Útlendskar lýs
Eg fekk ein skelk nú í vikuni. Eg var inni í einum bókhandli í Havn. Tað dámar mær væl. Eg eri bókafreak ella okkurt líknandi. Bókhandilin er ógvuliga hugnaligur, og tú fært nógvar spennandi bøkur til keyps.
Men skelkurin komst av framsýningini av bókum til heilt smá børn. Hetta eru pappbøkur, ljóðbøkur og kenslubøkur, har barnið kann strúka fingrarnar eftir onkrum, sum gevur tí eina ávísa kenslu í fingrarnar.
Í framsýningini vóru næstan bara danskar bøkur!
Harav skelkur, tí eg má sannheit at siga viðganga, at eg eri so idiotiska optimistisk, at eg haldi, at nú er undirbrotligheitin fyri donskum gott og grundiga manað til jarðar. Men so er als ikki eftir øllum at døma!
Eg plagi ikki at mangla orð, men eg harmist við at viðganga, at eg I hesum føri manglaði orð, eg komdi mær ikki at fara yvir til starvsfólkið at spyrja, hvat hetta hevði at týða.
Kanska var tað bara undirbrotligheitin, sum stakk høvdið fram?
Ella eisini hevur tað okkurt við hetta at gera, at tá tingini blíva so út um alt mark vánalig, so veit man bara ikki, hvat man skal gera.
Tí eg haldi veruliga at hetta er út um alt mark vánaligt, at ein bókhandil í høvuðsstaðnum í Føroyum leggur størri dent á at selja danskar smábarnabøkur enn føroyskar!
Eg vil til ein og hvørja tíð siga, at sjálvandi skulu føroyskir bókhandlar hava bøkur á øðrum máli enn føroyskum. Tað koma alt ov fáar tekstbøkur út á okkara egna máli, so um lesarin skal hava eitt breitt úrval av bókum, so mugu bøkur eisini kunna fáast á t.d. donskum og enskum,. Men at tað skal vera neyðugt fyri aldursbólkin 0-7 ár er slutur og tvætl. Úrvalið av bókum til henda aldursbólk er nóg stórt at nøkta ein hvønn tørv. Og ikki at gloyma, so er góðskan á týddum smábarna- og myndabókum fult á hædd við danskar týðingar, og so eru bøkurnar á føroyskum, og tað má gud hjálpi okkum hava okkurt at siga!
Sjálvandi skal ein handil hava góða tænastu, hann skal sjálvandi kunna siga við eitt fólk, sum kemur at spyrja eftir eini danskari pappbók, at hann fegin vil bíleggja bókina, ella kanska havt eina hill við nøkrum pappbókum til donsk foreldur í Føroyum, men at tær føroysku smábarnabøkurnar skulu vera goymdar burtur, stúgvaðar inn í hillar, er mær ein gáta.
Føroysk foreldur mugu fáa føroyskar bøkur til børn síni. Vit búgva í Føroyum, og foreldrini eiga at sleppa at lesa tey fáu orðini í smábarnabókum á sínum egna máli.
Eg var so himmalska fegin, tá ið Bókaklubbin varð settur á stovn á sinni, eg búði úti á bygd við smáum børnum, og vit fingu bøkur sendandi við pakka hvørja ferð útgávudagur var. Og tað var ikki minst Ingrið Sondum og Føroya lærarafelag fyri at takka. Bøkurnar vórðu lisnar úr enda í annan, tugdar og tanlaðar aftur og aftur, og soleiðis er hjá flestu foreldrum við smáum børnum.
So mítt ynski skal vera, at føroyskar smábarnabøkur fáa bestu sømdir. Ein bókhandil er ómissandi stuðul undir eini mentaðari tjóð, hann er við til at stuðla málinum, við til at økja um kreativitetin og um hugsan.
Vit eru fleiri, ið ikki kunnu vera tykkum bókhandlar fyriuttan, men skil má vera í galskapinum.