Leikrit – ein bókarøð

Bókaprát
10.03.2011
Sprotin

Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli. Eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið at hoyra føroyskt mál av palli – fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos – tað er frá seinnu helvt av 18. øld – leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum – á donskum.

Lætt er heldur ikki at fáa hendur á hesum leikum, sum eru á prenti í bløðum, tíðarritum og bókum, sum ikki longur fáast.

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunaleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum.

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Fyrsti leikurin í røðini var “GUNNAR HAVREKI”, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði. Hann var framførdur á fyrsta sinni í 1889.

Annar leikur er nú komin í bókabúðirnar. Tað er “JÁKUP Á MØN”, sum havnargentan Sigrid Niclasen skrivaði í 1890.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu – skreytmynd: William Heinesen. Bókin er 77 síður og
kostar kr. 100,-. Bókin er at fáa í ymsum bókhandlum kring landið.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...