Ólavur Hátún 80 ár

Røður
13.02.2011
Sprotin

So spelkin hann er, maestro, Ólavur Hátún. Enn svingar hann armarnar og fær ljómin í tónleikinum av Bach at rumsast í okkara verð- Der Geist hilft unsrer Schwachheit auf og Magnificat, sum ljómaðu undir bitunum í Vesturkirkjuni og í Fuglafjarðar kirkju í fjør upp undir jólaføstuna. Har var ikki eiti av frummmegi í hesum kroppi at fáa so stór kórverk upp at standa. Hetta hevur verið hansara hjartamál í ár so mong at birta upp undir kórsangin her á klettunum bæði á bygd og í bý, og at syngja kórverk, sum ikki áður hava verið sungin her á landi. Hetta hevur gagnað føroyska kór – og tónleikalívinum og okkara mentan, so neistin av hesum degi er góður førningur at hava við sær í kórskjáttuni bæði dag og nátt.

Í Herlufsa stovu
Ólavur hevur frá heilt ungum árum av sæð openberingina í tónlistini, ein frumgróður, sum hevur gagnað so mongum til so mikla gleði, at bara Várharra veit um
hetta at siga. Kanska veit Várharra heldur ikki alt, ella hann sigur; Sumt lati eg fara aftur við borðinum. Tí teldustýrda medvit hansara goymir at so mongum,
at hann má velja og vraka á tí guddómsrikna harddiskinum; men kanska er tað so, at tað, sum ikki verður goymt, at tað er júst tað, sum ongantíð verður
gloymt…. og her hava vit mannin í ungdómsins blóma standandi upp við klaverið í Herlufsa stovu í Fuglafjarðar skúla einaferð fyrst í fimmti árunum – 1952/53.
Tágekk eg í 3. flokki. Hann lærdi okkum at syngja: Viva la Musika. Hetta var hugtakandi ljómur fyri tystandi barnasálir á bygd, sum elskaðu sang. Tað stuttliga
við hesum var, at Tummas N. Djurhuus var eisini vikarur fyri Herluf eina stutta tíð, og hann lærdi okkum at syngja: Ach du lieber Augustin. Ja, eingin ánaði,
at hesir knevlar skuldu koma at fáa so stóran týdning fyri okkara mentanarlív. Kanska var tað tí, at teir báðir høvdu staðið uppi við klaverið í Herlufsa stovu
og sungið og kent andan úr hesi sáttmálaark av einum runnakendum, kosmiskum anda, sum teir goymdu í sínari mentanarskjáttu, sum fylgdi teimum restina av
lívinum. Spell var at Tummas doyði so brádliga bert 43 ára gamal 1971.

Uppvøkstur: Svínoy
Ólavur er føddur í Svínoy 17. febr. 1931 og var her til hann var sjey ára gamal. Hjalmar Hátún varð settur lærari í Svínoy 1923 og var lærari her til 1938. So
mangan Ólvaur rør aftur á tíðina úti í Svínoy. Her var eitt livandi bygdarsamfelag við fólki, sum hevði sín uppruna í rótføroyskari mentan, og løgið kundi tað
tykjast, tá ið klaverið eftir búgvi hjá abba Ólavs, Poul á Heygum, kom til Svínoyar. Hetta var einasta klaver eystan fyriMúla. Tað kom við postbátinum,
Streymi, til bygdina – varð lossað og sett niður í eitt áttamannafar og so siglt inn á lendingina. Hetta minnist Ólavur, sum sat framman fyri gluggan heima við
hús og sá hesa sjón. Aftur var tað klaverið, sum fekk hugan at flyta seg. Hjalmar Hátún hevði longu tá kór í bygdini, og mundi hetta óivað vera eitt tað fyrsta
kórið á bygd, sum sá dagsins ljós her á landi. Kórið sang t. d. Mellom bakker og berg (Nordmannen), sum kanska var fyrsta lag, ið Ólavur við sínum smáu fingrum
trilvaði seg fram til á klaverinum. Nevnast kunnu sangarar sum Hans David Jacobsen, lærari, faðir Flóvin Jacobsen, sum spældi harmoniku. Hann hevði sera gott
mál, Líggjas á Váli sang eisini við hesum kóri og Erling hjá Jóa. Hetta vóru óførir bassar, sum rungaðu ímillum inn – og útsúð í brimgangi, men eisini eins
mildir sum lygnir á sjónum, tá ið teir skuldu sameinast við kvinnurøddirnar.

