Til henda dag
Tá ið eg var 14, var eg í ramasta álvara biðin um at velja mína yrkisleið.
– Eg vil vera skald!
– Halt teg til veruleikan!
So segði eg teimum, at eg vildi vera professionellur glímari.
Og tey søgdu: Ikki tvætla!
Eg var biðin at góðtaka samleikan, onnur góvu mær.
Tá ið eg var 15-18 ár, hataði eg meg sjálvan fyri gerast tað, ið eg hevði andstygd fyri – ein happari.
Til henda dag
Ein talað yrking eftir Shane Koyczan
Hvør tann einasti skúli var eitt stórt sirkus, og tignarskipanin gekk frá akrobatum til ljóntemjarar, frá fívlum til hjálparfólk. Øll hesi vóru langt, langt framman fyri okkum. Vit vóru vanskapningar, dreingir við tummilfingrum, og gentur við skeggi, serskøltar, ið liðu undir depressjón og einsemi, løgdu kabal, rullaðu fløsku og royndu at mussa tað særda í okkum sjálvum og royndu at lekjast. Men á nátt, tá ið hini svóvu, gingu vit á spentari línu. Tað var venjing, og jú víst snávaði onkur okkara. Men eg sigi teimum, at alt hetta lortið er burturkast, leivdir, tá ið vit endiliga gera av at knúsa alt tað sundur, sum vit hildu, vit plagdu at vera, og dugir tú ikki at síggja nakað vakurt í tær sjálvum, fá tær so ein betri spegil, hygg eitt sindur gjøllari, star eitt sindur longur, tí tað er okkurt inni í tær, ið fekk teg at halda fram, hóast øll bóðu teg gevast. Tú stoypti ein garð um títt brotna hjarta og skrivaði undir. Tú skrivaði “tey fóru skeiv”. Tí kanska hoyrdi tú ikki til ein ávísan bólk ella eina ávísa kliku, kanska valdu tey teg allarseinast til bóltspølini og alt. Kanska plagdi tú at ganga við snuddum og brotnum tonnum fyri at siga frá, men tú segði ongantíð frá, tí hvussu kanst tú halda teg omaná, tá ið øll vilja grava teg undir jørð? Tú mást trúgva, at tey fóru skeiv! Tey fóru heilt víst skeiv. Tí hví eru vit annars her enn?
– Shane Koyczan (Týðing: Sára Mikkelsen)
Sí framførsluna her. Ted talk: Shane: