Lesa

Tað góða orðið
06.04.2014
Sprotin

Við kristindóminum komu fjølmong hebráisk, griksk og latínsk orð inn í germonsk mál, teirra millum eisini norðurlandamál. Tey lagaðust umsíðir at málunum og kennast nú yvirhøvur samrunnin við tey. Men heimlig orð komu eisini í nýtslu við nýggjari og broyttari merking sum náði, trú, miskunn o.o. Tílíkt orð er eisini sagnorðið at lesa. Forfedrar okkara ristu rúnir í við og grót, og um tað at týða hesi tekn søgdu teir at ráða rúnir. 

Men við kristindóminum kom bókskrift á skinn ella pergament. At týða tílíka skrift æt á latíni legere, ið upprunaliga merkti at ’taka upp í hondina’ ella at ’henta’, t.d. ber ella annan ávøkst. Myndin var vist tann, at ein “hentaði” bókstavirnar ella orðini upp av blaðsíðunum. Avleidd av hesum sagnorði eru navnorðini lectio ‘lestur’ og lector ‘lesari’. Hetta seinna er kent í mongum málum sum heiti á kennara við lærdar háskúlar. Á føroyskum hevur tað í nýggjari tíð fingið sniðið lektari. Í norrønum málum var hitt samsvarandi orðið at lesa um tað at taka upp ella henta, t.d. at lesa ber, at lesa aldin av trøum. 
Men kunnleikin til merkingarbroytingina í latíni av orðinum legere hevur so fingið forfedrar okkara at lata hitt samsvarandi orðið at lesa eisini merkja tað at týða bókstavir og skrift. Í nútíðarføroyskum eiga vit enn eitt orð, ið minnir um hina upprunaligu merkingina, og tað er lesull, ið veruliga merkir ull, sum ein lesur upp, t.e. hentar upp. Grannar okkara hetlendingar kalla lesullarlagd hentilaged. Sama orð er eisini at lesa seg upp (eftir lesningi), tó at tað er farið yvir í veika bending í tátíðini: lesti seg upp í staðin fyri las seg upp, sum tað eisini æt á fornmálinum. Soleiðis stendur t.d. í Føroyingasøgu um Sigmund, tá ið hann herjaði á Øssur í Dímun: “Sigmundr opar frá virkinu ok rennr at skeið ok svá langt upp í, at hann fær krœkt øxinni á virkisvegginn, ok las hann sik skjótt upp eptir øxarskaptinu, ok því næst kemr hann upp á virkit.” Men á enskum “ráða” tey enn orð – tað er orðið read! 

Í tí at lesa hava vit eitt óbeinleiðis árin frá latíni, men í hesum føri hevur borið til at geva einum heimligum orði nýggja og víðkaða merking, sum yvirhøvur trokaði hina gomlu av, ið hvussu er í okkara máli.
Jóhan Hendrik Winther Poulsen 

Deil á

Aðrar greinar

Tað góða orðið
Um navnið KOKS

Tað var undirritaði, ið skeyt upp at kalla matstovuna KOKS, tí skyldi eg tykkum eina frágreiðing. Lý...

Tað góða orðið
Advent – jólaføsta

Løgið, so skjótt árshjólið er farið at hurra. Um stívar tríggjar vikur verður enn eina ferð stytsti ...

Tað góða orðið
Søgan um at sprota – í tølum

Í farnum tíðum vóru tungumál, teirra uppruni og deyði, tongd at ...