Ruth Smith
Sandoyggin var ikki liðug at lesa páskagleðiboðskapin, men læt hann í okkurgulan lit við nøv, nes og tanga. Hesin litur tók seg upp á oynna, og onkustaðni var ein reyðdæmdur litur undir loftinum – speglaði sær á havinum, kíndi Sandoynni og Suðuroynni við gráum, hvítum og svørtum sálarstrokum. Hesin litdroyri sang eitt morgunlag , eitt páskalag um Ruth Smith í einari litríkari passión. Ruth Smith stóð knappliga framman fyri tær á hesum palli, fjalin, yndislig, stumm, útmynt, opinskárað og spyrjandi, nógv fagrari enn Mona Lisa, sum ikki hevur tey sálareyðkenni, sum okkara mæta Ruth Smith hevur í sínum sjálvsmyndum.
2. páskadag løgdu vit bæði
konan, Alexandra, á Suðuroyarfjørð at vera við, tá ið 100 ára minnigarhaldið um
listakvinnuna Ruth Smith varð sett í Framtíðini í Vági. Smyril háttaði sær væl
og er eitt ediligt far at ferðast við. Alt er so reint og nosligt um borð, og
so fryntlig hesi fólk eru, sum taka um kømur, kiosk, matin, dekkið, brúnna
o.s.fr. Ja, tú kendi teg væl henda 2. páskadag um borð og hevði páskaandan við
í skjáttuni og so eina hugmynd av trimum listafólkum: Hansinu Iversen, William
Smith og Ruth Smith. Ja, hetta er eitt stórt ríkidømi, vit eiga, og hesin inn –
og útsúgur ger teg eyman og lítlan bert at hugsa um hesi listafólk. Hansina er
abbadóttir William Smith og hennara andlitsbrá ber boð um eitt følið fólk, sum
kensluliga í listini hevur flutt fótin út um listaliga garðaliðið hjá abbanum,
Ruth Smith, systir William og kanska øllum listafólkum her á landi. Nú er tað
100 ára føðingardagur Ruth Smiths, sum tað snýr seg um, og sjaldsamt er at fara
um Suðuroyafjørð henda morgun og hava ein førning við sær, eina hugmynd av
hesum fólkum og serliga Ruth Smith, sum hevði verið 100 ár 5. apríl, ið dartar
út og inn í tínum huga.
Millum Sandoynna og Suðuroynna
Veðrið var so frálíkt, og
litirnir í sjónum, í luftini, á oyggjunum og við fjøruklettin tosaðu sítt
stumma mál. Havið, tað djúpa havið í sínum blágráa koti, teskaði eitt yndislag
við nøkrum smáum hvítmyljum inni við Sandoynna og Suðuroynna. Sandoyggin var ikki liðug at lesa
páskagleðiboðskapin, men læt hann í okkurgulan lit við nøv, nes og tanga. Hesin
litur tók seg upp á oynna, og onkustaðni var ein reyðdæmdur litur undir loftinum
– speglaði sær á havinum, kíndi
Sandoynni og Suðuroynni við gráum, hvítum og svørtum sálarstrokum. Hesin
litdroyri sang eitt morgunlag , eitt páskalag um Ruth Smith í einari litríkari passión. Ruth Smith stóð
knappliga framman fyri tær á hesum palli, fjalin, yndislig, stumm, útmynt,
opinskárað og spyrjandi, nógv fagrari enn Mona Lisa, sum ikki hevur tey
sálareyðkenni, sum okkara mæta Ruth Smith hevur í sínum sjálvsmyndum .
Ruth Smith
Tú heldur, at hon hyggur
at tær, men tað er eins og eyguni renna, men onkursvegna, so røra tey við teg. Ikki
eitt bros fer um ennið, men sálin livir í hesum morgunlitum sum eitt oyggjaland,
eitt gerði, ein trøð í andliti hennara. Hon vil nærkast tær, men torir ikki. Tað
kennist, at hon júst er liðug at
lesa Faðir vár. Hennara eygnasteinar liva í einum skýbøkli, hvíta, sum er følin
og kenslusamur í landslagnum millum eygnahvarmarnar. Okkur- og jarðgrøni
liturin taka seg upp á nøsina og hjána burtur í tí hvíta litinum, sum liggur um
ennið , nøs og høgra kjálka . Døkku, grálittu hárstríggjurnar liva sítt
skaldakenda lív á høvur hennara sum hoystrá í kríllinum á einari kylling.
Ja, har stendur henda yndismoy, og er sum
ein eingil, ið røkkur út yvir havið, havsbrúnna, landslagið og grøna bøin undir
gráu homrunum á Suðuroynni. Smyril siglir stillisliga, lurtar og hyggur at
hesari yvirsjón, sum gyglast fyri okkum. Ja, longsulin eftir at síggja seinastu
sjálvsmyndina, sum Ruth málaði liggur sum ein gimsteinur í tínum huga og
endurspeglast í hesari umbroyting
í lofthavinum millum Sandoynna og
Suðuroynna.
Koma til Suðuroynna
Smyril leggur at á Krambatanga á Tvøroyri. Tað er sólskin, kyldin køld, men hetta ger bara ljósið skarpari og nemur tað við hvørja túvu, hvørja lá
, høvd og røð og ger dráttin á okkara ferð ljóst livandi. Ja, onkuntíð fór Ruth
Smith somu leið, kanska ikki eftir somu rás, men fjøllini, húsini, tekjurnar,
vindeyguni og havið sá hon. Hennara listaligi, heilagi andi var um okkum á hesi
leið og táið vit komu inn á Nes, lá eitt dúnlætt tokuslør um hesar leiðir eins
og av skaldkendum álvum vovið. Hennara atelier stóð á tá og brosaði omanvert vegin, meðan vit koyrdu varliga
framvið. Løtan var ein listalig, skaldakend løta at hava hennara ond kring teg
í hesum umhvørvi, har hon livdi til 1958 – inntonkt, lítillátin, gjørdi lítlan
háva burtur úr sær, men livdi saman við umhvørvinum, við teimum fáu húsunum,
fólkunum og ljósinum. Hetta hevur ikki verið nøkur hvørvisjón at búgva her –
eitt gudagivið stað, sum fáum listafólkum hevur verið unt.
