Nadine Gordimer

Bókaprát
15.06.2011
Sprotin

– Rithøvundur er nakað, tú ert – ikki nakað, tú verður, sigur suðurafrikanska Nadine Gordimer, sum fekk fleiri av skaldsøgum sínum bannlýstar, tá ið apartheidstjórnin ráddi fyri borgum.

Nýliga kom stuttsøgusavnið Beethoven var en sekstendedel svart á norskum, Nadine Gordimer fylti Litteraturhuset í Oslo á tremur triðja vikuskiftið í mai í ár, og rithøvundurin, sum gongur á sínum áttatiáttanda ári, er líka kurlandi, sum tá ið eg møtti henni á Elie Wiesel-ráðstevuni “The Anatomy of Hate” í Oslo í 1990. Tað var hetta árið, Nelson Mandela varð latin leysur og kom á ráðstevnuna í Oslo at røða um sáttargerð ella sættan.

– Eg havi kent Mandela síðan í 50-árunum, sigur Gordimer, sum eftir Sharpeville-blóðbaðið í 1960 sjálv gjørdist virkin í bardaganum ímóti apartheid. Foreldrini vóru jødiskir immigrantar og búðu í einari bygd við eitt nám uttan fyri Johannesburg, stórbýin, sum Nadine Gordimer flutti til í 1968, og sum hon hevur búð í síðan. Í fjør kom bókin Telling Times, ein tjúkk bók við greinum, sum Gordimer hevur skrivað í ymiskum ritum frá 1954 til 2008 um bókmentir og politikk, og ein av greinunum byrjar við hesari endurgevingini:
«Tann dagin, eg ikki eri nakað meir enn ein, ið skrivar, gevist eg at skriva.»

– Tað er ein endurgeving eftir gamla vinmann mín, Albert Camus, og hesi orðini hava verið mær ein moralsk kredda. Tú kanst skriva um alt møguligt, men ein rithøvundur við reinlyndi hevur eina ábyrgd sum menniskja í tí samfelagnum, hann ella hon livir í. Eg livi og havi livað í einum samfelag, har eg eisini kann vera eitt vitni. Rithøvunur er ikki nakað, tú verður, men nakað, tú ert, við einum triðja eyga fyri tí, sum hendir. Í teirri skipanini, sum eg varð fødd inn í, hevur hetta verið sjálvsagt at liva eftir, sigur Gordimer. Í greinum sínum kemur hon støðugt aftur til, hvat tað at vera suðurafrikanskur rithøvundur hevur at týða fyri hana.

Byrjanin

– Eg fór at skriva, tá ið eg var um níggju ára aldur, og tað var ikki soleiðis, at eg ein dagin gjørdi av, at eg skuldi verða rithøvundur. Eg bara skrivaði, og tær fyrstu søgurnar fyri børn fekk eg settar á prent fimtan ára gomul.
Í 1951 stóð fyrsta grein hennara í The New Yorker, og hetta var byrjanin til eitt langt samstarv við tað ritið, og listin við ritgerðum, hon annars hevur skrivað, er langur.

– Í einum viðtali við teg sjálva í 2003 svarar tú upp á spurningin um at skriva eina sjálvsævisøgu, at tað fer ikki at henda. Stendur tú við tað?


– Avgjørt, sigur Gordimer, sum til spurningin um sítt størsta sakn í lívinum svarar, at hon hevur aldri lært eitt afrikanskt mál.
– Í skúlanum lærdi eg enskt og afrikaans, men ikki zulu ella xhosa ella nakað av hinum afrikonsku málunum, sum eftir tað, at apartheid fall, eisini eru vorðin almenn í Suður-Afrika.

Ungt demokrati

– Hvat hevði ein ráðstevna um hatursins bygnaðarfrøði snúð seg um í dag?


– Ikki um Suður-Afrika. Har eru framvegis mangir mótsetningar, og slóðin eftir apartheid er langt frá horvin, men landið er nógv sterkari og ført fyri at gera upp við tað í dag. At fáa mótsetningar burtur er ikki nakað, sum ein samtykt kann verða gjørd um, tað má vaksa fram av sær sjálvum, og fólk ganga í skúla saman og kunnu annars hittast á ein heilt annan hátt enn fyrr, tá ið fleiri ættarlið av hvítum vuksu upp, sum einki vistu um lívið hjá teimum svørtu, sigur Nadine Gordimer. Hon ressast við, tá ið hon fær spurningin um rotinskap og annað, sum blómar undir stjórnini hjá Jakob Zuma.

– Vit hava havt seytjan ár síðan 1994 í einum landi, sum varð tikið og gjørt til hjáland í 1652. Tað er minni enn eitt ættarlið. Í 1994 sluppu menniskju í hesum landinum, sama hvønn lit tey høvdu, fyri fyrstu ferð at standa í sama bíðirað til at sleppa inn at atkvøða á einum demokratiskum vali, og tú kanst ikki ímynda tær, hvussu stórfingið tað var. Tey demokratisku londini hava havt fleiri ættarlið av tíð til at koma hagar, tey eru í dag, og vit hava ikki eitt fullkomið demokrati, men útbúgving og bústaðir eru avgerandi fyri at kunna halda fram.

