Gamansleikur
Upplýsingar um bók
Vøruslag: Ljóðbók, Pappírsbók
Høvundar: Jens Pauli Heinesen
Bólkar: Stuttsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Uppsetan: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-201-6
Síður: Array

Gamansleikur

198,00 DKK

Book club price

158,40 DKK Ikki limur? Melda til!

Ikki á goymslu

Tøk sum ljóðbók.
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Lýsing

Harrin gav ikki kollutari kúgv horn, at hon skuldi ikki stanga, og betur er at elska dyggan hund enn illan træl, segði hann, – tey tíðindi ganga sum rótasúpan, at Jens hevur lovað at spreingja kong í luftina. Tey siga, at hann hevur keypt sær ein fullan kassa við dynamitt.

Bikarið er fult, rópti Jónas, kongavitjanin er avlýst. Lat meg tosa við Jensin, segði Hanna Malena og fór. Hon fann hann niðri í neystinum. Hann sat friðarligur á einum geisla og riðaði eina skrubbunót.

Er tað satt, Jens, at tú hevur keypt ein kassa við dynamitt ? spurdi konan.

Tað, sum ikki er lygn, er satt, segði Jens.

Hvat skalt tú brúka dynamittið til ?

At spreingja við.

Hvat skalt tú spreingja ? Einki svar.

Hvat skalt tú spreingja, Jens ? Sig tað nú.

Kong.

Upplýsingar um bók
Vøruslag Ljóðbók, Pappírsbók
Høvundar Jens Pauli Heinesen
Bólkar Stuttsøgur
Upprunaland Føroyar
Kápusnið Bárður Jákupsson
Uppsetan Sára Mikkelsen
ISBN 978-99972-1-201-6
Síður Array