Ukrainska dagbókin

Lesikrókurin
19.05.2023
Sprotin

Tá ið ukrainski forsetin Viktor Janukovitj í 2013 noktaði at skriva undir samstarvsavtalu við ES, fóru fólk út á gøturnar at mótmæla. Miðdepilin fyri mótmælini var Frælsisplássið – Maidan – í Kiev.

Sum fráleið harðnaði stríðið millum mótmælisfólk, myndugleikar og prorussiskar bólkar, og tað leiddi til kollvelting í Ukraina. Um sama mundið tók Russland Krim hálvoynna, ukrainski forsetin flýddi til Russlands, og stríðið í Donbas har eystur í Ukraina varð alt blóðugari.

Nærindis Frælsisplássinum í Kiev búði rithøvundurin Andrej Kurkov, og hann skrivaði hugleiðandi dagbók um hendingarnar. Hann skrivaði um politisk viðurskifti, um mótmæli og samanbrestir og um gerandisligar hendingar í egnum lívi.

Í Lesikrókinum verður “Ukrainska dagbókin” hjá Andrej Kurkov viðgjørd. Gestir eru Dánial Hoydal, Liljan Weihe og Páll Oddur Rubeksen.

Vertur er Eyðun Klakstein.

Deil á

Aðrar greinar

Lesikrókurin
Saltleiðirnar

Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk.  Høvundurin fylgir s...

Lesikrókurin
Sigmundur og gullringurin

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við ...

Lesikrókurin
EDEN

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har ...