Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Knut Hamsun |
| Bólkar: | Skaldsøgur |
| Upprunaland: | Noreg |
| Kápusnið: | Jón Sonni Jensen |
| Uppsetan: | Sonja Kjølbro |
| Týðari: | Jákup í Skemmuni |
| ISBN: | 978-99972-1-158-3 |
| Útgávudagur: | 21. okt. 2015 |
| Síður: | 122 |
Sveimarar
Lýsing
Sveimarar frá 1904 er ein óvanlig Hamsunbók, full av ljósum summarnáttum úti við sjógvin í Norðlandi, fruktaleysum serenadum og góðsligum originalum.
Hon er meinaleys og stuttlig í sínum sjálvspeiliga mutlandi frásøgustíli.
Men eisini í lítlu bygdini er ein tilvera, sum er fylt við ást, girnd, falsi, øvund og spenningi – enntá ídnaðarnjósning, sum eingin gevur sær far um.
Sveimarin sjálvur, Rolandsen fjarritari, er ein góðslig kempa, sum við síni sjarmu hevur tak á konufólki. Vit koma inn í umhvørvi hansara og fylgja honum í hansara stórlætisdreymum, einum djúpum, moralskum falli, men eisini heilt upp aftur á eydnutindarnar.
Ein stórbær og undirhaldandi skaldsøga.
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Knut Hamsun |
| Bólkar | Skaldsøgur |
| Upprunaland | Noreg |
| Kápusnið | Jón Sonni Jensen |
| Uppsetan | Sonja Kjølbro |
| Týðari | Jákup í Skemmuni |
| ISBN | 978-99972-1-158-3 |
| Útgávudagur | 21. okt. 2015 |
| Síður | 122 |