Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Rannvá Holm Mortensen |
| Bólkar: | Yrkingar |
| Upprunaland: | Føroyar |
| Kápusnið: | Rannvá Holm Mortensen |
| Uppsetan: | Sára Mikkelsen |
| Virðisløn: | M.A Jacobsens bókmentavirðisløn |
| ISBN: | 9-78997-1-258-0 |
| Útgávudagur: | 18. jan. 2018 |
| Síður: | Array |
Sólsmakkur
Lýsing
So steig aftur ein gávaður yrkjari inn á pallin. Vit kendu hana fyri grafisku avrikini. Vistu ikki, at hon eisini yrkti. Nú hevur Rannvá Holm Mortensen flættað báðar listagreinarnar saman í eina sjaldsama vakra bók við einum hjartanemandi teksti.
trøini
hava grønar røddir
sólin livir
í hvørjum vindeyga
seyðir og neyt
flúgva til himmals
hesin ómetaligi longsulin
mítt blóð
er havið
hvør alda
mín systir
mín lívmóðir
er ein dukka
sum letur eyguni upp
tá hon verður løgd niður
háli sólina við mær niður í songina
so eg betur kann verma
náttarinnar ránsdjór
---
Í áhugaverdu samrøðuni við Sissal Kampmann lesur Rannvá brot úr verkinum. Tvey brot, sum avdúka, hvussu stak væl teksturin er settur saman.
Lurta her: http://kvf.fo/non?sid=76830
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Rannvá Holm Mortensen |
| Bólkar | Yrkingar |
| Upprunaland | Føroyar |
| Kápusnið | Rannvá Holm Mortensen |
| Uppsetan | Sára Mikkelsen |
| Virðisløn | M.A Jacobsens bókmentavirðisløn |
| ISBN | 9-78997-1-258-0 |
| Útgávudagur | 18. jan. 2018 |
| Síður | Array |