Eilif Mortansson

(1916-1989)
var føroyskur rithøvundur, búsitandi í Danmark og skrivaði á donskum. 
Hann starvaðist í mong ár á Kongliga danska bókasavninum. 
Fyrsta bók hansara var stuttsøgusavnið Færøske stemninger, sum kom út í 1949. 
Hann skrivaði sera væl umtóktu gentubøkurnar um Pernille og Susy við dulnevninum Gretha Stevns, men her hjá okkum er hann serliga kendur fyri bøkurnar um Magnus Heinason.