Útlát ella avlát

Ymist
04.05.2010
Sprotin
Katólska kirkjan uppfann í sínari tíð avlát fyri at útvega sær kapital og legði soleiðis grundina undir, at fólk í meira ella minni innpakkaðum líki fóru undir at brúka pengar og onnur virði at keypa sær betri samvitsku fyri. So kom Luther og spilti spælið hjá pávanum. Hann var noyddur at finna aðrar útvegir at halda sínum apparati gangandi og uppfann bøtur og konfiskasjón – men tað er ein onnur søga.

Síðan tá hava vit meira ella minni enduruppfunnið avlátið fyri at sleppa frá at liggja svøvnleys og hugsa um, hvat vit áttu at gjørt.

Vit gjalda enn trúliga kirkjuskatt meira enn 400 ár eftir, at Luther læt okkum vita, at vit onki fáa fyri hann. Men ivaleyst munnu vit gera tað fyri at sleppa
undan at hava ringa samvitsku av, at vit ikki ganga í kirkju.

Vit gjalda skatt fyri, at pedagogar kunnu ansa okkara børnum frá tíðini, áðrenn børnini duga at ganga, og fyri at lærarar kunnu undirvísa teimum, so vit sjálv
sleppa frá at hava ringa samvitsku av, at vit ikki hava tíð til teirra.

Vit gjalda gleðiliga okkara súrt vunnar krónur fyri, at samfelagið skal taka sær av okkara sjúku og gomlu, ja vit gjalda enntá okkara politikkarum,
fakfelagsfólki og pensións-apostlum løn, so vit sleppa frá at hava ringa samvitsku av, at vit ikki tíma at hugsa sjálv.

Pól Watson var ein av teimum fyrstu, sum fann uppá, at vit skulu hava ringa samvitsku av, hvussu vit fara við náttúruni. Hvør minnist ikki rokið um, hvussu
synd tað var í tí elskuliga grindahvalinum?

Síðan tá hevur tað bara vundið upp á seg, men fyri at tað ikki skal vera ov lætt at kenna grýluna aftur er tað síðsta nýggja, at tað skal eita útlát í staðin
fyri avlát. Og fyri at fáa tað at ljóða so vísindaligt sum gjørligt, hevur barnið nú fingið navnið “CO² útlát”.

Sum til ein og hvønn annan rættiligan barnadóp verður kravt, at gubbar eru. Millum gubbarnar hjá hesum nýggja alvanum teljast Umhvørvisstovan, SEV og
Jarðfeingi, og fyri at látast sum um, at álvara er í, varð skipað fyri fundi í Norðurlandahúsinum, har fyrireikararnir høvdu fingið fatur á serfrøðingum –
útlendskum sjálvandi – at siga okkum, hvussu vit skulu fara við barninum. Aftan á nógv uttanumtos kom fram, at tað besta, sum meinigi maðurin kann gera fyri
umhvørvið, er keypa sær eina CO² kvotu og grava hana niður.

Fyri fyrstu ferð hevur tað almenna í Føroyum verið framman fyri sína tíð. Vit hava síðan einaferð í seinasta øld trúliga goldið 80 oyru av hvørjum litri ella
umleið 900 krónur av hvørjum oljutonsi í avláti.

Dagsprísurin á CO² kvotum er á leið 90 krónur fyri tonsi. Tað gevur okkum 10 tons av kvotu fyri 1 tons av olju. Við tað at 1 tons av olju gevur 3 tons av CO² ,
tá ið vit brenna tað, eru 7 tons til avlops.

Vit ganga sjálvandi út frá, at tað almenna tekur sær av kvotaskipanini – tað hava vit jú goldið teimum fyri gjøgnum skattin (sí omanfyri) – og sostatt ber ikki
til at koma til annað úrslit enn, at fyri hvørt tons av olju, vit brenna, spara vit umhvørvið fyri 7 tons av CO².

Samvitskan er – enn einaferð – bjargað, og vit kunnu aftur gera sum vit plaga.

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...