– Er tað møðsamt at verða spurd um hetta?


– Tað er natúrligt, at fólk spyrja, og eg beri ikki í bøtuflaka fyri støðuna, men vit noyðast at halda fram.

At hitta Said
– Í tittulstuttsøgu tínari «Beethoven var en sekstendedel svart» verður sagt, at eina ferð vóru tað svørt, sum ynsktu eftir at gerast hvít, men nú eru tað hvít, sum ynskja eftir at verða svørt. Er tað soleiðis?


– Undir apartheid vóru hvít deyðarædd fyri, at onkur skuldi finna eina svarta æðr, nú er tað næstan status. Í stuttsøguni er tað ein útvarpsvertur, ið skal leggja eitt Beethoven-lag á og byrjar óvæntað sendingina við, at Beethoven var ein sekstandapart svartur. Sjálv kann eg ikki reypa av tí, men eg líti at mær sjálvari sum einum góðum afrikana fyri tað.

– Í stuttsøguni «Drømme med de døde» hitta vit tey deyðu Edward Said, Susan Sontag og Anthony Sampson. Greinir, tú hevur skrivað annars, bera boð um, at tey hava havt stóran týdning fyri teg. Á hvønn hátt?


– Edward Said, sum eg helt talu fyri á grøvini, víðkaði fatanina fyri, hvussu orientalisman rættvísgjørdi kolonialismu, eisini í Afrika. Hann var palestini, sum eisini hevði eina djúpa fatan fyri Ísrael og sá, at hevði antisemitisman ikki verið, so høvdu jødarnir verið frælsir heimsborgarar, sigur Gordimer.

Hon avvísir, at tann órættur, sum Ísrael ger móti palestinum, kann metast javnt við apartheid.
– Ísrael ger stóran órætt móti palestinum, men tað, sum hendir í Miðeystri, hevur støði í stríði um land, ið partarnir seta fram søgulig krøv um, men hvítu hjálandastovnararnir í Afrika høvdu ikki ein einasta landgeira, sum teir rættarliga kundu krevja sum innføddir, teir bara tóku tað. Apartheid er reindyrkað rasisma, sigur Gordimer.


– Anthony Sampson, journalistur og rithøvundur, sum mong kenna fyri klassikaran Anatomy of Britain, gav út tíðarritið Drum í Johannesburg í 50-árunum, og tað var hann, sum leiddi meg til Nelson Mandela. Hann skrivaði eisini um apartheid og vann Alan Paton-virðislønina fyri ævisøguna um Mandela í 1999, sigur Gordimer.

Hon var eisini góði vinmaður sakførara Mandelas, Bram Fischer, og hon var ein av teimum fyrstu, Mandela vildi hitta, tá ið hann kom út úr fongslinum í 1990. Sampsons egna ævisøga The Anatomist kom post mortem í 2009, tá ið Sampson varð heiðraður við Nelson Mandela Foundation.

Bannlýsingin

– Fleiri av skaldsøgum tínum vórðu bannlýstar. Hví?


– A World of Strangers, sum kom í 1958, var bannlýst í tólv ár, tí hon lýsti kærleika millum svartan og hvítan. Burger’s Daughter snýr seg um dóttur ein svartan politiskan aktivist, og tvær skaldsøgur aftrat vóru bannlýstar í mong ár. Sensururin fevndi víða. 


Gordimer, sum breyt fram sum skaldsøgurithøvundur við The Lying Days í 1951, hevur skrivað trettan skaldsøgur í alt. Tær flestu eru týddar til norskt, og hon fekk Nobelvirðislønina í bókmentum í 1991.

Hon er varaforseti í altjóða høvundafelagsskapinum PEN og upplivdi, at meðan bardagin móti apartheid í 1989 nærkaðist endanum, og múrurin stóð fyri falli, kom fatwaen móti Satansku ørindunum hjá Salman Rushdie. “Censorship – The Final Solution” er heitið á sinnisrørdu grein Gordimers um dómin sama ár.

– Eg meti meg sjálva sum ikki-trúgvandi, og átrúnaður hevur eisini verið undanførsla fyri sensur undir apartheid. Tann nýggi átrúnaðarliga grundgivni sensururin bæði frá muslimskum og øðrum víðgongdum er ein hóttan móti skrivi- og talufrælsinum, sum vit eiga at vera á varðhaldi ímóti, sigur Nadine Gordimer.
Hon hittir nógvar ungar rithøvundar og er bjartskygd fyri framtíðina hjá suðurafrikonskum bókmentum. 


– Eftir 1994 upplivdi eg fólk, sum spurdu «Hvat skulu tey skriva um nú?». 

Nú, ið vit kunnu skriva um alt! 

Roald Heigheim, DAG OG TID, 27.05.11

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...