Songarmatur

Sagnir
07.01.2010
Sprotin

At geva songarmat hevur verið vanligur siður í Føroyum.

Ein kona í Fugloy, sum hevði átt tíggju børn, segði frá, at hon hevði fingið songarmat úr báðum bygdunum í Fugloy. Men í krígsárinum hildu summi uppat at geva nakað, serliga í tí eini bygdini. Við summum børnum hevði hon fingið songarmat úr fimtan húsum.

Hesin siður – sum so mangir aðrir – hevur verið ymiskur í teimum ymsu bygdunum her á landi. Vanligt var tó, at tey meira múgvandi góvu sokallaðan fullan songarmat og tey fátæku hálvan.

Fullur songarmatur var: eitt lambskrov, fýra breyð, eitt pund av smør og ein stampur við mjólkgreyti. – Hálvur songarmatur var: eitt hálvt krov, tvey breyð, eitt pund av smøri og ein stampur við mjólkgreyti. – Eitt eyðskilt fat ella træílat varð havt til mjólkgreytin. Eg havi sæð eitt slíkt av steintoyi, honk var tvørtur um hetta fat.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: www.snar.fo

Deil á

Aðrar greinar

Sagnir
Tær horvnu

Katrina “úti í Stovu” í Leirvík hevði ójavnar dagar og ymist at minnast á í sínum aldurdómi. Hon átt...

Sagnir
Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík

Marmennil er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann ...

Sagnir
Judasarheyggjur

Ímillum Hagagjáar og Sandfellis nakað sunnan fyri Elduvík í Eysturoy er ein heyggjur, sum kallast Ju...