Men lívið livir

Bókaprát
22.02.2015
Sprotin

Í 1926 fór 67ára Knut Hamsun til sálargreining, tí hann var tungur í huga og fekk ikki arbeitt og virkað. Eftir viðgerðina fekk hann nýggja skapanarmegi. Hann fór undir tríggjar geisandi skaldsøgur um August – landastrokið, sum sjarmeraði seg til pening og vinir og sum fekk fólk at gera slíkt, tey ongantíð høvdu droymt um at gera.

Higartil eru tvey bind í tríbindaverkinum eftir Knut Hamsun týdd og útgivin. Bøkurnar eru Landastrokini og August. Hans Thomsen týddi og las bæði verkini í útvarpinum. Nú kemur triðja og seinasta bindið á marknaðin. Bókin eitur Men lívið livir, og tað er Edvard Olsen sum hevur týtt hetta stórverk.
Landastrokini er um, hvussu nýggja tíðin kemur til
lítlu bygdina Pollin í Norðlandi.Hon kemur við friðleysa vallaranum August.    

Bókin lýsir bygdarlagið og bygdarfólkið, tvíningin millum vallaran og tey búføstu, millum máttin at broyta og trongdina til tryggar umstøður. 

 

August er vallari, kritlari og lygivætti og verður vístur øðrum til ávaringar, men hann er inniliga myndaður og íspunnin av kæti.

 

Landastrokini er kanska lívsfrískasta skaldsøgan av øllum teimum, Knut Hamsun skrivaði, tað stendur ein ljómi av kæti, skemti og lívshugi um hana.

August er annað bindið í tríverkinum. Í hesari bókini er hann á sínum veldistindum.
Hann hevur gjørt lítlu bygdina Pollin um eftir sínum egna høvdi, hevur gjørt
stórar ábøtur, hevur lært fólk bæði eitt og annað og sæð til, at tey hava
fingið bæði telefon og ravmagn. Men hann sættst ikki við tað. Hann skal hava
meira burturúr. Men so svíkur tann svikaliga eydnan.   

Knut Hamsun brúkar lívið hjá hesum vallara til at gera upp
við nýggju tíðina, ídnaðargerðina og peningavaldið. Og tað ger hann við
geisandi frásøgugleði og skemti.

Í Men lívið livir hitta vit tann aldrandi August á Segilsfossi. Hann er enn sum áður fullur av góðum hugskotum og góðum søgum og er eins væl útborin sum í teimum fyrru bókunum. Vit fylgja honum enn einaferð í kraftamiklu
framtaksroyndunum og eisini í hansara seinastu verkætlan inn í deyðan.
Les brot úr bókini her

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...