Lakkskógvarnir

Bókaprát
13.04.2014
Sprotin

Yrking úr savninum Rót Tripp eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs (Sprotin 2012)

Viðmerking:

At
vaksa og búnast sum menniskja er mangan torgreitt. Nógv hava kortini ein lagdan
veg fyri sær, tá ið trinið verður inn á lívspallin. Eina leið at ganga, sum
onkur hevur slóðað fyri og ruddað. Eisini eru reglur fyri, hvussu eigur at
verða gingið

  

At
bróta hylkið av sær, onnur gjørdu tær at vera í – eins og firvaldur spreingir
reivveru – krevur ómátiligan mátt og uppreistur. 

Hylkið
var ikki bara hvíti kjólin og lakkskógvarnir, sum smágentan turkaði væl í
mottuna, áðrenn hon steig inn um gáttina inn í samkomuhúsið. Hylkið var eisini
sjálvt húsið, sum passaði til leiðreglurnar, og sangirnir,  ið passaðu til
húsini. Alt var hvørt eftir øðrum – leiðirnar vóru ruddaðar – ein gøta tók aðra
við sær – tær hvítu strikurnar á svarta asfaltinum glógvaðu.
Jonhard Mikkelsen


Lakkskógvarnir
Minnist at tú sat á fremstu røð í hvítum 
heimabundnum kjóla og blonkum svørtum lakkskóm
við spenni, minnist hin sangin um at ringja til himmals 
og fáa Gud á tráðin, minnist at tað rykti í og at tú 
óttaðist hvat mundi vera í hinum endanum.

Minnist at tú mátti turka skógvarnar á mottuni áðrenn 
tú steig inn á tað Reina Gólvið, minnist at tú helt tað 
vera betri fyri moldina at vera uttanfyri, minnist at tú 
turkaði títt menniskja av tær áðrenn tú steig inn í 
reinskuna.

Minnist orðini sum tú ikki fataði men føldi, minnist 
sundursoringina og blóðið og skuldina, minnist 
áðrenn vit fara at enda og klokkuna undir tí stóra 
skeltinum ið lærdi teg um ævinleikan, minnist 
útlúgvandi hvílidagin.

Minnist ikki um tað alt nyttaði nakað, um tað nyttaði í 
støðum, um tað nyttaði inn í helheim, og heim, 
minnist at hin særdi vildi hava teg at siga takk, at 
hann legðist á hina liðina, at hugsa, at bløða, at 
hugsa sær, at bløða út.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...