Nornagestur
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundar: Johannes V. Jensen
Bólkar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Jóannes Lamhauge
Uppsetan: Sonja Kjølbro
Týðari: Tróndur Olsen
ISBN: 978-99972-1-075-3
Útgávudagur: 5. nov. 2014
Síður: 204

Nornagestur

188,00 DKK

Book club price

150,40 DKK Ikki limur? Melda til!
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Nornagestur er høvuðspersónur í eini frásøgn í Søgu Ólavs Tryggva­son­ar í Flatoyarbók. Hann er gamal vallari, sum styttir kongsins monn­­um stundir og sigur teimum søgur. Sjálvur greiðir hann frá, at við vøgguna, har hann lá nýføddur, spáddu tær tríggjar vølvurnar hon­um eina glæsiliga framtíð, men ein teirra legði aftrat, at lív hansara fór at slokna, tá ið ljósið, ið varð kveikt við vøgguna, brann niður. Tí varð ljósið sløkt, og hann bar tað uppi á sær alt lívið. 

Hann verður verandi í hirðini hjá Ólavi kongi og verður doyptur. Mettur av døgum kveikir hann sjálvur í ljósið ein dag og doyr 300 ára gamal, tá ið ljósið brennur niður.

Nornagestur, sum kom út í 1919, er triðja bindið í stórverkinum Drúgva ferðin eftir Johannes V. Jensen. Drúgva ferðin var verkið, ið gav Johannes V. Jensen Nobelheiðurslønina í 1944.

Verkið Drúgva ferðin snýr seg um einki minni enn, hvussu manna­ættin hevur vaksið seg fram úr frumtíð, forntíð, víkingatíð, miðøld og fram til dagar Kolumbusar (á leið 1492).  
Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók
Høvundar Johannes V. Jensen
Bólkar Ymsar útgávur
Upprunaland Føroyar
Kápusnið Jóannes Lamhauge
Uppsetan Sonja Kjølbro
Týðari Tróndur Olsen
ISBN 978-99972-1-075-3
Útgávudagur 5. nov. 2014
Síður 204
Lýsing

Nornagestur er høvuðspersónur í eini frásøgn í Søgu Ólavs Tryggva­son­ar í Flatoyarbók. Hann er gamal vallari, sum styttir kongsins monn­­um stundir og sigur teimum søgur. Sjálvur greiðir hann frá, at við vøgguna, har hann lá nýføddur, spáddu tær tríggjar vølvurnar hon­um eina glæsiliga framtíð, men ein teirra legði aftrat, at lív hansara fór at slokna, tá ið ljósið, ið varð kveikt við vøgguna, brann niður. Tí varð ljósið sløkt, og hann bar tað uppi á sær alt lívið. 

Hann verður verandi í hirðini hjá Ólavi kongi og verður doyptur. Mettur av døgum kveikir hann sjálvur í ljósið ein dag og doyr 300 ára gamal, tá ið ljósið brennur niður.

Nornagestur, sum kom út í 1919, er triðja bindið í stórverkinum Drúgva ferðin eftir Johannes V. Jensen. Drúgva ferðin var verkið, ið gav Johannes V. Jensen Nobelheiðurslønina í 1944.

Verkið Drúgva ferðin snýr seg um einki minni enn, hvussu manna­ættin hevur vaksið seg fram úr frumtíð, forntíð, víkingatíð, miðøld og fram til dagar Kolumbusar (á leið 1492).  

Johannes V. Jensen

Tróndur Olsen