SETORÐ

Bókaprát
21.06.2022
Sprotin

So trínur ein nýggj lyrisk rødd inn á pallin. Tað er Arnbjørn Dalsgarð, sum í dag gevur út savnið SETORÐ.

Arnbjørn hevur sín egna meditativa og í støðum absurda stíl, men dregur ógviliga viðkomandi evni inn í yrkingarnar, sum eru um lívið, tá ið tú ímillum so mangt annað hongur fastur, tá ið tú sært, hvussu vit skala vøkstur og lív kring okkum, hvussu vit vevjast í okkara egna skugga, um kynstrið at yrkja. 

Tvey dømi:

tíð 

tá eg hyggi 
eftir trænum 
í tínum nýggja 
hava síggi eg 
fuglar og frøist 
um árstíðirnar
fái hug at siga 
“tygum” og kenni 
greinar og várbløð 
spretta innan í mær

blómur blóma 
millum ormverurnar 
og kvistarnar 
í trænum
meðan tú startar 
tína nýggju motorsag 
gongur fattur 
við henni yvir 
móti tí og pilkar
tað niður grein
fyri grein 
árstíðirnar fuglarnar
árringarnar

og eg blundi 
og sigi onki 
tí eg veit ongi orð

 

setorð 

eg lati meg upp
í hendur tarans

standi á botni lesi vatn
litir sum renna upp
eftir blaðsíðunum

geri meg leysan og
fangi eitt skjálgrut
kombikk og fylli

upp í spannir 
av orðum at seta 
niður tá ið alt er 

uppi

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...