Møðandi kunning

Etikkur og politikkur
05.06.2011
Sprotin

Fá tora at viðganga, at tey drukna í floyminum av upplýsingum, sum samskifti í modernaða gerandislívinum setir tey andlits til andlits við. Tað svarar helst til at royna at eta fleiri og fleiri máltíðir sama dag uttan at siga seg kenna nakra mettu yvirhøvur. Og máltíðirnar koma á einum flutningsbandi, sum ongantíð hvílir.

Nógv umrødda, og eitt sindur umstrídda, “vitanarsamfelagið” kann lýsast uppá nógvar mátar. Tað er eitt av teimum hugtøkunum, sum fólk blaka upp í loft
viðhvørt, men ofta eisini missa niður á gólvið. Vitan kann millum annað knýtast til upplýsing. Og upplýsing kann sum oftast knýtast til “inntak” av nøkrum, sum
vit sansa, lesa, tulka osfr. Men ov nógvir upplýsingar um ov nógv ymisk viðurskifti uppá ov stutta tíð er ein hóttan ímóti einhvørjari verkætlan, sum menniskju
sum einstaklingar seta sær fyri. Megna vit at sodna allar upplýsingarnar, er tann gylti spurningurin, sum vit noyðast at taka fram og viðgera í samfelagnum. Fá
tora at viðganga, at tey (næstan) drukna í floyminum av upplýsingum, ið samskifti modernaða gerandislívsins setir tey andlits til andlits við. Tað svarar helst
til at royna at eta fleiri og fleiri máltíðir sama dag uttan at siga seg kenna nakra mettu yvirhøvur. Og máltíðirnar koma á einum flutningsbandi, sum ongantíð
hvílir. Trupulleikin kann vaksa seg so stóran, at strongdi einstaklingurin púra missir yvirlitsmyndina í lívinum vegna endaleysu detaljurnar, sum í stóran mun
eru eitt slag av ertandi ókrúti, ið fjalir vøkru víðmyndina aftan fyri. Ongin kennir hetta so væl sum teldufólk, men eru vit ikki øll vorðin “teldufólk” í
dag?

Hetta er eitt samfelagsviðkomandi evni, tí tað kann senda dýrbara tíð og orku – pengar, til dømis – niður í eitt svart hol, sum onki “úrslit” kemur burturúr. Í
prinsippinum kann ein ungur evnaríkur og framsøkin persónur brúka tað mesta av sínum vaksna lívið til at svara emails og sms og øðrum hátøkniligum
elektroniskum boðum, uttan at nakrantíð koma til tað, hann “í grundini” ætlaði sær at gjøgnumføra. Tað er eitt sindur sum í bókini Slottið hjá Franz Kafka.
Hvørja ferð slottið tykist at nærkast, so er tað kortini eitt sindur longur burturi.Eitt sindur kensluleyst kann sigast, at samskiftið, ið inniber
“upplýsinga-spjaðing” av onkrum slag, er ein háttur at skúgva aðrar uppgávur til viks. Tó er talan fyrst og fremst um eina – frá einstaka borgarans síðu –
ótilætlaða avleiðing av, at nýggir miðlar koma fram, ið yvirtaka samskiftið millum menniskju. Og tey, sum halda at evnið einans er partur av einum sveimandi
kjakið hjá ástøðiligum sosiologum kunnu fara til Dr. David Lewis (bretskur sálarfrøðingur), sum er komin við “Information Fatigue Syndrom”-hugtakinum, sum
fleiri og fleiri serfrøðingar granska í. Sjálvandi er hetta ikki nakað, sum øll fólk beinleiðis kenna seg aftur í, hóast upplýsingafloymurin, ið serliga kemur
við nýggju miðlunum, á ein ella annan hátt ávirkar lívsrútmu teirra – bæði heima og til arbeiðis.

Tað, ið fyrst og fremst er hent síðstu 10-20 árini er, at tað er blivið so ómetaliga lætt at samskifta við so ófatuliga nógvum fólkum tvørtur um øll hugsandi
mørk við rúkandi ferð. Ongin hevur nakað yvirlit yvir nøgdirnar av upplýsingum, ið skifta eigara hvørt sekund og hvønn minutt kring friðleysa heim okkara.
Hetta er í sær sjálvum eitt slag av magi, sum vit halda okkum skilja. Nýggj vitan verður framleidd skjótari, enn vit megna at fata tað. Vit eru, við øðrum
orðum, ongantíð, hóast harða stremban, heilt “dagførd”. Eitt annað, sum er hent tey síðstu árini er, at vit eru farin at brúka sera nógvar ymiskar miðlar til
samskifti og kunning í senn – til dømis útvarp, sjónvarp, bløð, telefonir, heimasíður, Facebook, Twitter osfr. Og, ikki at gloyma, ovurstóru nøgdirnar av
upplýsingum, sum vit hava beinleiðis atgond til, eru eyðkendar av andsøgnum og serstakiliga óneyvum lýsingum. Ongin veit við vissu hvat, ið hvør høvundar,
avritar ella tillagar í upplýsingunum í samskiftisrenslinum. Hetta er við til at skapa ein næstan varandi ótryggleika, ið skapar djúpan iva og
máttloysiskenslu: veit eg nóg nógv? Havi eg nóg nógvar upplýsingar? Dugi eg at grundgeva fyri hesum? Osfr.