Hjalmar Hátún sang eisini við børnunum, so ikki kann annað sigast, enn at Ólavur hevur fingið mangt og mikið inn við móðurmjólkini og ikki at forgloyma
bátasmiðin, Pól Johannes, sonur Poulí Nornastovu úr Mikladali. Hann er ein ímynd hjá Ólavi, sum pápin fekk gott av í allar mátar, tá ið tað snúði seg um
bátasmíð. Hjalmar hjálpti Poul at smíða bátar, og var Poul ein tann dyggasti bátasmiður her á landi. Ólavur hevur gingið í knæsbótum faðir síns, fingið bátamíð
og angan av hølvisspónum í sinnið. Ólavur og báturin hava verið sum stúkan og rekkjuváðin síðani, og hevði hann longu her sæð, hvussu ein bátur varð strektur,
reistur, flaktur og laðaður. Alt hetta hevur verið gáva til gagns og ein góð lunnbót hjá Ólavi at hava sum førning. Grammofon var eisini í húsinum, og Hjalmar
spældi eisini violin, sum hevur lagt eina ál afturat tí musikalska renslinum.Móðir Ólavs fór niður á Kunst og Husflidskolen í Keypmannahavn 1933, so sigast
kann, at henda modernaða lærarafamiljan í Svínoy hevur verið sera virkin á sín hátt, og hevur tíð teirra í Svínoy verið mennandi bæði fyri Svínoyar bygd og tey
sjálvi. 1938 bleiv Hjalmar lærari í Kvívík, og búði tey her til 1946.

Kvívík
Tað lá frammarlaga í sinninum hjá Hjalmari at leggja lunnar undir kór. Soleiðis bleiv eisini, tá ið komið varð til Kvívíkar. Tey búðu í skúlanum, og var
kamarið hjá Ólavi móti skúlastovuni, so hann hoyrdi, tá ið pápin mýkti røddirnar um kvøldarnar á kvívíkingum.Hetta festi seg í oyrað, og lærdi hann allar
“stemmurnar”. Tað gav at bíta einum sinni, tað galt okkara tjóðsang. Faðirin hevði fingið ein íslending at útseta lagið fyri blandað kór, men hevði króksett
lagið. Hann fann tað ikki aftur. Ólavur hjálpti pápa sínum at leggja á aftur kíkin, tí hann hevði hoyrt hetta so ofta úti undir væðingini í Kvívik, og hevði
hetta fest seg so í hugan, at hann kundi lata av hesum ljómi úr sínum barnasinni. Soleiðis komu teir heilskapaðir úr hesari løgnu støðu, og glaður var pápin,
at hann uppdagaði, at sonurin eisini hevði tóna.

Ja, nú sæst í sjónvarpinum um kór, sum verða reist næstan úr ongum, har t. d. danir, ja, og bretar við, fara út á gøtuna og biðja vanlig fólk koma at syngja.
Tað var júst tað, sumHjalmar gjørdi bæði í Svínoy og í Kvívík, og sum mangir við honum her á landi hava gjørt. Ja, so er tað tilfarið, sum tú arbeiðir við. Tað
er sum at byggja ein bát, at strekkja kjølin, reisa, flekja og laða, so er báturin har .. ja, so stendur kórið har í øllum sínum skrúð og gevur ljóð.
Spurningurin er, um tey skapandi evnini, sum eru løgd niður í okkum koma til sín rætt. Hjá Hjalmari komu tey, sjálvt á eini útoyggj langt úti í Atlantshavinum,
og hetta flutti seg yvir á sonin, sum tók henda tátt upp, og væl er komið burturúr.

