Um Jesus
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundar: Jonas Gardell
Bólkar: Átrúnaður og list
Upprunaland: Svøríki
Kápusnið: Sonja Kjølbro
Uppsetan: Sonja Kjølbro
Týðari: Marjun Bæk
ISBN: 978-99972-1-010-4
Útgávudagur: 15. jan. 2014
Síður: 412

Um Jesus

229,00 DKK

Book club price

183,20 DKK Ikki limur? Melda til!
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Hvør var Jesus í grundini? Hendan spurningin setti svenski rithøvundurin Jonas Gardell sær fyri at royna at finna svarið til. Mundi Jesus veruliga vera tann sami, ið hann sum barn hevði ímyndað sær, vaksin upp í einum trúgvandi heimi í svensku baptistakirkjuni?  

Ella vóru lívskorini í Palestina í fyrstu øld so grundleggjandi øðrvísi, at vit mugu endurskoða mynd okkara av Jesusi – og hvør verður myndin tá?  

Jonas Gardell sá skjótt, at tað als ikki bar til at skriva eina objektiva bók um hesar spurningar, tí ein og hvør viðgerð fer fram úr sjónarhorninum hjá tí, sum skrivar. Tí velur rithøv-undurin at standa við sína støðu: Hann er trúgvandi. Men hann vil ikki hava okkum at trúgva sær – hann vil hava okkum at seta okkara egnu spurningar og sjálv royna at finna svar.    

Við hesari bókini fáa vit nógv at hugsa um, ikki minst tí at høvundurin ikki sær spurningarnar sum gudfrøði eina, men alla tíðina setur teir í samband við okkara egna lív, okkara egna samfelag. Og samstundis kunnu vit fylgja eini spennandi ferð frá Jesu føðing til tær fyrstu kristnu kirkjurnar.

Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók
Høvundar Jonas Gardell
Bólkar Átrúnaður og list
Upprunaland Svøríki
Kápusnið Sonja Kjølbro
Uppsetan Sonja Kjølbro
Týðari Marjun Bæk
ISBN 978-99972-1-010-4
Útgávudagur 15. jan. 2014
Síður 412
Lýsing

Hvør var Jesus í grundini? Hendan spurningin setti svenski rithøvundurin Jonas Gardell sær fyri at royna at finna svarið til. Mundi Jesus veruliga vera tann sami, ið hann sum barn hevði ímyndað sær, vaksin upp í einum trúgvandi heimi í svensku baptistakirkjuni?  

Ella vóru lívskorini í Palestina í fyrstu øld so grundleggjandi øðrvísi, at vit mugu endurskoða mynd okkara av Jesusi – og hvør verður myndin tá?  

Jonas Gardell sá skjótt, at tað als ikki bar til at skriva eina objektiva bók um hesar spurningar, tí ein og hvør viðgerð fer fram úr sjónarhorninum hjá tí, sum skrivar. Tí velur rithøv-undurin at standa við sína støðu: Hann er trúgvandi. Men hann vil ikki hava okkum at trúgva sær – hann vil hava okkum at seta okkara egnu spurningar og sjálv royna at finna svar.    

Við hesari bókini fáa vit nógv at hugsa um, ikki minst tí at høvundurin ikki sær spurningarnar sum gudfrøði eina, men alla tíðina setur teir í samband við okkara egna lív, okkara egna samfelag. Og samstundis kunnu vit fylgja eini spennandi ferð frá Jesu føðing til tær fyrstu kristnu kirkjurnar.

Jonas Gardell

Marjun Bæk