Stórbýir

Ymist
19.12.2010
Sprotin

Hvar endar ljósið – hvar byrjar myrkrið? Stórbýir hava onki myrkur í dag. Stjørnuhimmalin er horvin – ella stolin av ravnmagnaða alheimi okkara. Úr flogfarinum er býurin einans stjørnugrús, ið hýsir svøvnleysum mannasamfelag. Kanska ein stuttan ófriðarligan blund, síðan er býurin aftur á føti.

Reglubundnar rørslur – aftur og aftur – sjálvvirkandi ljóð og undirstreymar av hugmyndum og kenslum gjøgnum fólkahavið. Blunda – og tú sært framvegis múrarnar
og bygningarnar. Halt fyri oyruni – og tú hoyrir framvegis gníst, ýl og murr býarins. Tað slepst ikki undan. Býurin er í blóðinum. Túsund gøtur, sum tú
ongantíð fert at kenna. Túsund andlit, sum tú ongantíð fert at síggja. Túsund heim, sum tú ongantíð fert at vitja. Og tó ert tú metropolis klødd í hold.
Øll hini í býnum, kend og ókend, nýggj og gomul, eru í somu støðu. Tey kenna einans fáar gøtur, nøkur hús, men sleppa ikki undan býnum, ið litar tankar,
dreymar og sjónir. Øll leita eftir einum heimligum umhvørvi í tí sama mannaskapta stjørnugrúsinum. Lívsins bók í býnum – urbs scriptum – er skrivað við
lagnubundna penni hins einstaka.

Gongdin hevur í nógv ár verið tann, at bóndin flytur av bygd í bý. Í Eysturasia, í Suðuramerika og alla aðrastaðni á bláu gongustjórnini Tellus. Hvønn
morgun rýma nýggjar familjur í vónloysi burtur í ókendar býir. Jørðin ognartikin og kúgvin seld. Røturnar kvettar. Húsið rivið niður. Vinirnir flýddir.
Skyldfólk sjúk ella deyð. Taskurnar pakkaðar og kósin sett. Eitt lív í einum nýggjum umhvørvi liggur fyri framman. Eitt betri lív – vóna øll. Ein glatað fjøld
av vónsviknum kvinnum og monnum fylgir ljósinum – ravnmagnaða svøvnleysa stórbýnum. Berføtt og uttan aðra barlast enn nøkur teppi og klæði. Kanska eisini eitt
tjald og eina grýtu. Býurin tekur ímóti teimum uttan nakað hóvasták. Ongin býður vælkomin. Menninir og kvinnurnar mugu sjálv stilla seg aftast í røðini – aftan
fyri øll hini, sum komu í gjár ella í síðstu viku. Nú byrjar eitt stríð, sum varir alt lívið. Kanska ikki serliga nógv ár enntá. Eitt stríð fyri at breyðføða
børnini. Fyri at fóta sær. Fyri at vera hin hepni. Einans tann sterkasti – ella lúrni – megnar at fáa viðurkenning og gávur í stórbýnum. Lagnan gerst ofta tung
– og longu næsta morgun koma fleiri arbeiðsleys inn til býin at søkja eydnuna.

Í oyðimørkini, langt frá býsamfeløgum, kemur veruliga myrkrið fram eftir sólsetur. Og náttarfriðurin. Her glitra stjørnurnar so klárar. Úr rúmdini sært tú
mótsetningarnar. Ljósið og myrkrið á jørðini. Býirnar og oyðimarkirnar. Ómetaliga stór gul belti av samanbygdum býum ymsastaðni kring klótuna. Í Japan telur
megabýurin Tokyo fleiri enn 35 milliónir íbúgvar, tá alt tað samanvaksna býlandslagið er talt við. Hong Kong, Shenzhen og Guangzhou í Suðurkina eru eisini eitt
samanvaksið býlandslag, sum næstan ongin endi er á. Hvussu leingi kann gongdin halda fram? Hvussu nógvum fólkum kunnu býirnir veruliga rúma? Kann nakar stýra
so stórum býum? Flestu fólkini, ið liva í stórbýum uttan fyri Evropa og Norðuramerika, eru jarðleysir eydnusøkjarar endaðir í stinkandi slummi. Neyðarsligu
kroysurnar hava onga adressu og kunnu uttan ávaring rívast niður. Mest vanliga húsarhaldið á Tellus er eftirhondini familjan, ið búleikast í vanæriligum
fátækrabýlingum í Suðurlondum. Tess fleiri tey verða, tess truplari gerst at krógva tey burtur. Tey eru fangar í egnum lívi. Milliardir av ósjónligum tilverum
hinumegin ringvegin.

