Sól skein sunnan

Bókaprát
10.01.2019
Sprotin

Tað eru fáir so góðir yrkjarar og týðarar, sum so spakliga og ógáað hava latið so nógvar góðar tekstir úr hondum í so mong ár sum Alexandur Kristiansen.

Í vár geva vit út eitt stórt savnsverk við týðingum úr øllum heraðshornum, men sum ein undandøttur fyri hesum verki hevur Alexandur givið út savnið Sól skein sunnan, sum bæði fevnir um egnar yrkingar og týddar.
 
Her eru yrkingar eftir so mætar yrkjarar sum Carl Sandburg, Stephen Crane, Reiner Maria Rilke, T. S. Eliot, John Keats og fleiri aðrar. Stórir yrkjarar úr mongum londum úr ymsum tíðum.

Her er ein eftir viðgitna ameriska yrkjaran Robert Frost:
 
OYÐIMERKUR

Nú kavar, og brátt fellur náttin á.
Her liggur grendin fátækslig og grá.
Og alt er kavaklætt, sum eyga sær,
bert einhvør hólur sæst og følnað strá.
 
Og kvirrar sært tú standa tind við tind.
Nú dvølur alt í tøgn og lokast grind.
Og eingin varnast um eg kom og fór.
Eg eri lívleysur, ein lofnað mynd.
 
Og henda oyðan, oyðin sum hon er,
skal gerast meira fátækslig og ber,
eitt orðleyst einki av tí kavatjúkn
sum tigandi ímillum fjalla fer.
 
Nú slóknað eru himins rúmdarbál.
Eg kenni teirra fjara kalda mál.
Men ein er óttin nærri tó enn tann:
tær víðu oyður djúpt í míni sál.

Sól skein sunnan kostar 148,- og kann keypast her

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...