Tíggjunda leikritið

Bókaprát
09.06.2014
Sprotin

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir
skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Fyrsti leikurin í røðini var ”GUNNAR HAVREKI”, 1889, sum
Rasmus C. Effersøe skrivaði.

 

Nú kemur so tíggjunda leikritið, ”HIN POLITISKI
KANNUSTOYPARI”, sum Ludvig Holberg skrivaði í 1722. Rikard Long týddi leikin,
sum kom út á føroyskum í 1922.

 

Leikurin er í fimm pørtum. Í stuttum snýr hann seg um ein
kannustoypara, sum fer upp í politikk og vanrøkir arbeiði sítt. Fólk billa
honum inn, at hann er valdur til borgmeistara í býnum, og tá gerst honum greitt,
at hetta hevur við sær, at hann nú hevur ábyrgd og má taka tungar avgerðir.

 

Sjáldan man ein leikur hava havt meira at siga føroyingum
enn júst í dag.

 

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði
til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi
skreytmynd.

Leikrit 10 er 136 s.


Forlagið
FANNIR

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...