari vildi vera við, at nógvar av hesum skaldsøgum vóru “hjemstavnsromaner”, og eg má so siga,
hvat er í grundini galið við heimstaðarskaldsøguni? Kann ein slík ikki vera eitt litterert upplivilsi? Kann ein sovorðin ikki stimbra hugin at lesa tína fyrstu
skaldsøgu fyri síðani at koma longri? Fyri tann skrivandi er heimstaðurin upphavsins heimur, frumjørðildið og fatanarvøgga, sum tú restina av ævini kanst oysa
úr sum úr einum brunni. Tað er her, tú fært tín samleika, og uttan henda blóðbankan av fantasii og inspiratión fara ongar skaldsøgur at verða skrivaðar. Men
materialisman fatar tað ikki. Materialisman vil hava materiu og ikki ond. Materialisman vil hava cost benefit og at tað skal ganga skjótt. Men at skriva eina
skaldsøgu tekur langa tíð og krevur nógva mentala orku. Fólk mugu fáa náðir at fordjúpa seg og hugsa, so tey fáa skapt henda fiktiva heimin, hesar “listarligu
lygnirnar” sum, um tær eydnast væl, fáa lesaran at halda, at tær eru sannar og ramur veruleiki.
Í Føroyum brenna vit ikki bøkur, men vit kyssa tær heldur ikki. Lat okkum onkusvegna kyssa tey, sum í dag skriva bøkur á føroyskum máli. Vit kunnu ikki vera
tey fyri uttan, og latið okkum tí vakna og rætta teimum “tæguna at bera víðari fram á vegin” og vóna, at um hundrað ár, tá ið Okkara gamli heimur er horvin,
fara hesi at verða kyst og klappað og tikin í ramasta álvara av landsins lóggevandi myndugleikum.