Stýriborð og bakborð
Tað góða orðið
11.05.2014
Sprotin
Nógv kenna munin. Stýriborð er høgrumegin, tá ið hugt verður fram ímóti stavninum á báti.
Á norrønum var orðið stjórnborði.
Frágreiðingin er tann, at áður enn menn fingu sær róður á skipini, varð stýrt
við ár. Ein maður afturi í rong stýrdi bátinum við ár.
Tá ið maður er høgrhentur, er natúrligt at arbeiða við árini
í høgra borði, tí var høgra síða nevnd stýriborð.
Tá ið arbeitt verður við árini í høgra
borði, vendir maður sjálvandi bakið
ímóti vinstra borði. Tí varð tað borðið bakborð.
í høgra borði, tí var høgra síða nevnd stýriborð.
Tá ið arbeitt verður við árini í høgra
borði, vendir maður sjálvandi bakið
ímóti vinstra borði. Tí varð tað borðið bakborð.
Borð merkti tá sum nú: fjøl, bretti og skipssíða.