Skrivihúsini

Ymist
17.12.2010
Sprotin

Kring Føroya land sita fólk og skriva. Tey skriva t. d. greinir, sum tey senda til bløðini, skriva, yrkingar, skaldsøgur, søgubøkur, skúlabøkur, ævisøgur, endurminningar, prædikur, gera orðabøkur og týða bøkur. Ja, hetta er hugtakandi. Vit hava ikki enn fingið okkara fullveldi, men liggur longsulin eftir fullveldi eisini í bókstavarøðini, stavunum og teimum føroysku skrivaðu orðunum.

Armenar hava eitt hugtak, sum vit kunnu nevna eitt skrivihús. Armenska søgan er eins hugtakandi og ljóðið í teirra bókstavarøð.Mesrop Masjtot, munkur og
teologor, gjørdi tað armenska alfabetið í 405, sum hann er víða gitin fyri. Armenar kalla hann fyri “flogvitið Masjtot”.

Armenar høvdu fyri neyðini at fáa eitt amboð, sum kundi tulka teirra tilvit, medvit og staðfesta síni tjóðareyðkenni. So løgið tað kann tykjast okkum, fór
henda glóð um alt landið. Um sama mundið vóru armenenar illa skølsettir av øðrum tjóðum, sum herjaðu og rændu í landinum – persar, mongolar, arábar og týrkar
fóru sum skaðafuglar um armensku tjóðina – týndu og drópu – brutu niður tað, ið bygt varð, og blóðið fleyt í løkum og áum. Hetta er ein døpur mynd, sum fór
igjøgnum mønu og merg. Ja, tað vóru armenar, sum settu seg niður sum flóttar aðrastaðini, men tað vóru eisini fólk í Armenia, sum flýggjaðu á ein annan hátt.
Tey flýggjaðu inn í eitt skrivihús, eitt scriptorium. Hetta kundi vera eitt lítið rúm (kamar), ein leirsmátta, ella bara eitt helli við einum pulti, har ein
maður (kopistur) stóð og skrivaði gjøgnum eitt heilt lív. Hvat gjørdi hesin skribentur? Jú í hansara medviti lá ein kensla av at varðveita sína egnu mentan. Tá
ið svørðið, bogin, pílurin og seinri byrsumúlin ikki høvdu ta megi í sær at reka óvættini av aftur landinum, so var tað orðið, sum mátti minna teir á, at her
hevði eitt fólk búð. Um skipið sakk, so varð loggbókin bjargað.

Her rennur upp úr tí svørtu mold eitt hugtak: Tann armenska bókin. Tá ið armenar høvdu fingið bókstavaraðið, fóru teir undir at skriva bøkur. Mesrop Masjtot
gongur undan og týðir Bíbliuna, og fær hjálp frá Saak Partev (338 – 439), katholikos el. patriarkinum í Armenia. Í kjalarvørrinum á Majstot kemur ein fjøld av
týðarum úr bygdaløgunum í Armenia. Hetta er byrjanin til ta armensku, miðaldarligu týðingarrørsluna, sum fevndi so nógvum, at tað er óhoyrt.

Longu í 6. árhundrað verður alt tað, sum Aristoteles hevur skrivað, týtt til armenskt. Fram til tað 10. árhundrað hava teir týtt flestu, griksku og rómversku
heimspekingarnar. Armenar hava eitt opið høvd og duga væl at taka til sín av øðrum mentanarligum hugtøkum og leggja hetta aftur at síni egnu mentan. Teir týddu
alt, sum teir kundu fáa hendur á. Á hesum øki minna teir nógv um japanar, sum eisini hava tikið til sín av skaldskapi frá øðrum tjóðum og flutt tað í japanskan
búna. Fleiri verk úr tí klassiska heimsskaldskapinum eru bjargað undan tíning, tí armenar hava havt umsetingar liggjandi á sínum bókasøvnum. Tá ið Armenia varð
hersett av arabum, so týddu teir sín skaldskap til armenskt mál. Tá ið persar hertóku landið, týddu teir skaldskapin úr hesum landi til armenskt. Tá ið teir
lógu í stríð við Byzans, týddu teir alt, sum kom út á byzanska marknaðinum.

Í kjalarvørrinum av hesum komu bókasøvn, sum høvdu stór søvn av handritum, sum eingin hevði sæð makan til áður. Í 1170 oyðiløgdu seldjukarnir (Seldjuk livdi
uml. ár 1000. Seldjukarnir stýrdu Iran, Azerbajdzjan, Irak, Miðasia og Asia minna frá 1000 til 1300 árhundrað) bókasavnið í Sunik við sínum 10000 bindum fór
upp í royk. Øll bindini vóru á armenskum máli.

Í dag eru 25 000 armensk rit eftir. Túsund eru í Jeravan, í Matenadaran. Skalt tú síggja onnur rit, mást tú fara kring tann víða heim og leita. Tað stórsta
savnið er í sankta Jakobsbókasavninum í Jerusalem, Sankta Lazarusbókasavninum í Venezia og Mekitarjan bókasavninum í Wien. Dygdargóð søvn finnast í París og
Los Angeles. Polen hevði í sínari tíð eitt fram úr gott savn í Lwów, og í hesum staðnum var ein stór, góð armensk prentsmiðja.

Nógvar eru søgurnar um fólk, sum skrivaðu av og sjálvandi søgur um bøkurnar. Ein skinnbók var skrivað á 700 kálvahúðir og vigaði 32 kg, men so vóru tað bøkur,
sum bert vóru nakrar fáar sentimetrar til ummáls.

Umsetararnir vóru ofta góðir listamenn. Prýddu síður og bókstavir við glógvandi, litkendum skapum, sum løgdu seg sum alfagrar torvur í berginum á síðurnar.
Hetta var miniaturlist í heimsklassa, og kunnu vit nevna tveir slíkar kopiistar: Toros Roslin og Sarkis Pitsak, sum við sínum inniliga kærleika til móðurmálið
hava lagt eina glóð aftur at tekstunum, sum lýsa upp í hesum lívslandi. Roslin gjørdi hetta í tí 13. árhundrað, og standa hesar bøkur sum ein ælabogi á
bókasavninum í Jeravan, Matenadaran.

Lagnan um hesar bøkur er søgan hjá armenska fólkinum. Tá ið armenar vórðu forfylgdir og landið hertikið av øðrum tjóðum, tóku teir seg niðan í fjøllini og
goymdu seg í hellum og smogum. Eisini fóru teir til onnur lond, aðrar heimspartar – til gongu. Í báðum førum tóku teir bøkur við sær. Summar av hesum bókum
vóru so mikið tungar, at tær vórðu skivaðar – skornar í helvt og endaðu í hvør sínum heraðshorni.

Hetta er ein sjaldsom søga, sum tú kanst lesa um í bókini Imperium eftir polska blaðmannin, Ryszard Kaupuscinsky, sum í 1989 ferðaðist 60.000 km í
Sovjett, sum varð um at syndrast tá. Á hesi ferð kom hann til Armenina, og er henda søgan um orðið, skaldskapin og ta megina, sum liggur í tí skrivaða
orðinum.

Kring okkara land alt sita fók og skriva og týða. Orðið at týða kemur av orðinum tjóð, tí verður tað skrivað við seinna ý. Tey lata mangt og mikið í føroyskan
búna og leggja tað fram fyri tjóðina. Ja, er tað ikki vakurt, eins og Armenar gjørdu? Tey hava fingið í blóðið somu opinbering, sum kopiistarnir høvdu. Vit
eiga okkara scriptoria kring landið alt, og tað eiga vit at fegnast um.

Mesrop Majstot

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...