Sven Delblanc

Bókaprát
02.11.2014
Sprotin

Tá ið Sven Delblanc andaðist í 1992, hevði ein av mongu minningargreinunum hesa yvirskriftina: “En lärdomsgigant har gått ur tiden”. Sven Delblanc var ikki bara óvanliga væl skúlaður, men hann var eisini ein av týdningarmestu svensku rithøvundunum í seinnu helvt av farnu øld. Hann var sjáldsama málkønur og hevði til fragd at lesa Homer á forngrikskum.

Sven Axel
Herman Delblanc, rithøvundur og bókmentasøgufrøðingur, fil.dr. 1965 og dosentur
í Uppsala, var føddur í Swan River í Kanada árið 1931. Pápin royndi seg har sum
búnaðarmaður, men barnaárini vóru hørð, tí jørðin var kørg, so tað var sannur
vesaldómur. Í 1934 flytur húskið heim aftur til Svøríkis og búsetur seg í
Vagnhärad í Södermanlandi. Í 1942 verða foreldrini sundurlisin. Í 1946 leitar
faðirin yvir aftur til Kanada. Í 1944 flytur Sven við móður sínari til Södertälje.
Tvey ár seinni ger hann ferð yvir at vitja faðirin frá mai til september. Tá ið
hann í 1952 hevur gjørt hertænastu og fingið studentsprógv, flytur Sven til
Uppsala, har hann lesur bókmentasøgu og søgu.

Hann giftist í 1955 Christinu Ekegård, og árini 1958-1964 skrivar hann
bókaummæli fyri Arbetarbladet, og árið eftir fer hann í fast starv sum
dosentur. Í 1962 kemur fyrsta skaldsøga hansara, Eremitkräftan, og árið eftir
fær hann sína stóru viðurkenning við skaldsøguni Prästkappan. Og aftur árið
eftir, í 1964, verður hann aftur fagnaður og fær viðurkenning fyri fyrsta
útvarpsleikrit sítt, Ariadne och påfågeln. Og nú letur hann verk eftir verk úr
hondum.

Í skaldsøgum Sven Delblancs verða hugfloygdar og
andbornar frásagnir tvinnaðar saman við líkingar og frumsagnalig fyridømi og
ein alt størri og sjónligari politiskan áhuga. Sven Delblanc var alt annað enn
íhaldsmaður.

Sum
serfrøðingur í 17.- og 18.-aldarbókmentum (Prästkappan fer fram í 1700-árunum)
er hann bæði ein lærdur og ein fólksliga bersøgin frásøgumaður.

Hann
málar við djørvum litum og skiftir millum káta groteska og myrka nihilismu. Í
1970- og 80-árunum var Delblanc ein av oddafiskunum í tí, sum sviar róptu
“berättelsens återkomst”, og hann vann áhaldandi fólksins yndi við
skaldsøgum sínum við sjálvsævisøguligum bakstøði – sokallaðu Hedebybókarøðini
og Samuelsbókunum – og sum eisini vórðu filmaðar og sendar í sjónvarpi.

 

Yvir øllum
ritverki Delblancs liggur skuggin av faðirinum. Hann lýsir hann sum harðrendan,
sjálvsøknan, men eisini sjáldsama málsliga gávuríkan og fullan í ramari
gamansemi, og hann letur hann í sum ein gamaltestamentligan, revsandi
dundurgud, sum Fríðrik mikla ella Marquis de Sade. Hann spøkir allar staðir:
“Hann hevur so mong nøvnini, faðir mín. Eitt av nøvnum hansara er Evropa.
Hetta stolta, yndisliga, harðrenda Evropa, sum eg havi hatað og elskað meir enn
alt”. Faðirin, Siegfried Delblanc, verður flokkaður saman við Shopenhauer
og Nietzsche, sum vóru fyrimyndir hjá Sven á ungum árum.

Móður sína hevur Sven Delblanc lýst sum elskuliga og góðsliga, men
eisini ógviliga viðbrekna og kenslusama. Saman við báðum systrunum var mamman
ljósið í lívi hansara á ungum árum. Í ritverkinum kemur blómandi
kirsuberjatræið fram sum ein ímynd um ljósu lívsvirði hansara. Í minnisbókunum
avdúkar hann barndómin, sum hann annars bara hevði brúkt sum støði undir fyrru
skaldsøgunum.

