Mási og grann

Røður
27.04.2014
Sprotin

Ein vinmaður frá lestrartíðini, sum eins og eg sjálvur var úr Ný-Noregi, skrivaði ríkismál, ikki nýnorskt, og tá ið eg spurdi hann hví, so svaraði hann, at hann átti helst at skrivað enskt, tí tess fleiri, ið skilja eitt tungumál, tess betri, helt hann. Eg visti, at hann fór skeivur, men tað var kortini torført at grundgeva ímóti honum.

Brot úr røðu, ið Jon Fosse helt fyri norksa krúnsprinsinum – í 2008.

Tað eru fleiri enn
vinmaðurin frá lestrartíðini, sum tykjast halda, at mong tungumál, serliga tey
minnu, eru dømd til at lúta í stríðnum við tey størru málini, eitt slag av
darwinistiskum stríði, har norska bókmálið tekur kvørkratak um tað nýnorska
málið og heldur so fram, til tað at enda bara er eitt mál eftir, til dømis
enskt. Og tað, halda tey vera tað besta, sum kann henda.

Eg haldi hetta vera eina ræðandi hugsan, nakað
sum hugsanin um, at tað at enda bara skuldi verið eitt slag av fugli, latið
okkum siga másin, ella bara eitt slag av trøum, latið okkum siga grann.

Tey eru, sum halda, at tað
er nóg mikið við mása og grann – men í dag eru vit komin saman í túninum hjá
einum, sum helt, at meira átti at finnast til, og sum sá, at innan fyri økið
við norðurlandamálum var ikki bara svenskt og danskt, men eisini norskt, og sum
sá, at norskt hevði líka sjónlig sermerki sum danskt og svenskt. Norskt hevði
bara ikki fingið eitt savnandi snið í skrift. Og tað verkevnið tók Ivar Aasen á
sínar herðar, ikki tí at norskt er betri enn danskt ella svenskt, men tí at
eisini norskt mál er til – í tí ríka margfeldinum av fuglum, av trøum, og av
tungumálum.

Ivar Aasen brúkti lív sítt
til at fjølga um málmargfeldið í heiminum og gjørdi, at ein nýggj grein nú er
komin við á máltræið, tann norska greinin.

Í dag verður eitt nýtt
túntræ gróðursett, ein bjørk, í Aasen-túninum. Gamla træið fúnaði, men burtur
úr tí, sum eftir var, kom eitt nýtt træ, í ætt við tað gamla, so at gamalnorskt
hvarv, men í ætt við tað kundi so nýnorskt koma.

Mongum tykir, at tað
týdningarmesta við nýnorskum er, at tað hevur borið í sær eina norsking av
ríkismálinum, so at tað nú kann kallast norskt, og ikki danskt-norskt, ið
hvussu er haldi eg meg nú kunna siga, at til er eitt norskt skriftmál, við
tveimum frábrigdum, nýnorskum og bókmáli.

Tað kundi ein ikki siga fyri
tvey hundrað árum síðan, um tað mundið mátti ein nýta danskt. Og tað er
sjálvsagt, at tann, sum má nýta eitt mál, ið hann ella hon ikki dugir til
fulnar, annaðhvørt danskt, sum tað var, ella enskt, sum tað er, fær ikki
málborið seg so greitt og frítt sum á sínum egna máli.

 

Deil á

Aðrar greinar

Røður
Vit eru málið og málið eru vit

Málið er ein frummegi. Móðurmálið tekur skap, táið vit koma úr móðurlívi og súgva í okkum móðurmjólk...

Røður
Heiðurskvøða til fjøllistamannin Martin Joensen

- tá ið hann fekk handaða Serstøku heiðursgávu landsstýrismansins 2021 í SALT á Drelnesi 19. januar ...

Røður
Mín slóð í kjalarvørri móðurmálsins

Hann sendir - á skeivari – bylgju – millum - bylgjur – og – á – øðrum – frekvensi -millum – allar - ...