Heimskringla I
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundar: Snorri Sturluson
Bólkar: Norrønar bókmentir
Upprunaland: Ísland
Kápusnið: Else Sjúrðaberg
Uppsetan: Else Sjúrðaberg
Týðari: Bjarni Niclasen
ISBN: 978-99918-76-31-3
Útgávudagur: 14. apr. 2013
Síður: 298

Heimskringla I

188,00 DKK

Book club price

150,40 DKK Ikki limur? Melda til!
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Snorri Sturluson (1178-1241) vaks upp hjá einum av lærdastu monnum í Íslandi. Har lærdi hann at lesa og skriva og fekk hollan kunnleika til sagnir og søgu, landalæru, gudfrøði og lógir. Við giftarmáli og dugnaskapi gjørdist Snorri sera ríkur, og hann fekk stórt politiskt vald. Best kendur er hann tó fyri skaldskap sín, serliga Snorra Eddu um norrønu gudalæruna.

Heimskringla byrjar við frumsagnum og sagnum, og síðani er ein søgulig frásøgn um norðurlendskar, fyrst og fremst norskar kongar og jallar. Við sínum framúr frásøgukynstri greiðir Snorri frá lívi og lagnu teirra, stríði og bardaga, men eisini frá kenslum og gerandisviðurskiftum. Heimskringla røkkur fram til 1177; tað er um somu tíð, sum Sverri kongur og Snorri Sturluson vórðu føddir.

Í Heimskringlu finna vit søgurnar aftan fyri fleiri kvæði, t.d. Ormin Langa og Gudbrandskvæði. 
Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók
Høvundar Snorri Sturluson
Bólkar Norrønar bókmentir
Upprunaland Ísland
Kápusnið Else Sjúrðaberg
Uppsetan Else Sjúrðaberg
Týðari Bjarni Niclasen
ISBN 978-99918-76-31-3
Útgávudagur 14. apr. 2013
Síður 298
Lýsing

Snorri Sturluson (1178-1241) vaks upp hjá einum av lærdastu monnum í Íslandi. Har lærdi hann at lesa og skriva og fekk hollan kunnleika til sagnir og søgu, landalæru, gudfrøði og lógir. Við giftarmáli og dugnaskapi gjørdist Snorri sera ríkur, og hann fekk stórt politiskt vald. Best kendur er hann tó fyri skaldskap sín, serliga Snorra Eddu um norrønu gudalæruna.

Heimskringla byrjar við frumsagnum og sagnum, og síðani er ein søgulig frásøgn um norðurlendskar, fyrst og fremst norskar kongar og jallar. Við sínum framúr frásøgukynstri greiðir Snorri frá lívi og lagnu teirra, stríði og bardaga, men eisini frá kenslum og gerandisviðurskiftum. Heimskringla røkkur fram til 1177; tað er um somu tíð, sum Sverri kongur og Snorri Sturluson vórðu føddir.

Í Heimskringlu finna vit søgurnar aftan fyri fleiri kvæði, t.d. Ormin Langa og Gudbrandskvæði. 

Snorri Sturluson

Bjarni Niclasen