Upplýsingar um bók
| Vøruslag: | Ljóðbók, Pappírsbók |
| Høvundar: | Arnaldur Indriðason |
| Bólkar: | Skaldsøgur |
| Upprunaland: | Ísland |
| Uppsetan: | Sonja Kjølbro |
| Týðari: | Carl Jóhan Jensen |
| ISBN: | 978-99918-71-39-4 |
| Útgávudagur: | 14. jun. 2012 |
| Síður: | 280 |
Mýrin
Ikki á goymslu
Lýsing
Eitt lík verður funnið í eini kjallaraíbúð í Norðmýrini. Líkið av einum eldri manni, einum helviti av einum ódjóri. Onkur hevur skilliga beint fyri honum. Erlendur yvirløgreglumaður hjá rannsóknarløgregluni í Reykjavík og samstarvsfelagar hansara fáa málið í hendur. Skjótt kemur undan kavi at hin myrdi hevur lagt eina slóð av neyðtøkum og yvirgangi eftir seg um alt Ísland. Men offrini hjá honum eru kortini fleiri enn bert tær neyðtiknu kvinnurnar. Avkomið undan beistinum og eftirkomarar teirra fáa eina syndarliga lagnu.
Mýrin er ein sjáldsama væl spunnin krimisøga, fjøltáttað og spennandi, skrivað við sálarfrøðiligum gløggskygni og neyvum ansi fyri samfelagsviðurskiftum.
Upplýsingar um bók
| Vøruslag | Ljóðbók, Pappírsbók |
| Høvundar | Arnaldur Indriðason |
| Bólkar | Skaldsøgur |
| Upprunaland | Ísland |
| Uppsetan | Sonja Kjølbro |
| Týðari | Carl Jóhan Jensen |
| ISBN | 978-99918-71-39-4 |
| Útgávudagur | 14. jun. 2012 |
| Síður | 280 |