Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Pappírsbók |
| Høvundar: | Einar Andrias Lund |
| Bólkar: | Skaldsøgur |
| Upprunaland: | Noreg |
| Kápusnið: | Sonja Kjølbro |
| Týðari: | Agnar Jógvansson |
| ISBN: | 978-99918-71-43-1 |
| Útgávudagur: | 15. apr. 2011 |
| Síður: | 252 |
Nígari
Lýsing
Søgan lýsir 33 ára gamla Mikael Skrent, sum á mangan hátt tykist hava eydnuna við sær. Hann er í Oslo á veg til eina fernisering hjá einum vinmanni. Sum hann gongur, renna tilburðir úr fortíðin fram fyri hann, tilburðir, sum hava skumpað hann út í ein oyðandi meldur við løgnum atburði, øði og ørkymlan.
Tilveran tykist honum høpisleys. Hann berjist við kærleika, hann misti fyri 10 árum síðan. Vaml kemur á hann, tá ið hann er í song við konufólki.
Hann hevur verið sjúkliga áhugaður í sær sjálvum og ísakaldur mótvegis øllum, ið ikki tænti hansara egna áhuga. Men hann hevur fingið sína fyllu í ríviligt mál – ikki minst av sær sjálvum.
Bókin hevur verið nógv umrødd fyri, hvussu hon lýsir listaumhvørvið, sum speglar restina av samfelagnum og virðunum í vesturheiminum, har skræða og sjálvsøkni skugga fyri øllum veruligum virðum og elva til sjúkliga kenslu av tómleika og virðisloysi.
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Pappírsbók |
| Høvundar | Einar Andrias Lund |
| Bólkar | Skaldsøgur |
| Upprunaland | Noreg |
| Kápusnið | Sonja Kjølbro |
| Týðari | Agnar Jógvansson |
| ISBN | 978-99918-71-43-1 |
| Útgávudagur | 15. apr. 2011 |
| Síður | 252 |