Vágamentan
Í samband við at Mina Reinert hevur givið bók út um vágamentan, verður ein kvøldseta hildin í Sørvágs skúla, mikukvøldið kl 20.
Vágar eiga eitt serstakt pláss í føroyskari krígssøgu. Oyggin var høvuðssæti hjá bretska hersetingarvaldinum í seinna veraldarbardaga. Ikki einans vóru nógv fleiri bretskir hermenn í Vágum enn aðrastaðni í landinum, men oyggin var eisini avbyrgd. Fólk skuldu hava pass fyri at sleppa av oynni ella til hana.
Hetta hevur sjálvandi sett síni spor. Men hvussu hevur tað ávirkað oynna? Í Vágamentan, ið Mina Reinert júst hevur givið út, kanst tú lesa um, hvussu viðurskiftini vóru í Vágum fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini, og hvørjar broytingar hon hevði elvt til eftir krígslok. Í frásagnum, viðgerð og myndum lýsir Mina, hvussu grundleggjandi lívið broyttist í Vágum millum 1930 og 1960, og vísir hon serliga á, hvussu stóran týdning hersetingin hevði fyri, hvussu vágamentan hevur ment seg.
20:00 Vælkoma
20:10 Samrøða við Minu Reinert
20:30 Tónleikur – Holgar Jacobsen
20:40 Jóan Pauli Joensen hugleiðir um vágamentan
20:55 Tónleikur – Holgar Jacobsen