Málslig ómegd
Tú ert blivin gamal góði, sigur konan við einum yvirberandi skálkabrosi. Vit sita tíðliga um morgunin og fáa okkum ein drekkamunn, og eg havi givið ilt av mær um okkurt málbrongl í morgunsendingini GMF í útvarpinum.
Eri ið hvussu so er nóg gamal at hóma, tá ið fólk sunnudag seinnapart settust við andakt framman fyri lurtið at hoyra føroyskan sang úr Danmark. Hugsi at hetta
vóru serligar sendingar til Føroya um langbylgjusendaran í Kalundborg. Tað man hava verið fyrst í 1950-árunum. Minnist væl, tá ið vit seinni fingu føroyskt
útvarp, hvussu spent fólk vóru. Í mong ár var útvarpið ein savnandi mentanarmiðil, sum bant føroyingar saman. Máltilvitað fólk sat við mikrofonirnar og royndi
at byggja upp. Tann tíðin er farin. Monopolið varð tikið av, annað var ikki væntandi, tí soleiðis varð eisini gjørt í øðrum londum. Nú er annað lag, og
málsliga tilvitið hjá summum útvarpsfólkum er lítið ella einki.
“Vit hava í dag 1. november.” Hví siga tey so? Mær vitandi hava vit altíð sagt “í dag er 1. november”. “Nú er klokkan 4” varð altíð sagt, men ikki í
útvarpinum. Har siga tey ofta “klokkan er nú 7” ella “vit senda nú morgunlesturin.” Ikki veit eg, hvørjum hetta skal gagna. Hava tey gloymt, hvussu sterkur
hesin miðilin er, og hvussu stór ábyrgd hvílir á honum?
Minnist meg rætt byrjaðu hesar prátisendingarnar í Atlantic Radio. Har settust tveir menn at tvætla fyrrapartarnar burtur, sum Tobbi tók til. Minnist eisini,
at Jógvan Arge varð spurdur um kappingina í loftmiðlunum. Hann svaraði nakað so “Lat teir bara koma ann, vit skulu hølva teir av”. Tá, haldi eg, fór útvarpið
undir hesar prátisendingarnar um morgnarnar. Og rætt skal vera rætt. Har verða sanniliga eisini send nógv áhugaverd brot, og okkum føroyingum dámar væl at
hoyra, hvat ið eldsálir um landið takast við og hava at bera fram. Men ætlar tú fáa alt hetta áhugaverda við, mást tú eisini tola at hoyra nógv tómt møsn, og
vánaligt mál ikki um at tala.
“Um smáar 5 minuttir er klokkan 8”, “um ein stóran hálvan tíma kemur málfrøðingurin”. Hvat verður tað næsta? Miðalstórir minuttir? “Teir hava fingið smá 100
tons í flaki.” Vit hava orð fyri øllum hesum. Hví brúka útvarpsfólkini ikki okkara mál? Og hví er hugaheimurin so danskur, perudanskur? “Preben Uglebjerg hevði
fylt runt í dag, hevði hann livað.””Arvaprinsessa Caroline Mathilde fyllir ár í dag.” Nei álvaratos, hvat í Guds garði ætla tey við hesum? Stundum kennist tað
sum at sita í onkrum donskum provinsholi, tá ið lurtað verður eftir føroyskum PS útvarpi, eisini hjá okkum, sum ikki eru danofob. Tá ið eg eri í Danmark, vænti
eg at hoyra danskt mál. Tá ið eg lurti eftir føroyskum útvarpi, vænti eg á sama hátt at hoyra føroyskt mál og viðkomandi føroyskt tilfar. Onkuntíð, tað skal eg
viðganga, hevur danski heimføðiskapurin kenst so køvandi, at eg havi snarað lurtið á onkra útlendska støð.
“Og veðrið herheima, skýfrítt, turrveður.” Neyvan er nakað mál í heiminum, sum hevur so nógv og neyvt mál sum føroyskt at lýsa veðurbrigdi av øllum handa
slagi. Hví verður tað málið ikki brúkt?
