ØGN (1)

Ymist
03.04.2011
Sprotin

So av og á, millum ár og dag, havi eg skrivað ymiskt niður, sum eg eri komin framá, og hevur givið mær okkurt so mikið virðismikið, at eg ikki bara kundi lata tað fara aftur við borðinum. Her eru ymist úr rúgvuni.

Francis Bacon (1561 – 1626)
Vísindalig frambrot hava møguleika at broyta heimin grundleggjandi og nevndi sum dømi: Bókaprent, krút og kumpassina.

Benjamin Franklin (1706 – 1790)
Tey, sum siga frá sær lívsneyðug frælsisrættindi afturfyri at fáa fyribils tryggleika, hava hvørki uppiborið frælsi ella tryggleika.

Nietzsche (1844 – 1900)
Tað havi eg gjørt, sigur minnið mær. Nei, tað kann eg ikki hava gjørt, sigur mín stoltleiki og er hvørki til at høgga ella stinga í. Og loksins gevur minnið
seg.

Arthur Schopenhauer (1788 – 1860)
Hvør ein sannleiki má um trý stig, áðrenn hann verður góðtikin: Fyrst speirikin, tínæst mótarbeiddur, og loksins halda øll hann vera sjálvsagdan.

Max Webers (1864 – 1920)
Sjálvandi er tað fulkomuliga rætt – vísa allar søguligar royndir – at tað møguliga aldrin var nátt, um vit ikki, menniskjuni i hesi verðini, ferð eftir ferð
høvdu roynt tað ómøguliga.

Deil á

Aðrar greinar

Ymist
PORTUGISISK ORÐABÓK

Øll eru hjartaliga vælkomin í Løkshøll í dag 26. januar kl. 16. Ókeypis atgongd. Kom og hoyr søguna ...

Ymist
Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum ...

Ymist
Røtur í bæði Føroyum og Grønlandi

Í 2020 kom grønlendsk-føroyska orðabókin út, og nú ber...