Í Vágs kirkju
Vit leitaðu okkum at
kirkjuni, tí Ljómur hevði eina upphiting í hesum katedrali upp undir setanina,
sum skuldi verða kl 15:00. Ja, tað var hugaligt at koma undir hesar bitar og
hoyra Ljóm undir leiðslu av Jóannes Nólsøe syngja: Vit bera heiðurskvøðu, nú
vári list í kvøld, tí gjøgnum heimsins søgu hon listin fremst varð tøld , sum
Thomas Napoleon Djurhuus yrkti. Jóannes hevur tak á kórsanginum, hann fekk
kórið at ljóma, og hesir nákvæmu tónar leitaðu sær upp undir kirkjuloftið – var
ein lovsongur til okkara kæru Ruth Smith. Tað var eins og ljósið millum
Sandoynna og Suðuroynna á stýriborðssíðu á Smyrli vælsignaði løtuna, og
Ruth Smith hevði sítt einglanna, litríka andlitsbragd rist í rúnir frammi í kór.
Musikkskúlin
Nú kom so løtan, tá ið
fólkið leitaði sær inn í Musikkskúlan, Framtíðina og til Jóannes Nólsoe, sum er
ein av stigtakurunum til hetta gudagivna, listakenda hald. Ja, tað var ikki
hissini sum skapini í málningunum hjá Hansinu á vegginum drupu høvur í hesi
dýrd, har abbin, William Smith, helt saman hendur frammi í kór í hesum skála.
Ja, tað snýr seg um skap, skap í tónlist og skap í málningalist, sum hevur
íborið lyndrandi, frumkent og nákvæmt
upphav í tónum og litríkum skapum.
Ja, vit sótu og blundaðu og sóðu tað játtaða, fjøllgrógvna listalandið fyri
okkum, meðan Ljómur aftur sang: Vit bera heiðurs- kvøðu. William Smith tók
abbadóttrina, Hansinu Iversen, upp
á knøini, meðan ljómur sang. Hon nýtti løtuna, og mussaði abban.
Sirið Stenberg helt eina innarliga, kærleiksfulla og poetiska talu fyri Ruth Smith. Soleiðis
eigur tað at vera. Hetta sømir seg mentaðum fólki. Ein tignaðarlig fyrireiking
til at koma í halgidómin, har myndirnar hjá Ruth Smith vórðu sýndar fram. Ein
ung genta setti seg við klaverið, Tóra Stenbeg Olsen, og spældi tvey klassisk
løg, Händels Largo og Für Elisa av
Beethoven og var dóttir Sirið Stenberg. Ja, her var ein dráttur í eini vørðslu
av ævinleikaboðum, magni og anda.
Gamli skúli bygdir 1884 vesturi á Oyralaðnum
Eftir henda inngang lá
leiðin oman í Gamla skúla, har málningarnir hjá Ruth Smith hingu. Ja, ringt var
at vita, um vit vóru nóg búgvin til at taka í klinkuna og trína inn um hesa
gátt og fara inn hagar, sáttmálaarkin við málningunum hjá Ruth Smith hingu. Men
hugtakandi var, at í niðaru hædd hingu málningar av William Smith. Hetta var eitt
vakurt introitus til passiónina hjá Ruth Smith. Hóvliga, róliga, við tign og
anda fóru vit tenjandi upp trappurnar upp á rókina, har Ruth Smith búleikaði
við sínum málningum. Hetta var eitt guddómsgivið litkamar. Tað var eitt
ríkidømi av einari aðrari verð, ið kom fyri eygað, og stumm gjørdust vit.
Málningarnir livdu á
vegginum í døkkum , gráum, okkurgulum, grønum og ljósum litum – í ljósinum úti
á Nesi, sum kastaðist aftur av Vágsfirði á løriftið, sum var undir Ruth Smithsa
hond. Í mongum málningum hennara ganga skjøldrarnir aftur úti á Nesi. Tað er
eins tú kundi hugsað tær at bitið í teir, so væl liva teir í hesum
málingardeiggi undan Ruthsa hond. Tekningarnar eru meitaraverk t. d. børnini og Skip á sjónum, sum eisini varð á telegrammunum frá
Telefonverk Føroya Løgtings í mong ár. Kom eitt slíkt fjarrit inn um gátt, so varð steðgað á og leingi
varð hugt at hesi vøkru blýantstekning. Jú, her var nógv at hyggja at á hesi
sýning; men hvar var myndin, sum vit høvdu sæð ímillum Sandoynna og Suðuroynna? Var hon har? Jú
sanniliga hekk hon beint til høgru, tú komst inn – til stýriborð eins og um borð
á Smyrli. Nú hava vit sæð henda talandi málning, tað seinastu sjálvsmyndina,
hennar stumma skríggj. Ja, hetta var ein góð ferð, sum seint verður gloymd, men
goymd í sinninum millum aðrar málningar vit hava sæð á heimspallinum víða um. Hann er so mikið kenslusamur og skaldavovin,
at hann fer at liva í huganum í
fremstu røð alla ævi okkara. Hann hevur gott orð á sær og sælur er tann, sum
tað góða orðið fellur á.