Óvitborin sniðgáva

Ymist
06.02.2011
Sprotin

“Ódugnaligir ástøðingar hava gjørt innrás í amerikanskar skúlar. Nýggja skapanar hugsanin er ikki bara vánalig vísindi; hon er eisini vánalig skilvísi, vánalig heim speki og harafturat vánalig gudfrøði”

Sum tilvitandi dýr halda vit, at vitan er nakað, vit tilvitað vita. Djórafrøðingar fata ivaleyst vitan sum sannroyndir, ið eru gagnligar fyri at hóra undan og
nørast, uttan mun til um vitið fatar tað. Lokkanetið er yv­irlivingaramboðið hjá spunaeiturkoppum, og teir uppføra seg, sum um teir “vita”, hvussu lokkanet
skulu ger­ast. Men eiturkoppar vita ikki, hvussu teir skulu spinna lokkanet á sama hátt, sum fiskimaður veit, hvussu hann skal ryðja nót.

Eiturkoppaílegur eru ávísingar til bein, vøddar og spunavørtur, sum saman við heilanum, hvørs íborna spunamynstur, fær teir at nýta vøddar á slíkan hátt, at
úrslitið altíð, hvørja einastu ferð, verður eitt lokkanet. Helst vita eiturkoppar einki um hvørki lokkanet ella flugur, eins lítið og vit vistu, hvussu vit
skuldu bera okk­um at við at vaksa og mennast teir níggju mánaðirnar, vit vóru í móður­lívi.

Ílegur vita bókstaviliga talað einki, men á máttmiklan hátt goyma tær vitan um umhvørvið frá undan­farn­um ættarliðum. Tær “vita” um umhvørvi sítt á tann
serstaka hátt, sum lykil kennir lyklaholið, sum bara hann sjálvur passar í. Í tann mun framtíðin sam­svarar við fortíðina, lata lyklar upp, og verur hóra undan
til tess at lata eftirkomarunum tær somu ílegurnar. Í teimum førum verunum ikki eydnast at lata ílegurnar frá sær, doyggja ílegurnar saman við teimum. Í versta
føri doyggja heil dýrasløg út.

Men hvussu lesa íleg­ur upplýsingar um umhvørvið? Hetta er ein ófrávíkiligur táttur í náttúrligari úrvelj­ing, sjálvur rakstrar­mátturin í lívfrøðiligu
menning­ini, sum Charles Darwin, sum tann fyrsti, gjørdi sær greitt, hóast hann málbar seg øðrvísi. Nýdarw­inistar harafturímóti tosa um eina ikki
hissini/tilvildarliga íleguyvir­living í íleguhópi.

Sum frá líður, sum ættarlið eftir ættarlið hokna og doyggja, koma góðar ílegur undan kavi tíðari, meðan flestar vánaligar ílegur hvørva. “Góðar” ílegur skulu
skiljast soleiðis, at tær eru góðar til at evna verur til, sum hóra undan og nørast í umhvørvinum, har veran livir: í skógarlendi, á sjógvi, í mold, á
korallrivum o.­s.fr.

Eins og myndahøggari evnar standmynd til við at snýsa marmor burtur av marmorstabba, evnar náttúran íleguhópin til, at hann verður meira og meira fullfíggjaður
ættarlið eftir ættarlið. Við frábrigdum leggjast nýggjar broytingar afturat – hissini/tilvild­arlig mis­tøk sum í ávísum førum roynast ein bati. Hesin
tilvildar­leiki við frábrigdum hevur sumpart ábyrgdina av teirri algongdu mis­skiljing, at náttúrlig úrveljing í sjálvum sær, er tilvildarlig tilgongd.

Ikkitilvildarlig náttúrlig úrveljing leggur av sær sjálvari ótilvitandi upplýsingar um umhvørvið í DNA’ið hjá dýrasløgum. Hesar kotaðu upplýsingar hava fostrað
ta ranghugsan, at verur vórðu sniðgivnar til júst tað umhvørvið, tær liva í. Hugsið bara um tann næst­an óhugnaliga líkleika, sum hyljingarbúnin hja skordýrum
hevur við umhvørvið, skordýr liva í. Hugsið bara um eygað á geisla­dýrum, har nethinnan hevur ymsar litir við broytiligum fokuskúpum og ljósmálara, sum hevur
við sær, at sjónopnan ger ørsmáar tillagingar. Men hugsið eisini um, at tað er løgin sannroynd (tó ikki tá ið tað snýr seg um høgguslokkar, sum hava havt
ser­staka lív­frøðiliga menning), at nethinnan hjá geisladýrum er aftanífrá og fram. Ljósið má fara ígjøgnum eina ørgrynni av fløkjum av saman­bundnum nervum,
áðrenn tað rakar ljóskyknurnar: júst slík ovurfløkt tilgond, sum ein hevði væntað, tá ið lívfrøðiliga menningin er tilvildarlig og ikki sniðgivin.
“Mistakið” er søgulig fornleivd.

