Skattaveiða
Vit hava síðani einaferð í vár hoyrt, at Jóannes í Glashúsinum hevur tikið kappingina upp við Landsverkfrøðingin.
Men í staðin fyri at breiðka vegir og brýr, so at tað gerst betur framkomandi,hevur hann sett sær fyri at breiðka skattagrundarlagið, so at almenni yvirbygningurin fær meira at standa á.
Finnbogi Ísakson sáli segði, at tað er onki mark fyri, hvussu nógvan skatt tú kanst venja fólk við at gjalda, men ven spakuliga –
Havi higartil hildið, at hann hevði rætt, so sum gongdin hevur verið seinasta mansaldurin, men eri farin at ivast.
Kanska er einasta broytingin, at Jóannes ikki gevur fólki nóg góða tíð til at venja seg við nýggju skattabyrðarnar.
Hvussu er og ikki, sær út til, at fólk nú hava fingið nóg mikið, og einvegis ferðaseðlarnir av landinum verður helst tað, sum fer at bjarga ferðamannaskipum og
flogførum nakrar krákumánaðir fram.
Tað, sum hevur fingið fólk til at siga, at her gongur markið, sær út til at vera nýggi internetsskatturin, sum Jóannes hevur fingið Helenu til at hjálpa sær
við.
Nú skulu tey – tíbetur ikki so fáu – sum enn hugsa sjálv og hava blakað sjónvarpið á dungan, gjalda skatt afturfyri, at tey nýta internetið til at fáa fatur á
teirri vitan sum fjølmiðlarnir eiga, men ikki orka, at geva teimum.
Ætlanin var sjálvandi ikki, at vit skuldu gerast varug við snildirnar, og tí fekk Helena til uppgávu at biðja Anniku í Sortudýki krevja skattin inn – sum
hyggjaragjald.
Sum um fløkjan ikki var nóg stór, hevur Annika omaná hetta roknað meirvirðisgjald. Fyri at meirvirði skal geva nakra meining, má eitt virði vera onkustaðni,
men tað er ilt at fáa eyga á.
Sum ikki einaferð hevur Helena forrokna seg, hon gloymdi at hugsa um, at HUXA fólkini, og kanska onkur annar við hugsa, og nú er eldur í skálanum.
Heldur hetta fram, verður ikki leingi, til vit skulu gjalda meirvirðisgjald av inntøkuskattinum eisini.
Skilji væl, at Jóannes ger tað, sum hann kann fyri at fylla kassan, men tað nyttar lítið, um kalfatringin ikki verður tikin í álvara og bæði kjølur og stevni
leka.
Gamalt var at seta íløt undir leka, og gerst onki við lekan, má tað bera til at seta nøkur íløt á rætta stað fyri at fáa sum mest aftur av tí, sum fer fyri
onki.
Vit hava seinasta árið sæð, at meginparturin av okkara vinnulívi hevur lagt beinini, og tað, sum enn ikki er farið, ekur á knøunum.
Tað mátti borið til at kravt skatt av undirskoti og tapi av partabrøvum og soleiðis bjarga umsitingini.
Eitt annað, sum átti at borið til, er gongubreytaskattur. Hví skulu tey, sum koyra á vegnum gjalda vegskatt, meðan tey, sum ganga á gongubreytini, sleppa púra
ókeypis?
Ella hví ikki krevja skatt, (og meirvirðisgjald) av “Ja” knøttunum á tinghúsvegnum?
Møguleikarnir eru fleiri, Vindavgjald (av vindorku), Vatnavgjald (av vatnorku), Fiskaavgjald (av frikadellufiski), Heilsuavgjald (av heilsurenning) ,
Skattagjald (av skatti), og vit kundu hildið fram –
Við øllum hesum møguleikunum ber ikki annað til enn, at Jóannes finnur lívsins reka fyrr ella seinni.
Nú hava vit vant okkum við tankan um at (Suður) Korea skal vera okkara fyrimynd, tá ið um skúlaskap ræður.
Hví ikki taka stigið heilt og nýta (Norður) Korea sum búskaparliga fyrimynd?
Tá ið tann seinasti er farin og hevur sløkt eftir sær er um ikki annað vón fyri, at samsvar verður ímillum inntøkur og útreiðslur í landinum.
/t