Smáar minuttir, siga tey, men tá ið tey skulu brúka orð sum stór, smá ella lítil, siga tey størri og minni, t.e., tey misnýta miðstigið. “Ein tyrla og eitt
minni flogfar hava rent saman.” “Ein minni bumba er brostin á Mallorca.” “Eitt minni lágtrýst fer norðureftir.” “Clinton hevur eina minni rollu í filminum. ”
Minni enn hvat?
Ein pláta verður skøvað, jinglu hugsi eg tey nevna hetta, og nú koma ávaringar um hálku og tílíkt, skilst. “Tað sirmar á Sandavágshálsi.” So vita vit tað, men
alt hitt, tey siga! “Sama boldgæda . .”, “gekk yvir allan forvæntning . .”, “tey síggja ímillum fingrar við . .”, “ella sum onkur vildi sagt, ein útfordring .
.” Stundum verður tosað beinleiðis danskt: ” Logik for burhøns . .” o. tíl. Eingin ivi er um, hvaðan íblásturin stavar: “Ekstrablaðið skrivar . .”, “Eg síggi
nú, at Go´morgen Danmark sigur, at . . “. Garparnir sita altso og lesa úr donskum heimasíðum og hyggja at donskum sjónvarpi, meðan teir senda føroyskt útvarp.
Eg meini tað.
“Hava hond í hanke við . .”, ” Bankastjórarnir fingu eitt klekkiligt beløb . .”, “Vaska hendur. .”Bløðini taka eftir hesi málsligu armóð, t.d. skrivar Dimma um
at “tváa hendur . .” Kanska halda tey, at tað er føroyskari, men tað eg veit, hava vit ongantíð sagt soleiðis í Føroyum. Tey gomlu vaskaðu sær um hendurnar, um
andlitið (ella um eyguni), undir hondunum, í høvdinum og av hárinum.
Fyrr søgdu vit farvæl. Nú siga útvarpsfólkini góðan morgun, tá ið samrøðan er liðug!? “Framhaldandigóðan morgun/góðan dag.” Ella hin klassiska: “Framhaldandi
góðan mikumorgun . . víðari fram”. “Ein góðan dag eisini til tín . .”
“Eg eri so øgiliga lítið til film. . “, “Maðurin er ein lygnhálsur . .”, “Skip grundstoyta . .” Tann trupulleikan hevur nýggi Smyril so ikki, tí um hann varð
sagt, at “hann fær ikki ligið í Krókinum, tí har grynnir hann ikki. .”
“Nú koma donsku Lollipops, seinni koma Shubidua við Vuffili vov, og so skulu vit hoyra John Mogensen við Erik Oluf Andersen har hængt sig i en
gren . . og bla, bla, bla.”, “New York herjaður av høgum temperaturum . .”, “Athen herjaður av herviligum kulda . .”, ” Tað lovar ikki gott. . “,
“Motorurin datt út vegna yvirspid . .” og “drongurin, sum datt í ánna, hivaði eftir andanum . . “
Á tíðindafundi um Eik verður Astrup spurdur um bonus-skipanina. “Det er ved Gud noget rod” sigur skilagóði danin á sínum móðurmáli. Í Dimmu verður hetta til “.
. nakað rót . . “, og síðan lesa tey í útvarpinum upp úr Dimmu. “Í hesi sendingini fara vit aftur um tíðindini og fara at spyrja inn til málini . .”, “Jógvan
Isaksen skrivar leyst í løtuni . .”, “mál koma upp at venda fyri tíðina . . ella uppá núverandi tíðspunkt.”, “kóka spurningin niður . . “, “summi smyrja tjúkt
uppá, tá ið tey greiða frá . .”, “breið vifta av tilboðum í Suðuroy . . “, “Fíggjarnevndin hevur ordiliga skrúvað bissuna uppá . . “, “stórt til lukku til tín
. .”, “vit geva teimum eina hond . .”, “Mentamálaráðið sjussar seg fram . .”, “nú brennur veruliga á í feltinum . .”, “nú brennur á í báðum endum . .” Tá
stendur av sonnum illa til!
