Sveimarar
Sveimarar frá 1904 er ein óvanlig Hamsunbók, full av ljósum summarnáttum úti við sjógvin í Norðlandi, fruktaleysum serenadum og góðsligum originalum. Hon er meinaleys og stuttlig í sínum sjálvspeiliga, mutlandi frásøgustíli.
Men eisini í lítlu bygdini er ein tilvera,
sum er fylt við ást, girnd, falsi, øvund og spenningi – enntá ídnaðarnjósning,
sum eingin gevur sær far um.
Sveimarin sjálvur, Rolandsen fjarritari,
er ein góðslig kempa, sum við síni sjarmu hevur tak á konufólki. Vit koma inn í
umhvørvi hansara og fylgja honum í hansara stórlætisdreymum, einum djúpum,
moralskum falli, men eisini heilt upp aftur á eydnutindarnar.
Ein stórbær og undirhaldandi skaldsøga.
Ove Rolandsen er fjarritari við øgiligum
sosialum ætlanum, men honum vantar fullkomiliga strembarans evni og vilja at
sleikja fyri øðrum. Í loyndum ger hann eitt slóðbrótandi fiskalím. Fær hann
patent upp á límið í Týsklandi verður hann so ríkur, at hann kann tvinga gamla
handilsmannin Mack niður á knø –
og giftast dóttur hansara. Hvørki meiri ella minni. Tí ger hann sær ferð eftir
ferð ørindi út á fískalímsverksmiðjuna hjá Mack og letst fjasa við konufólkini,
ið arbeiða har, men í royndum er hann ídnaðarnjósnari.
At Rolandsen reikar so víða ger, at vit hitta
nógvar stuttlig fólk. Vit hitta hansara øgiliga striksu gentu, tann nýggja
prestin og konu hansara, sum er ein stórur sálarligur knútur, og teir báðar
Levion og Enok, sum berjast sum svakir fyri at sleppa at vera
kirkjutænarar.
Sveimarar telist ikki
millum kendastu skaldsøgurnar eftir Hamsun, men hon er hansara stuttligasta.
Frásøgulagið er gott, og hon er litføgur.