Nú er so nógv sagt um Hjalmar og hansara áhuga fyri tónleiki, men mamman, Brynhild, var ikki sør. Hon var ættað ú Vestmanna.Tey møttust í Vestmanna. Hjalmar
var á veg oman í dans, og møttust tey í Heygabrekkuni, ella har um vegir, og fóru tey inn á gólvið hjá Hildu fastirog Petur á Heygum, morbróðrinum. Faðir tók
violinina fram og fór at spæla. Brynhild segði, at hetta var so dárandi,at tað fleyt yvir við heitum og eymum kenslum. Hjalmar spældi seg inn í hennara innasta
krókog setti eld í sálina við eini violin. Ja, hann var longu tá knávur at spæla. Hetta var teirra yndiskvøld í ungmanna kæti og kærleikans róma. Betri kann
tað ikki verða, tá ið tónarnir opna sinnið og fáa kenslurnar at liva….. sum eisini vórðu lagdar niður í sonin.

Havnin
1946 flutti familjan til til Havnar. Hjalmar var lærari í Kvívík til 1948 og fekk so starv í Kommunuskúlanum. Fyrst búðu tey uppi á Heygnum mikla, so hjá
mostrini, Borghild – Várdís, á Gamla hospitali og so til endans bygdi Hjalmar hús í Niels Finsens gøtu 59. Ólavur hevur um hetta mundið verið 15 – 16 ára
gamal. Aftur var tað kórljómurin, sum lá frammarlaga í sinninum, og legði gamli Hjalmar Hátún lunnar undir kór, sum fekk navnið Frøi. Nógv ung av bygd sungu
við hesum kóri, og taldi kórið onkuntíð eini 70 – 80 fólk. Frøi hevði sína bestu tíð frá 1948 til 1952. Kórið fór t. d. út á bygd at syngja og einum sinni sang
kórið í Sandavági, og her fekk Ólavur sín “elddóp” sum kórleiðari. Her royndi hann seg á fyrsta sinni at stjórna kóri, og stóð alt í einumroka í hansara sinni.
At vita sær, at nógv fólk vóru fyri frammanog ein hópur fyri aftan, sum eygleiddu hann við opnum eygum, var sjón fyri eygað og ljómur fyri oyrað. Ja, tað sum
eygað ikki hevur sæð, og oyrað ikki hoyrt, rørir ikki hjartað. Hesin kórljómur hevur logað uppvið líka til dagin í dag. Hetta hevur verið honum til mikla tign
og miklan sóma, og okkum øðrum til gagns.

Tá ið Ólavur 1947 fór at ganga á VBV á studenta – og præliminerskeiðinum, lá hetta aftur í sinninum, at fáa fólk at syngja. Alex Sólstein gekk eisini á hesum
skúla, og fingu teir báðir í lag eitt kór, sum Erik Petersen stjórnaði. Erik bar seg undan í fyrstuni, meneftir eina formaning frá Thomas Nygaard, gav Erik seg
undir hesa áheitan og sungið varð.

Tað er nógv at fara um, tá ið komið verður at tinnuni og lýsa mannin, kórleiðaran, Ólav Hátún, og allan henda líðilanga veg hann hevur gingið fyri at menna
kórsangin her á landi. Hetta sigur nógv um hansara tolsemi og ágrýtni. Tá ið hann gekk á Føroya læraraskúla, royndi hann at gera eitt barnakór, og hevði Hans
J. Højgaard sum fyrimynd. Sum áður nevnt var Ólavur vikarurí Fuglafirði 1952/53 og hevði kvinnukór (gentukór) her á staðnum, og sama ár var hann vikarur í
realskúlanum, har hann dansaði og sang við børnunum. Tá ið hann fór hiðani, segði Christoffur Lützen við Ólav: “Eitt skulu tygum eiga, tygum hava fingið skúlan
at syngja!”

