Veiða Vind

Bókaprát
08.05.2011
Sprotin

Veiða Vind er stórfingið upprunaføroyskt tónleikaævintýr eftir Kára Bæk og Rakel Helmsdal. Janus á Húsagarði hevur myndprýtt, og úrslitið er ein framúr vøkur myndabók við fløgu, har Føroya Symfoniorkestur spælir tónleikin, og Annfinnur Heinesen lesur ævintýrið.

Veiða Vind er eitt tónleikaævintýr um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í
einum skapandi meldri. Søgan byrjar, meðan stóribeiggi liggur og lesur uppá kvæðið um Ólav Riddararós, sum skal út á heiðina at veiða villini hind. Lítlibeiggi
misskilir, men fær íblástur til at fara út at veiða vind. Systir hansara fer aftaná, og so fær hugflogið fríar ræsur…

Tónaskaldið fær íblástur frá kvæðalagnum og skapar eitt frálíkt tónleikaverk, sum uttan iva fer at hugtaka bæði børn og vaksin.

Talan er um stóra innbundna myndabók í litum, 26,5 x 26,5 cm., sum er 42 blaðsíður.

Við bókini fylgir fløga, har Føroya Synfomiorkestur við Bernhardi Wilkinson, sum orkesturleiðara spælir tónleikin.

Mánadagin 9. mai byrja barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri. 3 konsertir verða hvønn dag, frá mánadag til hósdag 12 mai. Her fáa øll børn í Føroyum frá
3-10 ár møguleikan at hoyra nýggja tónleikaverkið Veiða Vind, sum er skrivað til høvið. 3500 børn úr øllum Føroyum hava longu teknað seg at koma í
Norðurlandahúsið hesar dagarnar.

Føroya Symfoniorkestur framførir tónleikin, meðan Annfinnur Heinesen, sjónleikari, lesur søguna, samstundis sum vøkru myndirnar hjá Janusi verða vístar á
stórskýggja aftanfyri orkestrið.

Umframt nýggja verkið Veiða Vind, verða eisini onnur viðkomandi tónleikaverk framførd, sum børnini kenna. Kenda lagið hjá Olsen bandanum verður m.a. spælt, og
børnini sleppa at syngja nakrar føroyskar barnasangir saman við Føroya Symfoniorkestri.

Barnakonsertirnar hjá Symfoniorkestrinum eru sera væl umtóktar. Afturvendandi barnakonsertirnar eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Føroya
Symfoniorkestur, NÁM og Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum geva tónleikaverkið út í bók. Í 2009 framførdi Føroya Symfoniorkestur verkið Magnus Musikus, sum
eisini kom út sum bók við fløgu.

Tórshavnar Býráð, Mentamálaráðið og onnur hava stuðlað og gjørt tað møguligt at hava barnakonsertir og geva verkið út í bók.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...