Marjun Bæk – ‘Um Guð’

Bókaprát
04.05.2014
Sprotin

Fyri einum tveimum árum síðani, tá eg var heima í feriu, hoyrdi eg í eini prædiku í útvarpinum ein prædikumann brúka eitt dømi úr Gamla Testamenti (2.Kg 19) (s 144 í “Um Guð”) um, hvussu eingil Harrans eftir eini løtu jarðlegði 185.000 mans í Assýriska herinum fyri at hjálpa Ísrael í einum av teirra óteljandi bardøgum. Hetta dømið varð saman við øðrum eins ræðuligum brúkt til at undirstrika Guðs mátt og vilja til at hjálpa teimum, sum stóðu honum serliga nær. Eg øtaðist og spurdi meg sjálva, ikki fyri fyrstu ferð: Hvat er tað fyri ein Guð, hendan menniskjan trýr á?

Í eini grein í bókini “Halló”,
sum Føroya Tele bar í hvørt hús í 2006, har gjørdi eg meg til talsmann fyri, at
heldur enn at tosa um kristindómin í Føroyum, áttu vit heldur at tosa um
kristindómarnar, tí at tað sjálvt í okkara lítla landi er so himmalvíður
munur á hugburðunum um kristindóm frá eini menniskju til aðra. 

Samstundis, so hevur tað altíð harmað
meg, at onnur fólk enn tey, sum ikki júst standa innan fyri onkra avmarkandi
samkomu ella á annan hátt hava tikið sær eitt slag av patenti uppá bíbliuna og
kristindómin, at hesi uttanfyri sum oftast tiga, tá bíblian verður tikin fram
og brúkt sum skjúts fyri – ella kanska serliga ímóti – onkrum ávísum. Ikki tí
at eg ikki skilji tað, tí tað er jú nærum ómøguligt at skifta orð við tey, sum
hava læst seg føst í eini ávísari fatan av kristindóminum.  Men tað er kortini stórt spell, tí er
tað nakað, vit sum tjóð eiga sum felags tilfeingi í mentanarligum høpi, bæði
til við- og mót-spæl, so kemst ikki uttan um bíbliuna.

Eisini havi eg lagt til merkis, at
kunnleikin til bíbliuna og bíbliusøgur er farin aftur. Og tað er eisini spell,
tí í so at siga allari vesturlendskari list, í málningum og bókmentum so at
siga heilt fram til trúbótina, og langt eftir tað við, spælir bíblian á onkran
hátt við, og kennir tú ikki bíbliuna, so fært tú tað minni burturúr. 

Tað var millum annað nakað av hesum,
sum fekk meg til at týða bøkurnar “Um Guð” og “Um Jesus” hjá Jonas Gardell.

Meðan eg búði í Svøríki var eg sera
hugtikin av onkrum sjónvarpssendingum, sum Jonas Gardell hevði lagt til rættis.
Eg rendi meg ofta í navnið í ymiskum umrøðum og greinum, og tá eg fór at ogna
mær og lesa nakað av tí, hann hevði skrivað, so helt eg, at júst hesar bøkurnar
fóru at egna seg hjá “vanligum” fólki, bæði leikum og lærdum her hjá
okkum, til á ein skilagóðan hátt og uttan at taka høvdið undir armin at koma
eitt sindur longur inn um permurnar á bíbliuni. – avnið Jonas Gardell er mær
vitandi ikki kent í Føroyum, og tó: Eitt kvøldið, eg var í sjónleikarhúsinum,
rópti ein plakat á vegginum á meg, at ein sjónleikur eftir Jonas Gardell,
kallaður “Ísbjarnirnar” hevur verið framførdur her í 2002. Tað var
farið framvið hjá mær sjálvari.

  

Úr endanum á bókini “Um Guð
sigur Jonas Gardell soleiðis um tað, at hann trýr á Guð (s. 340 f. brot):

Sjálvur haldi eg, at
tað snýr seg um eitt ynski, ein átrokandi tørv á ikki at verða sleptur upp á
fjall. Viðhvørt havi eg, meðan eg havi granskað Bíbliuna,  verið ráðaleysur og verið ræðslusligin
fyri, at eg ikki fór at koma út aftur hinumegin við eini gudstrúgv. Tað hevur
verið, sum um alt skilvíst og klókt í mær mátti siga – ja, næstan prógva fyri
mær – at Guð ikki er til.



Men trúgvi eg so? Ja,
mín sann. Tað kanst tú banna tær uppá!

 

Eg eri vanur at siga,
at ein orsøk til, at Guð er til, er, at eg ikki hevði hildið tað út, um hann
ikki var til. Eg hevði ikki orkað at liva við tí, um eg ikki helt, at onkur var
vitni …


(s343) Tá Ábraham á ellisárum minnist útferðina í ungdómi sínum,
sigur hann: ”Tá ið Guð læt meg reika um fjart frá húsi faðirs míns.”


Kanska er tað so. Guð
hevur latið okkum reika um. Hann hevur rópt á okkum, og vit hava fylgt røddini,
men ferð eftir ferð hevur hann snýtt okkum og er farin ein annan veg. Viðhvørt
hava vit hildið okkum finna slóðina av honum. Hildið, at vit kundu siga: Hetta
er Guð. Soleiðis er Guð.