Fuglafjørður, Haldórsvík, Toftir og Vestmanna
Ólavur var vikarur í Fuglafirði í fimm mánaðir. Á várið 1953 søkti hann lærarastarv í Haldórsvík, fekk starvið og settur í starv 1953. Ólavur hevði í kjøtið
borið at tøða og taða, har hann hevur verið staddur sjálvur, serliga tá ið tað ráddi um kórsang og kvøðing. Birta upp undir kórsangin og at dansa við børnunum,
sum hann beinanvegin fór undir, tá ið hann t. d. kom til Víkar sum lærari. Tað man hava verið sjaldsamt, at hoyra fleirraddaðan sang á so lítlum plássi, har
einki vegasamband var til bygdina. Avhaldshúsið var konsertsalurin, og fylti hesin kórljómur henda skála og sama var við barnadansinum. Ólavur upplivdi eisini
kingosangin her norðuri t.d. í Tjørnuvík. Ein dagin mamman, Brynhild, var og vitjaði, fóru tey bæði við fimmmannafarinum, sum Hjalmar hevði smíðað, norður til
Tjørnuvíkar til gudstænastu. Her var einki orgul í kirkjuni, so sungið var uttan orgul. Hendan dag var Gamlinóti sungin, og var tað Dávur Emil, sum legði fyri.
Tað var eins og eitt grunnbrot, sum legðist yvir altardúk og kórrimar. Tað var sjáldsamt at hoyra ljómin í hesum framburði, men tá ið hann sjálvur fór at taka
upp henda forna sang, sá hann hvør dugur var í hesummentanararvi, ið lá goymdur í hesum løgum. Ólavur var bert eitt ár í Vík, og eftir hetta var hann
annarlærari á Toftum 1954 – 57 og Vestmanna 1957-60. Øll hesi støð setti hann síni djúpu spor. Hansara bræsna sinni lá í okkara upprunamentan,at hevda
kvøðingina og kórsangin. Hann var ikki væl sæddur av somu orsøk av fólki, sum hevði eina ortodoksa, kristna fatan, men treiskur, sum hann var og er, so vildi
hann ikki leggja kongin, men helt á við hesum og sigast má, at úrslitið er gott nú ellisár sita í kropp og sinni.

Havnarkórið
Ja, lívið er ríkt, og ríkast er sálarstreymurin, tá ið mannasálir hevja ljómin upp frá tí jarðisku tilgongdini til ein andaligan streym av ovurviðkvæmnum
kórljómi í orðum og tónleiki. Hetta sást beinanvegin, tá ið Ólavur kom aftur til lands fullfermdur við hugskotum, lærdómi um kórsang og kórlív á ymsan hátt.
Útvarpskórið legði hann lunnar undir í 1966, sum seinni bleiv til Havnarkórið og ikki at forgloyma upptøkurnar, hann gjørdi í sekstiárunum fyri Dansk
Folkemindesamling av skjaldrum, kingosangi og kvøðing. Eitt mentanarrák, sum er ein dýrgripur at eiga. Tá ið á stóð úti á bygd at fáa kórleiðara, so var hann
fúsur at fara og rætta eina hond, og hetta var ikki bara einaferð, men fleiri ferðir. Hetta er ein partur av krúnuni, men Havnarkórið hevur fylt nógv í hansara
sinni. Allar tær uttanlandsferðirnar kórið hevur verið – líka úr Mannhattan í Wienarborg, sungið á Evropa Cantat, Norðurlondum, Frankaríki, Hetlandi, Bretlandi
og so her á landi, har stór kórverk hava verið á breddanum. Hugsi, at 1974 var eitt sjáldsamt ár, tá ið Willi Gohl kom til landið. Vit sungu undir hansara
leiðslu messu av Schubert – G-dur Messuna.Willi hugtók okkum øll, og kona hansara Verena Gohl sang lieder og fólkaløg fyri okkum. Inniligur og viðkvæmur
kórmaður var komin … ogmundu mong ásanna, at dugnaligari kórleiðara høvdu tey ikki møtt áður. Eitt er at duga at sláa eina takt, men at leggja anda og
kensluborið medvit í tónleikin, sum flestu kunnu tilognasær undir slíkum veingjabreiði, er ikki hvørjum beskorið.