Nógvir ymsir faktorar kunnu geva fólki ta villleiðandi og tølandi hugsan, at vitborin sniðgáva má standa aftanfyri, tí tilgongd­in er so samansett og tíðum so
avbera vøkur. “Vápnakappdubbingin” millum rándýr og veiðidýr, ella millum sníkar/snultarar og vert­ir, hevur við sær lívfrøðiliga menningartillaging, sum ofta
er á ófataliga høgum stigi. Fullfíggjaða menningarstigið verður framskund­að av ørgrynni av ílegum, har hvør teirra ger lítlan mun, men tær hava samstarvað í
tyssum í ómetaliga long tíðarskeið.

Vakurleikamenningin er eggjað fram sambært teirri grundreglu, sum Darwin rópti kynslig úrveljing. Teir ótrúligu litirnir hjá paradís­steggjanum hjálpa
honum vissuliga ikki at hóra undan sum einstaklingur, men hin­vegin, tá ið tað snýr seg um, at fáa ílegur hans­ara at yvir­liva, er tað øðrvísi, tí
paradísbøgurnar halda júst hes­ar litfagru steggjarnar vera eiggiligar.

Í roynd og veru byggir hugsanin um óvitborna sniðgávu á stigvísa samanstúgving av smáum batum, sum vaksa fram og menn­ast, og, sum frá líður, verður broytingin
fjølbroyttari og gagnligari. Eitt úrslit, sum, tá ið av tornar, illa ber til at hugsa sær kundi farið fram í einum einstøkum risalopi.

Vit hava góðar grundir til hvørki at vilja kennast við ella góðtaka pástandir, sum royna at billa okkum inn, at lívfrøðiligt fjøl­broytni knappliga kann taka
seg upp úr frumkendum einfaldni eftir snøgt sagt einum ætt­arliði. Harafturímóti er tað lætt at góðtaka tilgongdina, um hvørt lívfrøðiligt menningarstig sær
stavar beinleiðis frá stigvísari lívfrøðiligari menning, sum byggir á ta undan­farnu, sum tað neyvt líkist. Júst tað, fyri at siga tað stutt og greitt, er
orsøkin, at lívfrøðilig menning er før fyri á framúrskarandi hátt at greina lív. Hvørki tilvild ella sniðgáva harafturímóti er før fyri at greina
lívfrøðiliga menning á skilagóðan hátt.

Stuttfreistað riggar vitborin sniðgáva væl, tá ið hon til dømis skal greina, hví ljósmyndatól, bilar, frúar­hundar ella rósur í rósuframsýning eru, sum tey eru
(tað vita øll). Men lýtini/brekini eru sjónsk, tá ið vitborin sniðgáva skal greiða frá djúptøknum lutum, tí hon megnar ikki at greiða 64.000
dollaraspurningin: Hvør sniðgav sniðgevan? Hetta er ikki bara eitt fjákut kjakevni. Tað sígur seg hótt­andi og lagnutungt saman um henda spurningin –
soleiðis sum hann er – hvat sigur vitborna sniðgávan um tann spurningin?

Megingrundgevingin (og í roynd og veru tann einasta) fyri vitbornari sniðgávu er grundgevingin: “Tí Annað Er Óhugsandi” ella “Eru
Ósannlíkindini”.
Summi lívfrøðilig sereyðkenni – sum til dømis eygu á fjaðrum, lívfrøðiligar-evnafrøðiligar ræsur, bivhár á bak­terium – eru søgd at vera
hagtalsliga sæð ósannlík (so fjøllbroytt og ovursamansett, fullar av upplýsingum, o.s.fr.), at tað ber snøgt sagt ikki til, at tey kunnu hava ment seg
lívfrøðiliga við náttúrligari úrveljing. Viðhaldsfólk teirri vitbornu sniðgávuni royna ongan­tíð at prógva nakað á positivan hátt: Teirra próvmannagongd snýr
seg altíð um at vísa á tað, tey rópa lýti/brek við lívfrøðiligari menning.

