19%
Gloym meg
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundar: Alex Schulman, Helgi Rasmussen
Bólkar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Uppsetan: Sonja Kjølbro
Týðari: Bergljót av Skarði, Jákup í Skemmuni
ISBN: 978-99972-1-626-7
Útgávudagur: 19. feb. 2026
Síður: 254

Gloym meg

300 DKK372,50 DKK

Book club price

298,00 DKK Ikki limur? Melda til!

Klubbaprísur er 198kr. Sum limur í bólkaklubba Sprotans kanst tú keypa 5 klubbabøkur um árið. Klubbabókin er 20% bíligari enn vanligt. Tekna teg her.

Tøk sum ljóðbók.
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Hetta er tekstur, ið kensluliga nemur ógviliga djúpt, um hvussu sárbær børn eru.

Tað er ein sorg og vónloysi í lítla dronginum, sum eingin kann verja seg fyri. Tá ið hann lýsir neyvt, hvussu hann eygleiddi mammu sína, tá ið hon ikki var, sum hon átti at vera. Allar fløskurnar, at hon legðist upp í song, óttin fyri, hvat kundi henda henni og øll ábyrgdin av at verja hana fyri annara eygum. Eingin skuldi fáa at vita...

Og so sorgin og ørkymlanin um, at alt ikki var í lagi í familjuni. Har var eingin at spyrja ella fáa stuðul frá. Bara einsemi. Og móðurloysi. Mamman, sum hann var so góður við, var ikki har longur, og honum longdist eftir henni. Og honum longdist eftir einum sindri av eymleika frá øðrum.

Árini ganga og støðan bæði versnar og batnar. Ein syrgilig ættarsøga er avdúkað við kulda, tøgn og fjarstøðu.

Alex sigur seg skriva fyri at endurskapa barndómin. Fyri at sættast við tann, hann veruliga hevði og at minnast tann, honum longdist eftir, tey fyrstu árini, tá ið mammufavnurin enn var opin. Tann, sum kápumyndin vísir, ein mynd av mammuni og Alex sum hann fann, tá ið hann seinni ruddaði eftir hana.

Heitið “Gloym meg” vísir til orðini hjá mammuni, tá ið hon ikki vildi viðurkenna, hvaðna minni tosa um, sína alkoholismu. So ræðuliga syrgiligt!

Upplýsingar um bók
Vøruslag Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundar Alex Schulman, Helgi Rasmussen
Bólkar Skaldsøgur
Upprunaland Svøríki
Uppsetan Sonja Kjølbro
Týðari Bergljót av Skarði, Jákup í Skemmuni
ISBN 978-99972-1-626-7
Útgávudagur 19. feb. 2026
Síður 254