Svøltur

Bókaprát
26.10.2015
Sprotin

Tað var í teirri tíðini, tá ið eg svøltandi válaði um í Kristiania, hesum undurfulla býi, sum eingin fer úr, áðrenn hann er merktur av honum …

Soleiðis byrjar hon, debutskaldsøgan hjá
Hamsun í 1890 um hansara alter ego, 
unga mannin við dreymum um at gerast høvundur á kalda kamarinum í
Kristiania. Dagarnir laga seg sum vónglottar og vónbrot og ein eirindaleysur
dystur um at fáa mat í munnin. Skal tað eydnast, má hann skriva. Ritstjórin á
blaðnum er ofta ikki at hitta, og er hann har, góðtekur hann ikki hvønn hissini
smátekst, hann fær upp í hendur. 
Stoltleikin skal standa sína roynd umaftur og uppaftur. Veðlánarin
verður vitjaður, treyðugt men kortini vitjaður. Men neyðin rekur hann út hagar,
ið øll siðvenja verður skrædlað omanav, og eitt nakið, hungurstungið og
fjáltrandi menniskja trínur fram.

Hann hittir eina vælbjargaða gentu, eina av
tí fínara slagnum, sum ger, at fátæktin verður uppaftur sjónskari og beinleiðis
rívur í eyguni. Svongdin, kuldin, einsemið aftur ímóti fjálgu, hugnaligu
stovuni við døgurðanum á borðinum.

Hamsun kavar niður í sálardýpið og lýsir
fepurgyklið hjá manni, ið riðar heilt úti á ytstu trom. Men kortini vinnur
vónin á øllum. Vónin og dreymurin um eitt betri lív sloknar ongantíð.  

Upp á skift smírist tú at hansara klombrutu
royndum at fjala fátæktina: Eg var matur
og gekk og spýði her og har í loyndum
 og stuundum syrgir tú um hesa vanlukkuliga vesaligu tilveru.

SVØLTUR er úr enda í annan ein tennandi ferð
inn í tilveruna hjá einum menniskja, sum gongur og melur í einum stórbýi á
markinum at verða týnt av kørgum korum og tí eirindaleysa dystinum at fáa
fótafestið aftur í lívinum. Hesin dysturin verður meistaraliga væl lýstur í
bókini.  At enda gevur hann skarvin
yvir og rýmir við skipi til Onglands.

Úti
á fjørðinum rættaði eg meg einaferð upp, vátur av fepri og máttloysi, hugdi inn
ímóti landi og beyð býnum farvæl fyri hesa ferð, Kristiania, har tað skein so
blankt úr vindeygunum í øllum heimum.


Soleiðis endar hon – skaldsøgan, sum telist
millum tær allarfrægastu. 

Svøltur kann keypast her

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...