Um dagarnar sá eg móðurmálsorðabókina hjá einum av okkara fremstu málfólkum. Perman var so slitin, har ið tummilin á vinstru hond bar við, at hon var næstan
farin á hol. Tað vissaði meg um tað, sum eg longu visti frammanundan. Málkøn fólk brúka orðabøkur, og duga at brúka tær. Ofta situr tú nevniliga við
spurninginum “eiga tey onga orðabók, miðlafólkini?”
Eg havi altíð hildið, at fakfólk eiga at leggja seg eftir at brúka gott mál, at málið eigur at vera ein sjálvsagdur partur av fakliga stoltleikanum, men tað
halda eyðsæð ikki øll. “Knoglar hjá børnum . .”, “Tumlingadiaré . . “, “Tað eitur angribolli, men eg sigi fortrydilsispille . .” Og sjónleikarin tosar um “at
upptrakka” og “at yda sítt besta.” Á fundi í Miðlahúsinum sigur fakmaður, at hann hevur so ilt av orðinum legugrýti. Tað fær hann at hugsa um skótalegur. Og
hví ikki siga “grótsmelt heldur enn grótbræðing?” Tá sótu áhoyrararnir í skellilátri, sum betur var, tí tað vísir, at enn bragdar.
Vit føroyingar eru ósamdir um tað mesta. Eisini um mál. Duga so illa at standa saman. Málið má sleppa at útvikla seg frítt, siga summi. Men er tað ikki bara
tað sama sum at lata standa til? At geva skarvin yvir. Er tað ikki bara eitt annað sjónarmið? Puristarnir hava ov stórt vald, siga tey og tvíhalda um málsligan
terror og málpoliti. Ikki haldi eg, at dømini omanfyri benda á nakað slíkt, tvørturímóti. Føroyskt er so trupult at læra, siga nógv. Er tað rætt? Tað haldi eg
ikki. Harafturímóti er púra greitt, at nógv tíma ikki stríðið at læra seg føroyskt. Men tá ið ræður um onnur mál, er einki óført. Og galda ikki nógv strangari
málreglur, tá ið ræður um onnur mál, t.d. í málundirvísing? Munurin ímillum talumál og skriftmál er ov stórur, verður sagt. Hvussu tá við enskum, sum er
heimsmál, eg hugsi um stavsetingina? Nei, nógv av tí, sum sagt verður, hevur lítið hald í veruleikanum. Populistiskir politikarar meinskast við stavraðið. Teir
spæla við eld, vita ikki, hvussu stóran skaða teir kunnu gera málinum við hesum tvætlinum. Nú endaði tápuliga máløsingin við, at sett skal verða eitt málráð
við 15 limum. Tað, vænti eg, verður ikki minsta stríðsmálið.
Longu í 1907 var Rasmus á Háskúlanum so móður av málsjabbinum, illneitanini um danskt og føroyskt, at hann kendi seg noyddan at taka soleiðis til orðanna:
“Danskt er móðurmál Dana og teir hava rætt til at verja tað og væla um tað, ikki tí tað er so stórt kulturmál, men tí tað er teirra móðurmál og tað einasta
teir kunnu byggja sín kultur á”. Og um føroyskt segði hann: “Ikki tí at Føroyskt er nakað stórt kulturmál, men tí tað er okkara móðurmál og tað einasta, vit
kunnu byggja okkara kultur á.” Merkiligt, at tað er so trupult at fáa ungar vælútbúnar føroyingar at taka við hesum góðu ráðum, tí vegur fram er eingin annar
enn tann, Rasmus vísti á. Ella hvussu?
Kanska eri eg bara blivin gamal, sum hon sjálv segði í morgun.