Býurin sýgur kraftina úr innflytaranum. Minnið úr fortíðini kámað burtur – framtíðardreymurin kringsettur og handtikin. Stoltleiki gerst til sinnisloysi.
Varandi hungur skapar líkasælu. Eina smittandi líkasælu, ið rakar øll í nánd. Hungur skapar eisini sjúku, sum førir til dølskni. At enda hevur innflytarin mist
styrkina og gleðina, ið helt aøllum vónunum uppi. Býurin og fátækrabýlingurin hava fingið fastatøkur á hinum glataða. Hann orkar ikki at lesa ella skriva. Hann
ynskir mest av øllum at sleppa undan at vakna í hesum heimi. Hann er óttafullur. Tó er ofta ein lítil neisti eftir. Ein máttur úr dýpi mannalívsins, sum fær
milliónir av kvinnum og monnum í Nairobi og Port-au-Prince, Mumbai og Manilla, at gera eina nýggja roynd hvønn einasta morgun – at fáa fatur í pengum og føði
til familjuna. Hvat annað er at gera? Ongin væntar veruliga at sleppa úr slumminum. Tey hoyra ikki til vælbjargaðu ættina. Og ongin leið gongur út úr býnum –
hvar skal ein fara? Ein meldurstreymur hevur ræðið á býnum, ið sýgur tey hjálparleysu niður í eitt dýpi, sum tey ikki varnast fyrr enn ov seint er.

Vísindamaðurin Steven Stoll fortelur soleiðis um syrgiligu gongdina í grein, sum HARPER´S prentaði í 2010:

“For most of the people who have moved to the world´s cities during the past fifty years, relocation has not brought improved diet, education, health care,
or environment. Instead, it has created such places as Cité Soleil in Port-au-Prince, and Dharavi in Bombay, and Neza in Mexico City. Ten thousand people lived
in Neza in 1957; 3 million live there now. The slums have heaved and tickened in the past three decades, accounting for 33 percent of all the city-dwelling
people on earth”

Sólin skínur ikki bjørt yvir Cité Soleil, sum orðarætt merkir sólbýur. Sólbýurin á Haiti er í grundini ein hópur av kroysum, sum steyrar lyfta upp um
opnar kloakkir. Tað sama kann sigast um fátækrabýlingar aðrastaðni í suðurlondum. Harmkvæðið tekur næstan ongan enda, um hugt verður at materiellum
viðurskiftum í stórbýum í suðurlondum. Luftdálking, plásstrot, skitið drekkivatn, arbeiðsloysi, heilsutrupulleikar og so víðari. Tó vita vit øll, at býirnir
samstundis umboða ríkt og fjølbroytt virksemi av alskyns slag. Býirnir skapa meira enn bygdirnar. Teir skapa “vøkstur”, sum tað eitur. Teir endurnýggja seg,
finna nýggjar vinnuvegir, knýta mentanir saman, menna listina. Teir kóka av skapanargleði. Teir eru opnir fyri tí fremmanda, tí ókenda, sum er við til at skapa
framtíðina. Trupulleikin er – serliga uttan fyri Evropa og Norðuramerika – at stórbýirnir til fánýtis hava brúkt modernistiskar býir sum New York sum fyrimynd.
Men Delhi og Cape Town fara ongantíð at blíva til New York. Teir eru, kunnu vit helst pástanda, óskipaðar postmodernaðar eftirgerðir av nøkrum – New York – sum
súmboliserar vald, styrki, samskipan og framburð.