Í Uppsala
ráddi skilvís positivisma. Delblanc kallar seg onkuntíð “evropiskan
høvund”. Abbi hansara var komin til Svøríkis úr Týsklandi.

Árini 1968-69 var Sven Delblanc gestaprofessari á Barkley
univeritetinum í Kalifornia. Hann var ómetaliga virkin og hevur skrivað bókmentalig
stórverk. Millum annað skaldsøgurnar Eremitkräftan, Prästkappan, Homunculus,
Nattresa, Åsnabrygga, Åminne, Zahak, Primavera, Stenfågel, Vinteride,
Kastrater, Stadsporten, Grottmannen, Gunnar Emanuel, Kära Farmor, Speranza,
Samuels bok, Samuels döttrar, Jerusalems natt, Kanaans land, Maria ensam, Moria
land, Änkan, Ifigenia, leikrit sum Morgonstärnan, Den arme Richard, Senecas
död, Damiens, stuttsøgusøvn og minnisbøkurnar Livets Ax, Slutord, Agnas,
ritroyndasavnið Homerisk hemkomst og harumframt onnur stórverk sum t.d. Den
svenska litteraturen í sjey bindum.

Fyrsta skaldsøga hansara,
Eremitkräftan, fekk stak góð ummæli. Bókmentaummælarin Victor Svanberg helt
fyri, at tað hevði verið óreint at rópt hesa skaldsøguna “lovandi”,
tí hon var ein fráboðan frá einum fullbúnum rithøvundi. Við næstu bókini,
Prästkappan, sum kom út árið eftir, í 1963, gjørdi hann reiðiliga hol í
sjógvin. Í 1970 fekk hann bæði Litteraturfrämjandets stora pris og Svenska
Dagbladets litteraturpris. Í 1982 fekk hann Bókmentavirðisløn
Norðurlandaráðsins, í 1985 Pilotpriset og í 1991 Augustpriset.

Á føroyskum eiga vit tvær bøkur
hansara: “Lívsins aks” og “Orð at enda“, sum Sprotin hevur
givið út.



Brot úr
bókini “LÍVSINS AKS”:

  

“Mamman hevði fingið
ilt, eftir tað at hon hevði lyft okkurt ov tungt undir hørðum arbeiði. Eg var
føddur seks vikur ov tíðliga, men var kortini stórur og tungur og striltin at
bera í heim. At eg var føddur ov tíðliga, kann kanska greina, hví eg eri so
óregluliga bygdur. Vinstra kropshálvan er størri enn høgra, somuleiðis vinstri
fótur mín. Vinstra eyga mítt er veikt. Eg fari at doyggja av heilabløðing.

Tá ið eg var unglingi millum trettan og nítjan, segði pápin, at eg
var fruktin av einari skrædnaðari hít. Hann stórlæði, tá ið hann hevði sagt mær
hetta. Mær varð ógvuliga dátt við.

Síðstu ferð, eg hoyrdi um óhugaðu skapan mína, var, tá ið eg vitjaði
hann í Minitonas á sumri í 1947. Eingin góðsemja ráddi tá ímillum okkara. Tað
var ikki søgan um, hvussu eg varð gitin, sum argaði meg, tí sovorðið var eg so
vanur við. Harafturímóti østi tað meg, at hann háðaði eina eldri systur  mína. Tá sprakk eg í øðini upp ímóti
pápa mínum, kanska var tað gott fyri sjálvkenslu mína. Øðin spann í devilin um
uppreistur mín, og hann vildi skjóta meg við byrsu.

Viðurskiftini við pápa mín hava lagað sinnalag mítt. Eg kann
viðhvørt vera sleiskur og royna at tekkjast øðrum við skemti og glensi, sum tá
ið eg royndi at tekkjast honum. Ert tú ikki ein kravmikil vatnskalli, sum tekur
ritstarv títt í álvara, er henda atferð frálík, tá ið tú hevur samband við fjøl­miðlar,
sum vanliga meta rithøvundar sum býttlingar.