Hvat er tað, vit
vilja? Gera tann ósjónliga gudin sjónligan? Gera tað ófatiliga fatiligt? Vit
leita eftir slóðini av Guði, sum politistar tryggja sær prógv. Men Guði fáa vit
ikki fatur á. Ferð eftir ferð letur hann okkum missa takið.

  

Og úr byrjanini (s 7-10):
Eg eri uppvaksin hjá
mammu í Enebyberg og hjá Faðirvár, sum er í himlinum. Eg roknaði bæði nøvnini
sum heilag, og tey bæði vistu hvør av øðrum. Guð áminti meg álvarsliga um at
æra mammu mína, og mamma lærdi meg, at Guð altíð var hjá mær, at hann fór at
elska meg, sama hvat hendi, sama hvat eg gjørdi – at hann ongantíð fór at
sleppa mær….

Tá eg var barn, var
Barnabíblian mín yndisbók. Frásagnirnar um, hvussu Káin drap Ábel, Ábraham
ofraði Ísak, Jósef varð seldur til Egyptalands, Móses varð settur á sjógv,
Dávid spældi hørpu fyri Sául kongi og upp í saman læt vera við at drepa hann,
hóast hann ferð eftir ferð hevði kjansin – hesar frásagnir vórðu mær til partar
av mínum minni, eg fataði tær sum søguligar sannleikar, persónarnir í teimum
vóru hetjurnar í mínum barndómi. Einki hugsaði eg um ta stóru órættvísi, at Guð
helt við Ábeli fram um Káin, einki hugsaði eg um, hvussu andskræmiliga ljótt
tað var, at Guð kravdi av Ábrahami, at hann skuldi drepa Ísak, ella at Ábraham
ætlaði sær at verða lýðin, einki legði eg í sjálvgóðskuna hjá Jósefi
(tvørturímóti, eftirsum eg helt, at vit báðir vóru samlíkir). Og einki nervaði
tað meg, tað andstyggiliga í, at Móses eftir søguna um gullkálvin við
Sinai-fjallið læt yvir trý túsund fólk verða dripin, áður enn Guð læt seg
blíðka. Nei, eg var lukkuligur við Guði, og Guð var nøgdur við meg, sín ídna
lítla lærusvein …


Líka til eg gjørdist
eldri og skilti, at Guð hóast alt kanska ikki var so nøgdur við meg, … Eg
skilti, at tað als ikki var so, sum mamma hevði lært meg, at Guð elskaði meg,
so sum eg var, heldur var tað so, at Guð elskaði meg bara undir ávísum
serstøkum treytum, ja, tað bar heldur til at siga, at Guð elskaði meg einans,
um eg var so, sum eg ikki var.

Og so var alt ikki so
einfalt longur…


Tað, sum vit nú á
døgum í kristnini kalla Guð – og tá halda, at vit øll hava nøkulunda somu fatan
av, hvat vit hugsa um – er vorðið til úr eini mongd av gudsmyndum, sum ymisk
fólk og ymsar mentanir í Miðeystri hava ímyndað sær í fleiri túsundáratal. Tær
ofta mótstríðandi gudsmyndirnar síggjast aftur í teimum ólíku tekstunum í
Bíbliuni, og tað ber ikki til at fáa tær at hóva saman – av tí at tær hava ment
seg úr ólíkum ímyndingum, ólíkum tørvi, ólíkum samfeløgum, ólíkum tíðum – og eg
haldi tað hava týdning, at vit eru medvitin um tær…


Eg eri ikki so
býttur, at eg haldi uppá, at (mín máti) (hetta) er einasti mátin at fata Guð,
men eg haldi uppá, at hetta er ein møguligur máti.



Tað ber til at siga, at Jonas Gardell
spyr seg sjálvan: Hvussu er Guð vorðin til tann Guð, sum vit í dag halda hann
vera? Hann peikar á, at spyrt tú onkran: “Trýrt tú á Guð?”, so er tað
als ikki vist, at tann, sum spyr, og tann sum svarar tosa um somu søk, kanska
eru guðsfataninar fullkomuliga ymiskar og ósambæriligar.



Og so fer hann ígjøgnum tað gamla
testamentið og lýsir fyri okkum allar tær ymisku guðsfataninar, sum eru til
har. Hann hevur lisið bíbliuna so nágreiniliga, at eingin fundamentalistur
nakrantíð fer at gera honum tað eftir. Tað gamla testamentið, soleiðis sum vit
kenna tað í dag, varð sett saman og ritstjórnað onkuntíð í 500-talinum fyri
Krist, tá ísraelsmenn vórðu tiknir til fanga og burturfluttir til Bábylon eftir
at templið varð lagt í oyði. Teir elstu tekstirnir ganga møguliga so langt
aftur sum til 1000-1200-talið, og teir yngstu, sum í dag mynda tað gamla
testamentið eru frá 200-talinum. Í hesum túsundáraskeiðinum hava tær
guðsfataninar ment seg, sum í dag eru grundarlagið fyri teir tríggjar
monoteistisku átrúnarnar, jødadóm, kristindóm og islam.

