Nýggj Sprotatíðindi
Bókaprát
13.04.2014
Sprotin
Nú eru vit komin inn í várið einaferð enn. Aftur er doðaveður og gróður. Ærnar eru aftur farnar at tyngjast, og gæsnar hava lagt seg. Alt raknar við aftur og fer undir stóra setningin at kveikja so nógv lív sum til ber hesa ljósu tíðina.
Tíðindini frá Sprotanum, ið plagdu at koma
út sunnumorgun, hava eisini ligið í dvala. Men eisini tey eru raknað við aftur.
Tað er so nógvur gróður í Sprotanum, at vit taka táttin uppaftur og fara at
senda teimum, ið vilja hava teldupost frá okkum sunnumorgun, tíðindi um bøkurnar,
vit gera, brellbitar og ljóðbitar úr tekstum, hugleiðingar, ummæli,
viðmerkingar o.a. og eins og seinast, fara vit eisini út um okkara egnu bøkur
og taka áhugaverd mál upp. Helst evni og mál, ið sjaldan verður viðgjørd í
okkara miðlum.

Heimasíðan hevur fingið nýtt snið, og tað
hevur tíðindabrævið eisini, og vit
vóna, at hesir báðir partar vera so væl greipaðir, at tað verður bæði áhugavert
og hugaligt at lesa.
hevur tíðindabrævið eisini, og vit
vóna, at hesir báðir partar vera so væl greipaðir, at tað verður bæði áhugavert
og hugaligt at lesa.
Vilt tú hava okkara tíðindi aftur við
kaffinum sunnumorgun, far inn á sprotin.fo og skriva teldupostadressuna í
teigin “Fá okkara tíðindabræv”. So ert tú við á liðinum.
kaffinum sunnumorgun, far inn á sprotin.fo og skriva teldupostadressuna í
teigin “Fá okkara tíðindabræv”. So ert tú við á liðinum.
Vælkomin til nýggju sunnumorguntíðindini
frá Sprotanum.
frá Sprotanum.