Merking

Lesikrókurin
21.12.2023
Sprotin

Fríða Ísberg hevur skrivað hugvekjandi skaldsøguna “Merking”, sum eitt nú viðger, hvussu javnvágin millum einstaklingarættindi og samfelagsáhugamál skal vera. Turið Sigurðardóttir týddi bókina til føroyskt, og Sprotin gav út.

Íslendska tjóðin er klovin, onnur helvtin vil hava tryggari samfelag, hin helvtin rættvíst samfelag. Høvuðspersónarnir í skaldsøguni, Vetur, Oya, Ólavur og Tristan, hava øll verið noydd at laga seg til tað nýggja siðalagið, og fyri framman er tjóðaratkvøða um, hvørt merkingarskylda skal vera lógarbundin. 

Gestir í Lesikrókinum eru Katrin Kallsberg, Poul Guttesen og Turið Sigurðardóttir.

Vertur er Eyðun Klakstein.

 

Deil á

Aðrar greinar

Lesikrókurin
Saltleiðirnar

Henda søga hetlendinga og okkara eru so líkar, at hon kundi verið føroysk.  Høvundurin fylgir s...

Lesikrókurin
Sigmundur og gullringurin

Skaldsøgan Sigmundur og gullringurin blæsur nýtt lív í okkara gomlu Føroyingasøgu, og endamálið við ...

Lesikrókurin
EDEN

Ein málvísindakvinna, sum er serfrøðingur í hóttum fámentum málum, ger av at broyta eitt lendi, har ...