Tann allarfyrsta guðsmyndin í bíbliuni
er Guð Ábrahams. Hann er ein ættargudur, sum fyrst og fremst syrgir fyri
nøringini, sum syrgir fyri synum, so at ættin kann halda fram, og hann syrgir
fyri beiti til kríatúrini. Hann er ein gud, sum kemur at vitja og situr í
skugganum undir einum træi og etur stokt kjøt og fær rómastamp afturvið frá
Ábrahami og Sáru. Hann er ein nomadugud, sum ferðast við fólki sínum og sum
syrgir fyri teimum og gevur teimum góð ráð um bæði líkt og ólíkt sum ein góður
vinmaður. Guð Ábrahams, Ísaks og Jákups fer meira og meira at líkjast tí
kánaanitiska hágudinum El, og tað er henda Guð, fólkið hevur við sær tey mongu
árini í útlegdini í Egyptalandi.

Har er tað Móses hittir Jahve (í tí
brennandi tornarunninum), og tá verður Guð øðrvísi. Jahve er ein fjallagudur,
ein gudur, sum á Sinai ræðandi gevur seg til kennar í ymiskum veldigum
náttúrufrábrigdum sum toru og eldi. Hesin gudurin fær fólkið at blaka seg fram
eftir rommum fyri at tilbiðja hann. Og tað er við vanda fyri lívinum, tú kemur honum
nær. Hann vil hava feitt og innvølir av offurdjórum at eta. Tað er hesin
krígsgudurin, sum leiðir fólkið yvirum Jordan, sum fær múrarnar í Jeriko at
falla. Og hesin gudurin, sum so fegin vil verða tann einasti gudurin, hann má
so eisini átaka sær eginleikar og brá frá teimum mongu gudunum, hann hittir á
vegnum: Skal hann verða einsamallur um at verða gud, so má hann sjálvsagt duga
alt tað, sum allir hinir gudarnir dugdu! Hann fer við fólkinum inn í Kánaan og
náðileyst – og sum ein “curling-mamma” -slættar hann vegin fyri sínum
egna fólki.

Komin til Kánaans má hann so eisini
átaka sær at vera fruktbærisgudur eins og Báal, har vit kanska minnast nakrar
blóðugar bíblisøgur um bardagar millum teir báðar.

Komin so langt, er Guð ein gudur, tú
skalt óttast. Ein dømandi Guð. Hann er krígsgudur, lóggevi og bøðil alt í
einum. Ein Guð, sum eisini kann finna uppá at bera seg at sum tann ringasti
demonurin, við t.d. at legjast á Jákup og berjast við hann, so hann verður
lamin, og við at leggjast á Móses um náttina, har kona Mósesar tíbetur veit
eitt ritual, sum kann steðga honum.

Tað er ikki fyrr enn í 700-talinum, Guð
fer at vísa eina aðra kærleiksfulla søgu og síðu. Við profetunum Ámos, Hósea og
Jesaja hitta vit ein Guð, sum vamlast við brennioffur, sum vil kærleika og
umsorgan og ábyrgd. Hesin Guð tekur lut í líðingunum hjá fólkinum, og tað
merkiliga hendir í fanginskapinum í Bábylon, at í staðin fyri at venda sær frá
hesum gudinum, sum ikki megnaði at bjarga teimum undan bábylónum, so átekur
fólkið sjálvt sær skyldina fyri, at alt gekk so galið, og guðstrúgvin verður
heilt øðvísi innilig.

 

Nøkur hundrað ár fyri Krist tagnar Guð
í tí gamla testamentinum. Hann kemur at skylda Job svar, tá Job ikki vil
góðtaka sína lagnu. Nú taka menniskjurnar orðið og tala um Guð. Guðsmyndirnar
verða meira eskatologiskar, og trúgvin á eitt lív eftir hetta lívið kemur so
smátt uppí. Guð, sum áður bæði stóð fyri tí ónda og tí góða, hann fer nú sundur
í ein góðan Guð og ein óndan djevul. Og so er spurningurin, um tað í roynd og
veru er ein monoteistiskur átrúni longur, heldur Gardell.

 

Gardell nemur við nógvar spurningar,
t.d. tað, at Guð setur mørk fyri kaos, og at Guð stríðist støðugt ímóti
kaosmaktunum – og her eru nógvar góðar samanberingar við aðrar eysturlendskar
skapanarsøgur og mytur.

Bókin “Um Guð” endar beint
fyri tað nýggja testamentið tekur við. Nú verða guðsmyndirnar aftur øðrvísi,
litaðar sum tær verða av boðskapinum hjá Jesusi, Paulusi o.ø.
Gardell hevur eisini skrivað eina bók
Um Jesus“. Hana røða vit um næstu ferð.

Marjun Bæk


Um Guð‘ fæst sum pappírsbók (229,-) og sum e-bók (129,-).


Les eisini greinina Marjun Bæk – Um Jesus

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...