Seyðabókin
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundar: Robert Joensen
Bólkar: Skreytútgávur, Søga, Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Uppsetan: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-1-160-6
Útgávudagur: 14. nov. 2015
Síður: 316

Seyðabókin

448,00 DKK

Book club price

358,40 DKK Ikki limur? Melda til!

Ikki á goymslu

Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Hvussu duga menn at seta við?

Hvussu fæst glærfitað kjøt?

Skal brundseyðurin vera síðullaður?
Kann framsperran siga vektina?
Skynar seyður á flóð og fjøru?
Smakkar skoraseyður serliga væl?
Hvussu verður krov býtt?
Hvussu verður virðið í einum stykki roknað? 
 
At tosa um seyð er eins vanligt millum menn og at tosa um veðrið. Eisini tó at so nógv er broytt seinastu hálvu øldina.
Tíðliga í farnu øld var tað hildið løgið at skriva um alt hetta, sum allir menn altíð høvdu vitað.
 
Eina hálva øld seinni er henda mentanin og nógv av niðurarvaða hjartatáttinum í føroyska gerandisdegnum í øldir langt frá hvørs mans ogn. 

Robert Joensen gav sær stundir at skriva alt hetta tilfarið niður, og tað var í tøkum tíma, at hann skrásetti prátingarlagið og arbeiðslagið og mentanina. Nú bera vit boðini longur fram við einari bók, ið hóskar okkara tíð, og sum vísir, hvussu tað farna hevur funnið sær nýggjar røkur í nútíðini.

Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók
Høvundar Robert Joensen
Bólkar Skreytútgávur, Søga, Ymsar útgávur
Upprunaland Føroyar
Uppsetan Sonja Kjølbro
ISBN 978-99918-1-160-6
Útgávudagur 14. nov. 2015
Síður 316

Robert Joensen