Tølarans snildir

Bókaprát
05.07.2011
Sprotin

At myndin hevur so stórt trúvirði og liggur so nær upp at veruleikanum ger hana til ein miðil, sum lættiliga ávirkar okkum og bendir hugsanirnar. Umframt tað dugir myndin at skotra seg djúpt inn í kenslurnar. Nú er bók komin, sum greiðir frá, hvussu allar hesar snildir virka, og hvussu tær verða brúktar at ávirka okkum. Tað verður gjørt við dømum úr filminum Barbaru, sum Nils Malmros leikstjórnaði.

Tú ert púra hjálparleysur. Filmurin floymir beint inn í sálina. Tú setur teg inn í myrku biografhøllina. Natúrliga sjónarvíddin, sum er 90 stig, verður smalkað niður til lýsandi flata, sum fevnir ikki um meir enn 15 stig. Hugurin verður hildin fastur í ávísum deplum, og so líðandi fylgja vit tonkunum hjá filmsstjóranum. Ikki før fyri at koma okkum undan fylgja vit bergtikin við, flenna at tí sama og lippast samstundis.

Filmur er tølari, og tað sermerkir film, at hann ávirkar og stýrir og fær áskoðaran hagar, hann vil hava hann. Hann kann bart út ikki lata vera, tí hann hevur so nógvar snildir at taka til.

Tilvitskan og filmurin
Bókin FILMUR lærir okkum tað mál, sum livandi myndir nýta, og sum vit noyðast at læra betur og betur, tí myndamiðlarnir eru allastaðni. Tilvitska um film og snildirnar ger okkum vandin og gevur okkum kunnleika, vit fáa nógv gagn av. Gleðin at hyggja at filmi hvørvur ikki fyri tað, men vit fáa eitt vist tamarhald á tí, ið fer fram. Vit verða sjálvandi tøld, men tí vit lata okkum tøla.

Ein slík tilvitskumenning um filmmálið eigur at vera í allari undirvísing, tí filmurin kann verða borin saman við teir tekstir, vit vanliga fáast við í skúlanum. Tann kunnleiki, vit ogna okkum við at kanna tær tølandi frásøgusnildirnar, kann so aftur byggja brúgv inn í bókmentirnar.

Týdningurin, sum myndborna málið hevur, fer bara at vaksa. Tann, ið hevur okkurt upp á hjarta og vil røkka nógvum fólkum við boðskapi sínum, má leggja vegin ígjøgnum myndmiðlarnar, tí “tað er hondin, ið heldur á myndatólinum, sum stýrir heiminum.” Ein viðurkendur sannleiki millum filmfólk.

Øll fata myndir
Øll fata myndir. Fortreytin er, at tú venur teg við miðilin – eingin rættilig upplæring krevst. Áskoðarin nýtir hugflogið til at fata eina filmsøgu, annars krevst einki serligt av honum. Men myndirnar eru sjáldan partleysar og uttanveltaðar, tær bera í sær metingar og hugburð. Til tess at sleppa undan, at myndirnar reka okkum og broyta okkum, er neyðugt at læra at lesa myndamálið vandaligari. At læra at lesa skrivaðar tekstir vandaliga hevur leingi verið stórt evni í skúlanum. Tað hevur kanska uppaftur størri týdning at duga at lesa livandi myndir vandaliga, bæði tí at tær eru so “óendaliga nógvar”, og tí at tær glíða so ógáaðar inn í okkum. Myndirnar tala meira til kenslurnar enn til vitið, og kenslunum hava vit einki serligt tamarhald á.

Bókin FILMUR fer víða og lærir okkum um myndaskurð, frásjón, myndbygnað, hjátýdningar, litir og ljós, tíð og rúm, ljóð og frásøguhættir. 

Myndirnar herma eftir veruleikanum
Myndirnar herma eftir veruleikanum. Vit sansa tær beinleiðis, teimum nýtist ikki fyrst at fara gjøgnum okkara vit. Henda umveg mugu orðini fara. Tí duga vit ikki so væl at ivast í tí, vit síggja, ið hvussu er ikki fyrr enn tað gerst okkum greitt, hvussu nógvar møguleikar filmar hava at benda og snara hyggjaran ávísa leið.

Hóast filmsmiðurin ætlar at leggja tilfarið fram so objektivt sum til ber, umberst ikki, at hansara sjónarmið gera vart við seg og seta sín dám á frásøgnina. Tað er veruleikin, sæddur gjøgnum sinnið á einum fólki. Hevur filmsmiðurin ætlað sær at ávirka, hevur hann góðar møguleikar við tilfarinum, hann brúkar, klippingini, viðmerkingum á ljóðrásini, og hvussu hann tekur upp. Filmurin kann vera úlvur í roði, einki er at ivast í tí. 

Upptøkur og moralur
– Upptøkuhornið er spurningur um moral-, skal kendi franski filmsstjórin Jan‑Luc Godard hava sagt. Filmsmiðurin kann endurgeva tilfarið so partleyst sum til ber og taka upp í vanligari eygnahædd. Men hann kann eisini nýta yvirvinklaða ella undirvinklaða upptøku og á tann hátt ráða fyri, hvussu áskoðarin skal uppliva og tulka myndirnar. Alt tílíkt og mangt aftrat koma Marjun og Elin inná í bókini FILMUR, sum er fesk á marknaðinum. 
  
Í sambandi við FILMUR geva vit skaldsøguna Barba og harra Pál og Dýrmæta lív út í nýggjari útgávu. Við tí í hyggju, at skaldsøgan verður brúkt saman við filminum, eru greinir skoyttar upp í bókina aftast um Jørgen-Frantz Jacobsen, um Beintu og menn hennara, sum Hans Jakku Debes, sáli, skrivaði, og søgnin um Beintu og Peder Arrheboe.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...