Hetta er bara ein av teimum rótføstu og vandu leiklutunum. Í einsemi
kann eg smokka niður í tungsinni og atgerðarloysi. Ella eg kann reisa meg í reiði
ímóti tí, sum eg síggi av óndskapi, órættvísi og mutri.

Harðstjórar og muturfongdir svara tá sum pápi mín við harmi, sum
teir hava rætt til. Eingin hevur tó skotið eftir mær við byrsu.

Tað finnast so mangar aðrar atferðir.

Um eg var eitt óynskt barn, borin í heim av einum mistaki, hevði tað
sína einføldu frágreiðing. Dýrt og torført var at fáa fatur á hítum og øðrum,
sum fyribyrgdi gitnaði. Eg minnist tað frá 1947, tá gessigir vinmenn í
Minitonas leitaðu sum óðir eftir “French Safes”, sum tær itu. Pápi
mín hevði ikki ráð at fáa fleiri børn, mamman mundi ikki vilja. Henni longdist
heim til Svøríkis og gekk kyk av manni sínum, í hansara føvningi føldi hon bara
ræðslu. Tríggjar døtur hevði hon átt, ein var deyð sum nýføðingur. Kreppan hekk
nívandi yvir Manitoba, maturin var tepur. Tað óynskta barnið var ein munnur
meira at metta.

Kortini tykist
eg hava fingið gleði í húsið. Á einum bóndagarði er tørvur á einum soni til
útiarbeiðið, at ala av sær og fáa ein son var ærumikið. Fedrarnir í ættini
kravdu, at ættin helt fram í nýggjum lívi. Drongurin varð doyptur Axel eftir
ólukkuliga abba sínum í móðurætt, Herman eftir týska abba sínum. Sven var nýtt
navn í ættini, men móðirin kravdi eitt svenskt navn til henda kanadiska
ríkisborgaran. Henni longdist heim.”



Brot úr bókini
“ORÐ AT ENDA”:
“Deyðans
harða mjadnarknúta berjir og bukar í herðaskjáttu tíni, tá ið tú fert út í
stríðið. Tað vilt tú helst ikki vita. Eg beri lívsins marskálkssprota í
herðaskjáttu míni, sigur tú, ljóðkáti hermaður.

Deyðin er til fyri onnur, ikki fyri meg.

Og tá ið boðini koma – tú verður ovfarin og kennir teg særdan. Hví júst
eg? Deyðin er til fyri onnur.

Hvussu nógv av hesum er søguliga treytað? Er tað lættari hjá tí
gudrøkna at taka ímóti boðunum við sálarrógv?

Tað haldi eg ikki. Sinnistamarhald stóuspekinnar tykist sum
bókmentaligt rakstrarróp. Lívsviljin er sterkari enn trúgv okkara á okkurt
handanfyri. Lýs bara út í æsir paradísið við drykkjuveitslum við svínakjøti og
mjøði ella óendaligum hálsfevningum við jasminangandi ungmoyggjum, vit vilja tó
liva, víkingar eins og muhammedsmenn.

Men satt er tað, at nútíðar heilivágur hevur spilt okkum við eftirlæti.
Skal eg veruliga doyggja? Nú, eg havi goldið so nógvan skatt til heilsuverkið?
Eg eigi at krevja . . .

Ja, hvat eigi eg at krevja?

– Racker, wollt Ihr ewig leben, segði Fríðrikur Mikli við sínar
deyðaræddu hermenn. Hetta sama hevði nútíðar heilivágur kunnað kastað okkum
fyri, við betri rætti. Hvat eiga vit at krevja?

Øll rættindi hava mist gildi. Ljóskastararnir slokna, áðrenn akfar títt
rennir út av eggini. Og seinasta, ørandi hugsan tín – eg skal liva leingi
afturat.

Montaigne havnar málsnildur øllum eygnarivum og øllum ótta fyri
deyðanum. Tað forðar tó ikki fyri, at sjálvur styðjar hann seg til eygnariv.
Hann heldur, at hann verður áttati ára gamal. Hann skaldi ikki so mikið sum
seksti ára aldur og læt ritroyndasavn sítt liggja eftir seg í hálvum gekki.

Hann helt, at hann fór at liva leingi afturat.”

 

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...