Upplýsingarmøði, ið er eitt úrslit av, at persónar arbeiða við ovurstórum nøgdum av upplýsingum, sum ikki kunnu sodna, elvir javnan til strongd og
máttloysiskenslu. David Lewis, sum skrivaði frágreiðingina “Dying for Information?”, sigur millum annað: “at hava ov nógvar upplýsingar er eins vandamikið og
at hava ov fáar”. Og onki tól, ið framleiðir og spjaðir upplýsingar, kann nakrantíð samanberast við mannasinnið; sjálvt um túsund súrepli detta niður á einari
teldu, sigur Lewis argandi, so fer hon ikki at skapa tyngdarlógina! Í 2009 kom “Information Fatigue” – upplýsingarmøði – á fyrsta sinni inn í Oxford English
Dictionary. Avbjóðingin hjá hvørjum einstakum borgara, og hjá samfelagnum sum heild, er at læra at skilja millum “áhugavert” og “viðkomandi” í øllum
upplýsingunum, ið eru til taks. Alt er áhugavert fyri onkran persón okkurt tíðarbil, men hvussu viðkomandi eru upplýsingarnar? Hóast skúlabørn og lesandi á
hægri lærustovnum hvønn dag verða biðin um at loysa hendan knútin, so hava vit í veruleikanum onki alment háttalag, ið kann fáa okkum at lúka tað óneyðuga og
óviðkomandi burtur úr rúgvuni av tilfari.

Fyrr var vanligt, at skjøl vórðu hildin tætt at kroppinum fyri at verja seg ímóti mótpartinum í einhvørjari trætu av politiskum, løgfrøðiligum, búskaparligum
ella mentanarligum slag. Í dag verður tað øvugta ofta roknað sum ein betri mannagongd. Mótparturin verður díktur undir við upplýsingum, ið gera hann í ørviti,
so at hann als ikki finnur “svarið”, ið liggur krógvað í floyminum av tilfari. Tað sama uppliva nógv, tá tey fara út á alnetið á upplýsingaveiðu. Tey finna ov
nógv svar, sum tey ikki duga at brúka til nakað. Og tann, sum fær øll svarini beinanvegin, hann hevur ofta ilt við at taka nakra avgerð. Lat okkum siga, á
fiskivinnumáli, at øll veiðan er hjáveiða, men at hjáveiðan tó ikki verður blakað fyri borð! Tá upplýsingafloymurin loypir ræðslu á fólk, so sláa tey viðhvørt
heilan frá og taka púra skeivar avgerðir, sum kunnu hava ræðuligar fylgjur fyri nógv fólk. Til dømis kann skurðlæknin ella flogskiparin í nøkur fá sekund missa
yvirlitið og vera so óheppin at taka eina skeiva avgerð, ið illa kann rættast upp aftur. Og tíðin er sjálvandi ofta ein kjarni í trupulleikanum. Klokkan gongur
skjótari enn arbeiðsuppgávurnar, sum vit ætla okkum at avgreiða.

Upplýsinga-ovfyllu kann í ringasta føri verða ein vanlukka fyri starvsfólk ymsastaðni í modernaða samfelagnum. Email – teldubrøv – vera ofta tikin fram sum
eitt høvuðsdømi um nýggju avbjóðingarnar. Nógv starvsfólk føla at alt fleiri koma inn í postkassan hvønn dag, og alt strævnari gerst at lesa, viðgera og svara
brøvunum. Brøvini verða eisini longri og longri, mangan eru stór samansett skjøl eisini viðheft. Í USA verður dúgliga kjakast um, hvussu nógvar milliardir
dollarar tíðin, ið einans fer til at putla við teldubrøv kostar samfelagnum hvørt ár. Trupult er at rokna seg fram til nakað endaligt tal, tí sjálvandi kunnu
teldubrøv eisini vera sæð sum inntøkuskapandi. Møðin av upplýsingar-ovfyllu kemst eisini av, at fólk flest ynskja at hava samband við samskiftis- og
kunningartøkniligu skipanirnar 24 tímar um dagin. Ræðslan fyri at fáa tað “nýggjasta nýggja” ov seint at vita, og harvið at dragna aftur úr í
vitanarsamfelagnum, fær fólk at dragsa teldur og telefonir við sær líkamikið um tey eru til fjals, til sjós ella uppi í himlinum. Og meðan tit hava brúkt tíð
til at lesa hendan lítla tekstin, so hava tit lesarar óivað fingið nógv nýggj boð inn á fartelefonir, teldupostar, blogs, heimasíður og aðrastaðni, ið tit
ferðast. Spurningurin er so, um teksturin er “viðkomandi” ella ei; um hann skal í ruskílatið ella í skjáttuna.

Deil á

Aðrar greinar

Etikkur og politikkur
Tak knæið av hálsinum!

Her er ein brotpartur av tí, ið varð sagt í sambandi við mótmælistiltakið Black Lives Matter 7. juni...

Etikkur og politikkur
Sannleikin so sannur, at eingin samröða longur er neyðug – síðst av öllum við fólkið

Smíl at okkum, sæta, læt hánt um okkum, ja, alt í senn Men vita skalt tú, vit eru tað enska fólkið, ...

Etikkur og politikkur
Einaræði minnilutans

Fólkaræði, siga vit so bragdliga, spyr onkur, óviti ella útlendingur, hvat stýrislag vit hava í Føro...