Oyruni á Buster
Skaldsøga eftir Maria Ernestam
Tá ið Eva er sjey ára gomul, ger hon av at myrða mammu sína – tíggju ár seinni ger hon álvara av tí. Sálarfrøðilig drama um kærleika og umsorganarloysi.
Flest okkara hava onkuntíð ynskt møður okkara deyðar, tey fæstu hava gjørt nakað við tað. Men 7 ára gamla Eva ásannar eftir eitt svik, at hon noyðist at myrða
mammu sína, “tí tað var mær greitt, at eg mátti velja millum hennara og meg sjálva. So leingi hon var á lívi, fór hon at hindra mær at liva. Hon fór at súgva
lívið burtur úr mær og lata eina skel liggja eftir, eina skel, ið at enda fór at torna upp og molnast burtur” (s. 41).
Hvussu kann tað enda so illa? Tað verður avdúkað lag eftir lag í dagbókini, sum Eva á 56 ára føðingardegi sínum fær frá ommubarni sínum. Hon er vøkur við rósum
á kápuni, Eva yndar rósur, men tær blonku síðurnar ræða. Seinar náttartímar verður hon tó drigin móti teimum og fer at hugsa nærri um tilburðir og kenslur, ið
hon, sum árini eru liðin, hevur gjørt alt fyri at krógva og gloyma.
Mamman er framasøkin kvinna, henni dámar veitslur og glæstur og vil sleppa at liva lívið, og tað má heimalívið bøta fyri. Úteftir tykist húskið normalt, hóast
grannalagið man undrast á, hví mamman altíð hevur okkurt ilt at bera dóttrini. 12 ára gomul upplivir Eva upp aftur eitt stórt svik, og hon endurnýggjar avgerð
sína um at beina fyri mammuni, og lesarin fylgir nøtrandi við, hvussu hon fyrireikar seg og venur seg, so at hon er til reiðar til at endaligu uppgerðina.
Hendingarnar verða sæddar úr barnsins eygum, men sagt verður frá teimum við teirri frástøðu, sum 40-50 ár geva. Partleysi lesarin kann seta spurnatekin við
frásøgufólksins trúvirði, men tað vikar ikki tann veruleika, at ein verður drigin inn í hesa sjáldsomu søguna; tú grunar okkurt, og í næsta kapitli fáa vit
eitt vet afturat, hugsa: “Nei, tað kann ikki bera til”, men so kemur upp aftur ein avdúking.
Men hvat er við hundsoyrunum í heitinum á bókini? Jú, hundurin Buster er tann fyrsti, sum má lúta fyri 12 ára gomlu Evu. Áðrenn hon limar hann sundur og jarðar
hann, sker hon oyruni av honum og leggur tey í ein posa, sum ein verndargrip, og ígjøgnum alla bókina eru hetta einastu oyruni, sum lurta eftir tonkunum hjá
hesum barninum, ið kennir seg einsamalt.
Av sonnum ein ógvislig søga.
Forljóð í skaldsøguni Oyruni á Buster eftir Mariu Ernestam
Ástarleikur
Havi eg greitt tær frá um hvalirnar? Ikki? So skal eg greiða tær frá um hvalirnar í íshavinum. Hvussu teir elskast.
Vit menniskju ganga upprætt. Vit fetta okkum á og toyggja okkum upp, so væl sum til ber, og vit hyggja upp á luftina, sum vit hava yvir okkum. So seta vit
annan fótin fram um hin, aftur og aftur. Tað er okkara máti at flyta okkum fram ímóti tí máli, vit hava hugsað okkum, um vit nú hava hugsað okkum eitt mál og
ikki bara vála í kring í miðleysum ovfarakæti.
Satt at siga hevur tað ongan týdning, tí rørslan er tann sama. Annar fóturin fram um hin og í upprættari støðu. Gloym ikki tað.
Stórhvalirnir í íshavinum harafturímóti, teir berjast við aldurnar við bøkslunum og bólta sær í stórhavi sínum og lata tað skola seg reinar úr øllum
heraðshornum. Teimum nýtist ikki støðugt at seta nakað fram um nakað annað, men kunnu við teimum yndisligastu rørslum lata sveivina føra tann yvirvaksna
kroppin hagar, teir vilja. Tá ið hvalirnir skulu taka seg fram, so eru tað ikki nakrir neyðarsligir føtur, sum koma fyrst, men tann stóri grúkurin. Hvalirnir
liggja, tá ið teir taka seg fram. Tað mást tú heldur ikki gloyma.
Tá ið menniskjuni elskast, vilja tey eisini liggja. So kunnu tey hyggja upp á ástarvin sín, rannsaka instu tankarnar, finna tað ósagda og umskapa tað til
veruleika. Menniskjuni nerta hvørt við annað við hondunum, sum ikki longur hjálpa til við rørsluni fram eftir, men til at røra hvørt við annað. Er alt gott og
í lagi, kunnu tvey menniskju sameinast í onkrum, sum er størri enn tey sjálv, tá ið tey leggja seg niður at elskast. Eisini hetta er umráðandi, at tú ikki
gloymir.
Tá ið tveir hvalir møtast í kærleika, leggja teir seg ikki niður. Vit menniskju síggja tað fleiri kilometrar burturfrá. Tveir yvirvaksnir skapningar, sum
sporðreisast upp úr sjónum,tann váti blásturin, sum spruttar út í einum froysandi fagnaði til kynshugin, kropparnir, sum eru kroystir tætt saman. Hvalirnir í
íshavinum elskast uppreistir og fáa tí ikki hugt upp í eyguni hvør á øðrum í ástarleikinum, tí eyguni sita hvørjumegin við á dryppandi, bøllutu kúluni og venda
aftur eftir. Teir kunnu tískil ikki hyggja upp á stjørnurnar, sum eru stroyddar eftir luftini, ella rannsaka loyndarmálini hvør hjá øðrum við eygunum.
Hvalirnir fáa heldur ikki hálsfevnt hvør annan við bøkslum sínum, men ástarhugur teirra er so sterkur, at hann fær hundraðtals tons at skelva. Hvussu skulu vit
menniskju, ið ikki viga so mikið sum eitt neyðars lítið tons, við okkara avmarkaðu tonkum kunna ímynda okkum, hvussu stórur, hvussu víðfevndur, hvussu
óendaligur hesin ástarhugur er, hvussu víðfevnd henda ástarsameiningin er?
Og tá ið hvalirnir at enda glíða hvør frá øðrum, so søkka teir niður aftur í íshavið, nøktaðir og undirgivnir, eru aftur í sjónum, umgirdir av havinum.
Hvalirnir vakna til nýtt lív við at teir fara undir.
_____
Onnur skaldsøga eftir Maria Ernestam Altíð hjá tær er tilnevnd stóru fronsku bókmentavirðislønina Prix Littéraire Inter-CE 2011.
Bókin verður týdd og kemur í bókaklubba Sprotans í heyst.