Gomlu býirnir høvdu eina skipan. Ein neyv ætlan skapti kervið. Býirnir endurspeglaðu nøkur grundvirði, sum hoyrdu til serliga mentan. Vegirnir og býlingarnir
høvdu eina grundgeving. Eina orsøk. Eina meining. Býbúgvarnir lærdu býin at kenna sum ein góðan vin. Lættari var eisini at síggja, hvar býurin byrjaði og
endaði. Í dag er støðan øðrvísi. Býirnir eru mangan óskiljandi. Teir halda seg ikki til reglurnar. Teir fylgja ikki boðum. Eru teir postmodernaðar frumskógir
fullar í vandum og hóttanum? Eru menniskju ikki longur høvuðsleikararnir á býarpallinum? Hvør hevur valdið í býnum? Sokallaða globaliseringin í heiminum síðstu
tjúgu árini er ein partur av frágreiðingini. Stórbýirnir eru ein flokkur av javnaldrum, sum spæla saman, kappast, skapa og endurskapa vinarbond, vitja hvønn
annan og rósa hvørjum øðrum. Brøðralagið er sterkt sum stál. Men hvar eru bygdirnar farnar? Hvar eru landamørkini? Tað er skjótari og lættari at flúgva til
London enn at finna vegin aftur til barndómsbygdina hjá jarðleysa parinum, sum býr í kroysu uttan fyri Sao Paulo. Stórbýirnir, sum ofta eru týðandi
fíggjarmiðdeplar, eru fylgisveinar í kervi, sum umfatar metropolar kring allan knøttin.

Stríðið fyri at temja náttúruna – harvið óbeinleiðis eisini menniskjuni – er ikki komið á mál enn. Tað gerst tó alsamt truplari at finna veruliga náttúru kring
nógvar metropolar. Tey fáu øki, sum ikki eru løgd undir asfalt og betong, eru undir strangum eftirliti. Ofta eisini avbyrgd. Støðan er vend á høvdið í mun til
í eldri tíð. Náttúruøki eru sum miðaldarbýir. Innilokað og vard úr øllum ættum. Fyri at sleppa at vitja økini skalt tú fyrireika teg í góðari tíð. Samstundis
sum Kina fer inn í nýggja tikaraárið, hoyrist at sjáldsamir tikarar doyggja í hungri í einum djóragarði í Norðurkina. Býir hava í longri tíð liva sítt egna lív
uttan tætt samband við náttúruna. Men býirnir plagdu at hýsa einum lítlum minniluta av fólkinum í heiminum. Nú eru “hini” ein minkandi minniluti, sum eisini
gerst alt meira “urbanur” í livihátti. Afrika, sum var ein heimur, har menniskju livdu í ættarbólkum í smáum bygdum, hevur í dag tann skjótasta og ógvusligasta
býarvøksturin í heiminum.

Jørðin missir sítt virði. Og nógvastaðni er hon uppturkað. Hvat er so at gera? Pakka saman og rýma. Hvønn samleika fært tú, tá røturnar til jørðina eru
kvettar? Soleiðis verða býirnir, helst uttan at ynskja tað – ella enntá verða spurdir! – høvuðsleikararnir í einum stórum pengaspæli – russisk rullett, sigur
hin dapurskygdi – sum ávirkar øll menniskju anno 2010 á ein ellan annan hátt. Fíggjarstovnarnir eru, eins og kongsborgirnar í miðøldini, risastórir
bygningar innan fyri tjúkkar stálmúrar, ið onki menniskja kann knúsa uttan hátøkniliga hjálp. Ofta er ein tyrlupallur á tekjuni, sum røkkur upp til skíggja ,
so at pengamenn kunnu sleppa avstað uttan at traðka nakra skitna gongubreyt í býnum. Stórbýir hava onki myrkur í dag. Ljósið slóknar ongantíð. Taxaførarin, ið
við einum hálvum oyra lurtar eftir náttarútvarpinum, er kanska tann persónurin, sum best av øllum kennir metropolin. Hann sær og hoyrir tey, sum ikki kennast.
Tey, sum kanska leita eftir einum myrkri í býnum. Hann fær spurningar, sum hann ikki kann svara. Hann fær vitan, sum hann ikki kann fortelja víðari. Og kanska
hann fær eina kenslu av, at menniskju í grundini øll hava sama longsul, somu tráan, óansæð navn og søgu.

(úr savninum Oyðimarkarbrúðurin, 2010)

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...