Platon og Sokrates meintu, at tónleikur var av stórsta týdningi fyri ung og teirra uppaling, tí hann sameinir vísindi og anda. Ikki bert tað, men fekk
eisinifólk saman, sum Willi Gohl var við til eftir seinna heimsbardagavið kórstevnuni Evropa Cantat, at sameina fólkið aftur eftir skuggsjónina, sum eygað
festi seg við eftir krígslok. Hetta er ein andsborin tanki, sum vit øll kunnu taka undir við. Ólavur var við á fyrsta sinni í Evropa Cantat við sínum kóri,
Útvarpskórinum, 1970 í Graz, og her hitti hann Willi Gohl, og blivu teir bestu vinmenn. Hann hevur havt stóran týdning fyri føroyskan kórsang. Í februar mánaði
í fjør andaðist Willi Gohl, og hevði Ólavur vøkur minningarorð um mannin í bløðunum.

Kórstevnan og endi
1967 var fyrsta kórstevnan her á landi í Havnini, og upphavsmaðurin til hetta var Ólavur, og tá var tað Carl Clausen, sum sat við klaverið og stjórnaði. Eisini
ein opinbering, tá íð Santa Maria av Mozart og Zigeunerleben av Robert Schumann ljómaðu í okkara ungu hjørtum. Hetta var eisini ein hvøllur ljómur, sum kom at
liva í okkara sinni restina av lívinum.

Veitsla var í B-36 húsinum aftaná, har Herluf Berthelsen, Hans J. Højgaard og Carl Clausen hildu talu. Ólavur helt eisini talu og segði: ” Herluf, næsta ár
koma vit til Fuglafjarðar á kórstevnu!” Sum sagt so gjørt. Jødarnir heilsaðu hvør øðrum við orðunum: ” Næsta ár í Jerusalem!” Hesi fittu orðini, næsta ár, er
blivið í sinni Ólavs til… næsta ár syngja vit Listaskálakantatuna, Skapanina av Haydn, Johannes passiónina, Händels Messias, Jólaoratoriið av Bach, Elias av
Mendelssohn, Requiem av Mozart, Requiem av Werdi, Magnificat, Requiem av Brahms (Ein Deutsches Requiem), Gott hilf unsrer Schwachheit auf, Fagna Hans J
Højgaard, Karl Clausen ogJ. Waagstein o.s. fr.

Nú Ólavur rundar tey 80, 17. februar er hann líka virkin á kórøkinum og hevur enn ein neista í síni sál, sum livir sítt innilív í hansara sinni og teskar honum
lívgandi ljóð og ljóm í oyrað:

” Ja, góðu tit! Næsta ár syngja vit…..

Hjartaliga til lukku við teimum áttati árunum.

Frits

Deil á

Aðrar greinar

Røður
Vit eru málið og málið eru vit

Málið er ein frummegi. Móðurmálið tekur skap, táið vit koma úr móðurlívi og súgva í okkum móðurmjólk...

Røður
Heiðurskvøða til fjøllistamannin Martin Joensen

- tá ið hann fekk handaða Serstøku heiðursgávu landsstýrismansins 2021 í SALT á Drelnesi 19. januar ...

Røður
Mín slóð í kjalarvørri móðurmálsins

Hann sendir - á skeivari – bylgju – millum - bylgjur – og – á – øðrum – frekvensi -millum – allar - ...