Illa ber til at hugsa sær grøtiligari og haldveikari grundgeving. Fjølbroyttu lívfrøðiligu eginleikarnir hava í hvørjum einstøkum føri, teir hava verið
kannaðir út í æsir, víst seg, tá ið av tornar, altíð at kunnað ver­ið raktir aftur til stigvísa lívfrøðiliga menning, har endaúrslit er júst tað, sum hini
tvíhalda um, er ósannlíkt. Hvussu er og ikki, eingin roynd er nakrantíð gjørd til tess at vísa á, at tað so­kallað alternativa ástøðið viðvíkj­andi vitbornari
sniðgávu hevur royndst betur ella frægari. Tá ið av tornar, uttan mun til hvussu hag­tals­liga ósannlíkt tað er, og tað sama hvussu fjølbroytt og samansett
eitt eyga ella okkurt annað er,
so slepst ikki undan tí tanka, at vit­borin vera (Gud), sum er før fyri at sniðgeva tilveruna, má hagtalsliga sæð vera
upp­aftur ó­sannlíkari, fjølbroyttari og samansettari.

Á óreiðiligan hátt royna tey, sum tala fyri vitbornari sniðgávu at fjala útyvir átrúnaðarligu tilelvini/mot­ivini við at siga, at hvør sniðgevin er, er
ósvaraður spurningur. Ikki Jahve neyðturviliga, tað kundi verið onk­ur ókendur uttan úr rúmdini. Sum ein meginregla kann verið sagt, at náttúruvísindafólk
vildu ikki mót­mælt slíkari áskoðan, tí uttanheimsverur kundu sanniliga tókst okkum at verið gudalíkar sæddar úr okkara lága og eyðmjúka sjónarhorni. Men tær
eisini, mugu vit vænta, høvdu havt drúgva lívfrøðiliga menning. Ein kann, um ein hevur hug, rekja tilgondina aftur til sniðgeva, sum gjørdi sniðgevan.
Men fyrr ella seinni verður ein noyddur at havna tí, sum heimspekingurin Daniel Dennett (amerikanskur heimspekingur) rópar ‘bremsur’ (t.e. havna
hugsanum, sum ikki hava støði í náttúruvísindum; viðm. týðarans), og ein verður noyddur at fara at nýta krana, sum stendur á hollum støði. Einasti holli
krani, vit kenna, er náttúrlig úrveljing. Sjálvur eri eg sannførdur um, at er lív aðrastaðni í alheiminum, so fer tað at vísa seg, at tað í breið­ari
merking er dar­winskt.

Tá ið sniðgávuviðhaldsfólkini loyva yvirnáttúrligum ikkilívfrøðiligum mentum sniðgeva sínum at koma undan kavi í upphavi aldanna, áttu tey eisini at loyvt
náttúrubundnum lívfrøðiligum liðum somu ivasomu rættindum. Nýggja skapanarhugsanin er ikki bara vánalig vísindi; hon er eisini vánalig skilvísi, vánalig
heim­speki og harafturat – sambært gudfrøðivinum mínum – enntá vánalig gud­frøði.

Sambandsríkini Amerika eru tað sama hvønn málistokk, ein nýtir, fremsta náttúruvísindatjóð heimssøg­unnar. Kortini verður hetta megnarlandið, sum hevur útint
so nógv avreksverk, drigið niður og gjørt til láturs av øllum heimsins skúlaðum fólkum. Hví? Tí skúlastjórnin í Kansas við sínum fjákuta tvætli og sínum
býttis­ligu lótum hóttir frælsa fólkaræðið. Onkursvegna hevur tað eydnast einum ódugnaligum støddfrøðingi, ein­um hálvvánaligum lívevnafrøðingi, einum frelstum
eftirløntum sakførara og einum moon­fylgdarmanni at hevja seg sjálvar upp í eygunum á týdningarmiklum, men fávitskutum politikarum, múgvandi góðgerðar­fólk­um
og hentum og býttum leikfólkum, og soleiðis at røkka upp á javnt við tað støði, sum fremstu vísinda­ligu undangongufólkini í Amerika hava. Hvussu kundi hetta
sleppa at henda? Nær raknar henda mæta tjóðin við­aftur og verður aftur partur av siðmenta heiminum?

Richard Dawkins
Annfinnur í Skála týddi

Føroyskar týðingar av enskum fakorðum:
alheimur = the universe
Astøðingur = theorist
bati = improvement
frábrigdi = variant
grøtiligur = sad, deplorable
hagtalsliga = statistically
haldveikur = ungrounded
heimspeki = philosophy
hóra (undan) = survive
ílega = gene
lívevnafrøðingur = biochemist
lívfrøðiligt fjølbroytni = biodiversity
lívfrøðingur = biologist
lokkanet = spider’s web, cobweb
menningargongd = evolutionism, evolution
náttúrlig úrveljing = natural selection
ótilvitandi = unconscious
óvitborin = unintelligent
siðmentur = cultural
skilvísi = logic
skordýr = insect
stuttfreistaður = short-term
støddfrøðingur = mathematician
tilgongd = process
tilvitandi = conscious
tíðum = often, frequently
tølandi = seductive
umhvørvi = environment
uttanheimsverur = aliens
vápnakappdubbing = arms race

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...